Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. februar 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 30 - 10. februar 2006 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Hósdagin tann 9. febru­ar lat 20 ára gamli Jó­annes Lamhauge upp lista­ framsýning í Smiðjuni í Lítlu­vík. Jóannes hevði fyri fyrstu ferð framsýning sum 13-ára gamalur, og var hetta á Runavíkar skúla saman við øðrum. Síðani hevur hann m.a. sýnt fram myndir sínar á Gallarí Jinx og á Studentaskúlanum í Hoydølum. Framsýningin í Smiðjuni er kortini hin størsta higartil. Her er talan um einar 11 málningar í Akryl og Olju, umframt fimm grafiskar stansur, ið eru vatnlitsmyndir og eitt úrval av foto-myndum, ið hanga á loftinum. Stutt kann sigast um Jóannes, at hóast vit eina­ mest kenna hann frá tón­ leikinum og skrivingini hev­ur hann fingist við at tekna alt sítt lív. Mest er tað blýantstekningin, ið hugtekur hann, men tá hann gekk í skúla í hoydølum frá 2002 til 2005, fekk hann av álvara eyguni upp fyri listasøgu og málningalist, og hevur hetta spælt ein stóran leiklut í lívi hansara síðani. Í dag starvast hann sum sniðgevi á samskiftisvirkinum Sansum, og fæst hann tískil við listina í frítíðini. Hetta er ein heldur øðr­ vísi framsýning enn tað ein er vanur við at síggja í smiðjuni. Sjálvur sigur Jóannes, at hann hevur lagt dent á at vera so erligur og kompromisleysur í sínum úttrykki sum gjørligt, og sigast má at hann ikki leggur fingrarnar ímillum hesum viðvíkjandi. Framsýningin hevur fingið heitið: ”Fepur­ liturgi”. Framsýningin hongur uppi til mikudagin tann 15. februar. Gerandisdagar er opið frá kl. 15.00-19.00, leyg­ ardag frá kl. 10.00-14.00 og sunnudag kl. 12.00-17.00. Jóannes Lamhauge í Smiðjuni Í hesum døgum hevur 20 ára gamli Jóannes Lamhauge listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík Schønning D. Eysturoy gongur í 9. flokki í Eystur­ skúlanum. Honum dámdi væl tiltakið “Ungdómsting”, tí ung fingu møguleika at siga sína hugsan og áskoðan Ungdómsting Orð: Andrias Gærdum/Poul Arni Klein Schønning sat í mentan­ar­ nevndini og arbeiddi fyri, at fólkaskúlarnir skuldu fáa teldur við nútímans tøkni. – Tørvur hevur verið á slíkum tiltaki. Á henda hátt verður ljós varpað á trupulleikar í skúla og ferðslu. Vit hava lært nógv, m.a. hvussu alt er skipað í tinginum, sigur hann. Á tingi fullu tvey mál – styttri skúlagongd og betri arbeiðsumstøður í skúl­ anum. 32 ungdómar luttóku í trimum bólkum. 10 mál vórðu viðgjørd. Næmingunum dámdu væl tiltakið. Teir fingu prát við løgmann og lands­ stýrismenninar. Evni vóru um skipan fólkaskúlans, and­akt í fríkorterunum, há­marksferð á prutlum og fyribyrging. Schønning heldur, at hetta skal verða eitt afturvendandi tiltak. Eisini hevði verið stutt­ligt, um næmingar í bygda­samfeløgum høvdu luttikið. – Øll hava ymsar meiningar. Tað er týdningarmikið, at øll sleppa framat. Har hava tey kanska tørv á øðrum, sigur Schønning. Spurdur um hann kundi hugsað sær tílíkt starv í fram­ tíðini, svarar hann: – Nei, hetta er ikki rætti­ liga eg, men eingin veit, sig­ ur Schønning D. Eysturoy at enda. Frá skúla í tingið – Tørvur er á slíkum tiltøkum, halda tey ungu Mynd: Jens Kr. Vang Rætting Í greinini í blaðnum í gjár, um 35 ára starvsdagin hjá Martin Rasmussen hjá Føroya Tele, komu vit av misgávum at siga, at abbasonurin hjá honum eitur Martin, hetta er ikki rætt, abbasonurin eitur Mikkjal. Vit biðja orsaka mistakið. Sosialurin Havnar Róðrarfelag ynskir Johannes Joensen hjartaliga til lukku við degnum. 50 ár eru liðin, síðan Hannis Joensen sá dagsins ljós á bóndagarði í Hesti. Í dag, fríggjadagin 10. februar, rundar RSF for­ maðurin síðstu mongu árini tey fimmti. Hannis er føddur og upp­ vaksin í Hesti, har hann var borin til kongsgarð 10. februar 1956, men hann tók ikki við festnum, tá ið faðir hansara brádliga andaðist av vanlukku í 1994. Hannis hevur slitið sínar barnaskógvar í heimbygdini, men hansara hjarta kom at liggja í Havnar Róðrarfelag, og kom hann at sita við árar fyrstu ferð í 1973. Helt síðan á í mong ár, og ikki er tal á steypum og heiðursmerkjum, hesir garpar vunnu felagnum til heiðurs tá ið best stóð til. Eisini í Havnar Róðrar­ fel­ag fann hann sær frúgv, og Hallgerð var tann hepna, ið kjósað var. Tey gingu saman í hjúnarlag á heysti 1981 “dagin fyri HB gjørdist Føroyameistari”, so væl skuldi borið til at minst dagin. Børnini eru trý í tali, tvíburðarnir Beinta og Jógvan, síðan er Hugo, ið vit øll í HR kenna við síni hjálpandi hond. Hannis var fyrstu ferð valdur í nevndina í Havnar Róðrarfelag í 1977 við Heðini Mortensen sum for­manni, umframt teir báðar vóru í nevndini: Øssur Sim­onsen, Harald Joensen, Kirstin Debess, Hans Petur Joensen og Guðny Eik­holm. Hannis er maðurin, ein ikki kann koma uttan um, tá tað snýr seg um róður. Hevur verið við til alt vásið frá ein kann minnast, og vónandi vil tað eisini verða soleiðis framhaldandi. Hátíðardagin er Hannis uttanlands, men vit vóna at hann við familju hugna sær, og enn einaferð ynkja vit tær hjartaliga til lukku við fimmti ára degnum.  www.drekin.fo Hannis Joensen 50 ár Dagurin í morgin 11. februar. Kongadagur. Ta náttina í 1659 søktu svensk herlið at Keypmannahavn, men atsóknin miseydnaðist. Navnið kongadagur sipar til báðar kongarnar, sum stóðu á odda í stríðnum, tann danska Fríðrik III og tann svenska Karl X Gustav. Sagt varð, at versta tíðin til veður var millum konganna, tað er frá trettanda (teir tríggir heilagu kongarnir) og til kongadagin. Dagurin eitur eisini Euphrosyne eftir halgari konu, sum doyði umleið ár 412 eftir at hava givið teimum fátæku allar ognir sínar. 12. februar. Eulalia, deyð umleið ár 300. Ung genta í Barcelona í Spaniu, sum varð pínd og myrd fyri trúar sakir. Er verndarhalgimenni hjá býnum Barcelona. Navnið er grikst og merkir tann væltalandi. 13. februar. Benignus, deyður umleið ár 300. Prestur í Todi í Umbriu í Italiu, sum mátti tola deyðan sum pínslu­ váttur.