fríggjadagur 10. februar 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 30 - 10. februar 2006
Tað er einki yvir at dylja, at skótarørslan, ella skótalívið,
hevur havt týdning fyri mangan drongin, manga gentuna
ella unglingin her á landi. Tað sást og hoyrdist henda dagin,
tá elsta skótaliðið í landinum hevði mekisdag. Har vóru
minni og søgur at hoyra, og øll høvudu bara tað besta at
bera tíðini sum skóti.
Í síðstu viku fylti elsta skótaliðið í landinum, Skótalið Sig
munds Brestissonar, 80 ár. Dagurin varð hildin við móttøku
og eini veitslu fyri skótar og gamlar skótar. ”Einaferð skóti
– altíð skóti” er eitt hugtak, skótar brúka, og tað er lítið at
ivast í, at tann, sum hevur havt eina góða skótatíð, hevur
oftast fingið okkurt gott í beini.
I dag er tað kanska ikki ”in” at vera skóti, men tað var tann
tíð, tá skótanir taldust millum tey stóru og mest spennandi
frítíðarítrivini her á landi – í hvussu er í høvuðsstaðnum
og í nøkrum av teimum størru bygdunum. Tá var so at
siga eingin ítróttur um veturin. Ongar hallir vóru uttan
fimleikahallir í størru plássunum, og bara í høvuðsstaðnum
var virkið fimleikafelag.
Men tað er ikki øll, sum íðka ítrótt, og hjá hesum bólkum
er skótalívið ein góður møguleiki, men tá tað er sagt, skal
leggjast afturat, at nógv av teimum, sum hava verið virkin
sum skótar hava eisini verið millum okkara fremstu ítrótt
arfólk. Tað veri seg bæði innan fótbolt, hondbolt, fimleik,
borðtennis, badminton og svimjing.
Onkuntíð er sagt, at skótarørslan hevur kanska ikki dugað
nóg væl at fylt við tíðini og menningini. Um tað er rætt
ella ikki, er torført at meta um, men nógv av tí gamla skóta
arbeiðnum var og kann framvegis vera mennandi fyri tey
ungu. Við spæli og lærdómi verður roynt at menna tey ungu,
læra tey at loysa støður, arbeiða í felagsskapi, virða síni
medmenniskju og vekja ans fyri náttúruni.
Tíðliga læra skótar at taka við ábyrgd sum floksførarar,
liðhjálparar og liðleiðarar. Og vit kunnu staðfesta, at mangir
leiðarar, stjórar, politikkarar og onnur hava óivað fingið
fyrstu leiðsluroyndirnar innan skótarørsluna.
Serliga ”útilívið” hevur eyðkent skótaarbeiðið - í hvussu
er fyrr. Gongutúrar, kappingar, vikuskiftislegur og ikki
minst summarlegurnar kring landið vóru. Við hesum tiltøk
um lærdu skótar sum ungir at ferðast í náttúrini og lærdu
landið at kenna. Tær mongu ferðirnar uttanlands, ikki minst
altjóða jamboree´irnar, sum eru minnni fyri lívið, skulu
eisini nevnast.
Sum alt annað sjálvboðið frítíðararbeiðið hevur skótaarbeiið
síni upp- og niðurgonguár. Ofta hava leiðarar skorta, ikki
minst á bygdunum, og hetta hevur eisini ávirkað Skótalið
Sigmunds Brestissonar. Men hevur tað staðið illa til, hevur
onkur altíð tikið eina hond í, og fingið gongd á aftur, og
skótaliðið, sum nú fór um tey 80 árini, hevur ongatíð liðið
stilt.
Tað almenna hevur ikki hjálpt til sum so, men á hesum øki
eins og á øðrum økjum, saknaðist ein ungdómspolitikkur
áður. M.a. í samband við stuðli til hús og leiðaraútbúgvingar.
Higatil hevur so skótarørsluni verið lív lagað. Eisini tí at
mong hava lagt lív og sál í hetta mennandi ungdómsarbeiðið.
Vit ynskja SSB hjartaliga tillukku og góðan byr!
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Eitt mennandi og lærandi
frítíðarítriv!
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Sambandsflokkurin
vil á øllum økjum reka
ein framtaksfúsan
politikk á kristiligum
mentanarstøði, sigur
John William Joensen í
lesarabrævi
Seinastu tíðani hevur verið
stór øsing í samband við tvey
mál sum Tjóðveldisflokkurin
hevur gjørt seg til talsflokk
fyri. Hesi eru; – skrásett par
lag og uppskotið til ríkislóg
artilmæli um broyting í revsi
lógini (forboð móti at gera
mun á fólki vegna ”kynsliga
orientering”).
Tað kristiliga grundstøði
Tað er ikki av ongum at
vit í londunum rundan um
okkum, eins og her á lándi,
síggja kristiligar flokkar
verða settar á stovn. Teir
stóru politisku flokkarnir
og politikarar í heila tikið,
hava síðan fyrst í 60-unum
kappast um at hálsfevna
humanistisku líváskoðanina,
og harvið hevur lóggávan
í Evropa flutt seg longur
og longur burtur frá tí,
sum er sambæriligt við
eitt kristiligt grundstøði.
Vit kunnu eisini staðfesta
at hetta als ikki hevur havt
undirtøku millum fólk, tí
síðani miðskeiðis í 80-unum
eru kristiligir flokkar settir
á stovn, sum savna hópin av
fólki ið kenna seg sviknan
av stóru flokkunum.
Men stevnuskrá Sambands
flokksins, har tað í grein eitt
stendur, at Sambandsflokk
urin vil á øllum økjum reka
ein framtaksfúsan politikk
á kristiligum mentanarstøði,
bindur flokkin at arbeiða út
frá einum kristnum mentan
arástøði.
Sambandstingmaðurin,
Alfred Olsen, sigur tað so
væl í eini grein á heimasíðuni
hjá Sambandsflokkinum
tann 30. august 2005:
”Nógvar royndir eru gjørd
ar tey seinnu árini, fyri at fáa
tað føroyska samfelagið at
viðurkenna hjúnalag millum
tvey av sama kyni á jøvnum
føti við hjúnalagið millum
mann og konu, soleiðis
sum vit kenna tað í teirri
kristnu mentanini. Men
vit sleppa ikki uttanum, at
ein viðurkenning av sam
kyndum hjúnalagi merkir
tað sama sum ein vanvirðing
av tí kristnu mentanini,
sum bert loyvir hjúnalagi
millum mann og konu. Ein
viðurkenning av hesi nýggju
mentanini vil tí altíð merkja,
at tann kristna mentanin verð
ur vrakað.
Tað ber ikki til at sameina
tvær so mótstríðandi ment
anir ella lívsáskoðanir, tí við
at viðurkenna aðra, vrakar
tú hina. Tí mugu vit sum
samfelag og tjóð taka støðu
til, hvørja mentan vit vilja
hava og hvørja vit ikki vilja
hava, tí vit kunnu ikki halta
til báðar síðir.
Sum løgtingsmaður fyri
Sambandsflokkin, vil eg
vera við til at verja um og
framhaldandi virka fyri,
at Føroyar vera ein kristin
tjóð og at tann kristna ment
anin og lívsáskoðanin,
sum vit fingu handaða frá
forfedrum okkara, verður
hornasteinurin í tí føroyska
samfelagnum, tí eg ivist ikki
í, at vit á hesum grundvølli
aftur og aftur vilja uppliva
Guds signing, bæði yvir land
og fólk.”
Hvat lærir skriftin
okkum
Vit eiga at leggja til merkis,
at ongastaðni í Bíbliuni verð
ur ein maður ella ein kvinna
dømd fyri at hava samkyndar
kenslur, men tað er gerðin
sum verður dømd.
Tað er ikki syndin sum
gerð okkum menniskju til
syndarar, men vit eru synd
arar tí okkara náttúra er synd
ug, sum skrivað stendur:
”Tann er eingin, sum rætt
vísur er, ikki ein.” Og hetta
er orsøkin til alla neyð og
elendigheit í heiminum.
Tað er tí ikki uttan grund,
at Bíblian hevur givið okkum
boðini. Eg kann nevna nøkur
her.
Fimta boð:
Tú mást ikki sláa í hel.
Hvussu nógv menniskju,
bæði fødd og ófødd, verða
ikki tikin av lívi hvønn ein
asta dag, og hugsa um alla
tað sorg og neyð hetta førir
við sær fyri tey sum eftir
sita.
Sætta boð:
Tú mást ikki dríva hor.
Hugsi um gongdina sein
astu árini har fleiri og fleiri
hjúnarløg fara fyri skeyti,
har børnini eru teir stóru
tapararnir og mugu gjøg
numganga stórar sálarligar
trongdir.
Áttanda boð:
Tú mást ikki bera falskan
vitnisburð ímóti næsta tín
um.
Hetta kenna vit sera væl,
at baktala, at spilla hvønn
annan út, traðka hvønn ann
an niður, fyri sjálvi at koma
hægri upp.
Hugsi tykkum, um bert
hesi trý boðini vóru hildin,
so høvdu vit ein nógv,
nógv betri heim at liva í.
Jú sanniliga lønar tað seg
at gera eftir Guds orði.
Men tíverri tykist sum um,
at menniskjuni í dag halda
seg verða so klók, at sjálvt
hin alvísi Gud, sum skapti
himmal og jørð, verður sett
ur til síðis. Roynt verður at
sleppa sær undan at fylgja
hansara fyriskipanum við
at siga, at Bíblian kann tolk
ast ein og annan veg. Men
spurningurin er, um vit vilja
geva okkum undir Guds vilja
ella ei.
Orðaskifti undir alt
lágmark
Nógv av tí sum hevur verið
sagt av teimum sum eru fyri
og ímóti hevur verið undir
alt lágmark, men tað er
eingin ivi um, at eins og í
ørðum málum so elvir trýst
til móttrýst.
Tó mugu vit taka avstand
frá teimum, sum í bløðunu
hava tráðkað niður á tey sam
kyndu og við peikifingri og
sjálvtiknum
kundskapi
hava stemplað hesi, sum
syndarar og tað sum verri er.
Í Rómarabrævinum 3,22-23
lesa vit: ”... Tí eingin munur
er; øll hava syndað, og teim
um fattst dýrd Guds.”
Tað er ikki okkara upp
gáva sum kristin at morali
sera heimin tí skrivtin lærir
okkum at eingin av okkum
er uttan synd. Hon lærir okk
um um gott og ilt men fyrst
og fremst lærir hon okkum
hvussu vit skulu umsita hesa
vitan ella hvussu vit eiga at
vera yvir fyri hvørjum øðrum.
1. kor. 8, 1-2-3: ”....kunnskap
urin blæsur upp, kærleikin
byggir upp; heldur onkur seg
vita nakað, so hevur hann
aldri vitað nakað, soleiðis
sum ein eigur at vita; men
tann, sum elskar Gud, er
kendur av honum...”
Tað er eingin ivi um, at
tey sum arbeiða fyri rætt
indunum hjá teim samkyndu
hava als ikki dugað sær hógv
og hava ført seg so ókritiskt
provokerandi fram, at hetta
hevur fallið mongum føroy
ingi fyri bróstið. At hetta
hevur elvt til eitt harðligt mót
trýst frá prestum, samkomu
leiðarum og politikarum, var
ikki annað enn vantandi.
Men hinvegin hevur nógv
av tí sum hevur verið ført
fram í bløðunum ímóti teim
um samkyndu verið so av
lagið at hetta óivað hevur
fingið mong til at umhugsa
um tað ikki er neyðugt at
broyta lógina hesum viðvíkj
andi.
Sambandsflokkurin, eins
og aðrir flokkar, er bundin av
síni stevnuskrá og fer eisini í
framtíðini á øllum økjum at
reka ein framtaksfúsan poli
tikk á kristiligum mentanar
støði.
Kristiligur mentanarpolitikkur
Formaður, Norðoya
Sambandsfelag
John William
Joensen
VIÐMERKINGAR