fríggjadagur 10. februar 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 30 - 10. februar 2006
Sösialurin
VIÐMERKINGAR
Gevið orðabókasmiðum tað
ið orðabókasmiðanna er
Áheitan á mentamálaráðharran
HOGNI E
HOYDAL á
— Tað kveikti eina ávísa
vón, tá landsstýrismað-
urin í mentamálum
herfyri kunngjordi, at
hann veitti eina serliga
heiðurslon til Jón Hilmar
Magnusson fyri sítt sjálv-
bodna arbeiði við fyrstu
íslendskt-foroysku orða-
bókini, skrivar Hogni
Hoydal
Veruleikin er jú, at foroyskt
orðabókaarbeiði altíð hevur
verið gjort av sjálvbodnum
eldsálum. Alt ov lítið hava vit
virt handverkararnar, verk-
froðingarnar, dekkararnar
og maskinmeistararnir, ið
hava skapt okkum ollum
moguleikan at sigla inn í
nútímans heimin og út á
altjóða mentanarligu hovini
á okkara egnu málsligu og
mentanarligu skútu. Og alt
ov lítið hava vit virt urta-
garðsfólkini, ið såa og taða
fyri nýggjum blómum í okk-
ara málsliga urtagarði.
Vit kunnu fara heilt aftur
til tey fyrstu, id savnaðu
inn sagnir, kvæði og sogur
og skrivaðu orðalistar.
Og vit kunnu leita fram
til nútímans pionérar frá
Christiani, Mads Andriasi,
Jóannesi, Jóhan Hendrikki,
Hjalmari, Ulf, Sigurði, Tur-
ið, André, Johnny, Jonhardi,
Anfinni, Zakariasi, Henn-
ingi, Gianfranco...og nú
havi sjálvsagt lagt onkran
burturímillum. Umberi meg
fyri tað.
Eg vóni, at avgerð menta-
málaráðharrans um at viður-
kenna sjálvboðið orðabóka-
arbeiði, er tekin um, at nú
verður veruliga farið undir
at stuðla og heiðra okkara
orðabókasmiðum.
Eg vóni, at játtanin til orða-
bókagerð á fíggjarlógini,
sum varð munandi hækkað
í ár 2000, men sum seinastu
árini er skorin niður á bein,
verður at vaksa miðvíst aft-
ur.
Eg vóni, at Gianfranco fær
boð frá landsstýrinum við
ein umbering fyri, at hann
varð vístur av landinum og
tilboð um at koma aftur at
arbeiða víðari.
Eg vóni, at stuðulin til at
geva út sjálvboðið orðabóka-
arbeiði verður styrktur.
Og uttan at seta nakað
niður á onnur, so vóni eg
at Anfinnur í Skála og Jon-
hard Mikkelsen, sum sein-
astu árini sjálvbodnir hava
arbeitt fyri sjey og hava rík-
að okkum við orðabókum á
prenti, á fløgu og við stød-
ugt dagfordum útgávum á
alnetinum, verða virdir og
eggjaðir við viðurkenning
og stuðli.
Málið er ikki bert eitt
amboð. Málið er sjálvt portr-
ið inn í heimin, har vit gerast
menniskju, læra, skilja og
mennast. at gerast menniskja.
I málinum skapast og rúm-
ast virðir og royndir hjá und-
anfarnum ættarliðum. Og í
málinum skapast og rúmast
framtíðin.
Tað hevur alla tíð verið
og verður altíð eitt strid,
sum ikki gevur peningaligt
avkast til ta einstöku eld-
sálina at menna foroyska
málið. Orðabókaarbeiði
snýr seg ikki um at varðveita
foroyska málið. Tað snýr seg
um stødugt og hvønn dag
at menna tað og halda tað
livandi, so tað kann gerast
karmur um allar tættir hjá
menniskjum í einum sam-
felag. sum broytist hvonn
dag.
At hava foroyskar orða-
bokur beinleiðis úr og í onn-
ur mál, er fortreytin fyri,
at foroyskt kann mennast í
Javnbjóðis samskifti við onn-
ur mál og aðrar mentanir —
og at vit kunnu vaksa og taka
lut í altjóða heiminum.
At vit nú hava hesar sam-
skiftismoguleikarnar millum
foroyskt og fleiri heimsmál,
hevði neyvan nakar trúð, tá
farið varð undir at savna og
skriva niður tekstir í 19. old.
Tá roknaðu tær eldsálirnar
við, at tær savnaðu inn for-
minnisgripir, ið skuldu varð-
veitast á savni.
I dag stendur okkum og
komandi ættarliðum í boði
at læra heimsmál og smærri
mál gjøgnum foroyskt. Mín
vón er, at okkara born inn-
an næstu 10 árini læra 4-5
heimsmál longu í barnaskúl-
anum.
At hetta gerst moguligt er
ikki einum miðvísum ment-
anarpolitikki fyri at takka
(ongin politiskur flokkur
undantikin). Tvorturímóti er
tað ímóti ollum forsagnum
og ímóti ollum forðingum,
at eldsálirnar hava hildið á.
Nú má stundin vera komin
at virða tað. Og lat okkum
fyri alt í verðini ikki lata eld-
sálirnar vera fyri mismuni
og vanbýti.
Óserigsar tryggingar?
MORTAN
POULSEN í
Stjóri, Tryggingar- i
felagid Føroyar iz á
— Stjórin í Trygd, Ali
Celebi, hevur fyrst í
Dimmalætting og nú
eisini i Sjónvarpinum
lagt Tryggingarfelagið
Føroyar undir at reka
óseriost tryggingarvirk-
semi við tilboði um
ókeypis barnavanlukku-
tryggingar. Hesum má
Tryggingarfelagið For-
oyar vísa aftur, tí einki
hald er í hesum, sigur
Mortan Poulsen, stjóri
hjá Tryggingarfelagnum
Føroyar
Nu Tryggingarfelagid Før-
oyar er komid å marknadin
við einum serstakliga góð-
um tilboði upp á barnavan-
lukkutryggingar, tykist
tilboðið tó vera so gott, at
ovasta leiðsla í Trygd hevur
hug at geva ilt av sær.
I ollum forum hevur stjórin
í Trygd, Ali Celebi, í tveimum
forum innan fyri eina góða
viku lagt Tryggingarfelagið
Føroyar undir at reka óseriost
tryggingarvirksemi. Orsokin
tiltað skal vera tilboð okkara
um barnavanlukkutrygging-
ar, ið vit geva fólki moguleika
at tekna á tann hátt, at fyrsta
árið er ókeypis.
Fyri tað fyrsta eru slík til-
boð einki óvanligt, hvorki
innan tryggingarvirksemi
ella aðrar vinnur, og ei held-
ur eru slík tilboð ókend í
Føroyum. Í grannalondum
okkara finnast domi um til-
boð av sama slagi, har barna-
vanlukkutryggingar kunnu
teknast ókeypis undir ávís-
um treytum.
Tað er heldur ikki óvanligt,
at eitt nú blød royna at
draga nýggjar haldarar til
við tilboðum, ið lata fólk
fáa blaðið ókeypis restina
av einum ársfjórðingi, um
nýggj hald verða teknað inn-
an ávísa tíðarfreist.
Einki óvanligt ella óseri-
ost er við slíkum introduk-
tiónstilboðum, og heldur
ikki liggur nakað óseriost
aftan fyri góða tilboðið frá
Tryggingarfelagnum For-
oyum. Tvorturímóti fáa oll
okkara viðskiftafólk bjóða
eina sera vælvirkandi barna-
vanlukkutrygging.
Fyri kortum kom fram, at
nógv foroysk born í skúla-
aldri ikki eru tryggjað. Tí
valdu vit at bjóða foreldrum
eitt gott tilboð, tí eftir okkara
tykki eigur tað at vera líka
sjálvsagt at tryggja seg sjálv-
an og bornini móti vanlukku-
tilburðum, sum tað er at
tryggja hús, bil og annað.
Júst hetta við at bjóða
nýggjum viðskiftafólkum
ókeypis tryggingar átti íkki
at verið ókent hjá Trygd.
Sum domi kunnu vit nevna,
at millum annað í sambandi
við nýbygging av sethúsum
hevur Trygd sett fram tilboð
um, at oll, ið vóru við í
eini útstykking, skuldu fáa
ókeypis sethúsatrygging tað
fyrsta árið, um tey valdu
at taka av tilboðnum frá
Trygd.
Tí undrar tað okkum íkki
sort, at Ali Celebi fyrst í
Dimmalætting og síðani í
Degi og viku velur at leggja
Tryggingarfelagið Foroyar
undir óseriositet.
Tryggingarfelagið Foroyar
er bert komið við einum
góðum tilboði, ið enntá er
galdandi restina av árinum.
Hetta er eitt seriost tilboð og
eitt tilboð, vit standa við!
mp(ðtrygging.fo
11
Heimarøktin
og Serforsorgin
Studulsskipanin fyri vaksin
Sosialrådgevi
til studulsskipanina fyri vaksin
Eitt starv sum sosialrådgevi å Studulsskipanini fyri
vaksin, undir Heimarøktini og Serforsorgini, verdur
hervid lyst leyst.
Studulsskipanin fevnir um stuðul til umleið 114
heimabúgvandi brúkarar, svarandi til umleið 42
fulltíðarstorv.
Talan er um avloysarastarv í tíðarskeiðnum: 1. apríl
— 31.desember 2006.
Starvsuppgávur:
+ At ráðgeva og vegleiða
Samskipa stuðulin, tá fleiri stovnar eru inni í
myndini
Viðgera nýggjar umsóknir
Ráðgeva felagum og stovnum
Endurmeta ta hjálp, sum er veitt einum brúkara
Vit sokja eftir einum starvsfólki, ið:
+ Hevur vitan og royndir innan sosiala oki
+ Hevur áhuga at arbeiða við brekaðum
+ Dugir at skapa positivt og virðiligt samband við
brúkaran
+ Dugir at arbeiða skipað og miðvíst
+ Dámar at arbeiða bæði sjålvstødugt
og tvorfakliga
+ Er sálarliga væl fyri og dámar avbjóðingar
+ Er uppfinningarsamur og dugir at umstilla seg
skjótt
Vit bjóða:
+ Eitt mennandi arbeiði, har nógv er at gera
+ Eitt arbeiðsumhvorvi, har pláss er fyri látri
"+ Vegleiðing
+ Supervisión
Setanar- og lönarviðurskifti:
Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Setanargki fevnir um Heimargktina og Serforsorg-
ina. Tænastustaðurin í lotuni er Stuðusskipanin fyri
vaksin.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til
Stuðulsskipanina á tlf. 354020 og tosa við Regin
Johansen, leiðara ella við Odu M. Jóhansdóttir,
varaleiðara.
Umsóknir:
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, viðmælum
v.m. skulu sendast til:
Stuðulsskipanin fyri vaksin
Stílað: Regin Johansen, leiðara
Lokjatún 1
160 Argir
Umsóknarfreist: 26. februar 2006.
Sig tína meining
í Sosialinum