fríggjadagur 10. februar 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 - 10. februar 2006
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Svenning
Holm
Lindenskov, Nólsoy, fer
til gravar leygardagin kl.
13 úr Nólsoyar Kirkju.
Í hesum sambandi siglir
Ritan av Havnini kl. 12
leygardagin. Túrurin kl.
15 av Havnini verður
broyttur til kl. 16.
Ansa
Højgaard
í
Søldarfirði andaðist í
heiminum hósdagin 9.
februar, 65 ára gomul.
Jarðarferðin
verður
úr Elim í Søldarfirði
sunnudagin 12. februar
kl. 13. Tey ið vilja
minnast Ansu, kunnu
lata Elim í Søldarfirði
eina gávu.
Ella Arge í Hornabø,
Tórshavn, andaðist á
Landssjúkrahúsinum
mikumorgunin
8.
februar, 90 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr
Vesturkirkjuni leygar
dagin 11. februar kl.
14.
Andlát og jarðarferðir
Leygardagin 11. februar
verður Johan Samuelsen,
fyrrverandi lærari, 60 ár
Johan Samuelsen er havn
armaður, hann tók prógv á
Føroya Læraraskúla í 1969
og hevur verið lærari í Komm
unuskúlanum síðani, til
hann í september í fjør legði
frá sær. Hann er giftur við
Jóhonnu, f. Clementsen úr
Elduvík, og saman eiga tey
bæði trý børn: Tvíburðarnar
Biritu og Berg og Magnus.
Birita er sjúkrasystir á
Landssjúkrahúsinum, er
gift við Jógvan Lassen úr
Klaksvík, og tey eiga børnini
Hanus og Jóhonnu.
Bergur er lærari í Tórs
havnar Kommunuskúla.
Hann býr saman við Jacobu
Lervig og eiga tey døturnar
Helgu, Ingibjørg og Elsu.
Magnus er cand. mag. í
samfelagsfrøðði og søgu.
Hann starvast á skúlanum á
Kambsdali og á Oyrarbakka.
hann er giftur við Jenny Pet
ersen og eiga tey synirnar
Johan og Martin Emil.
Sum lærari hevur Johan
Samuelsen undirvíst í søgu
og fleiri mállærugreinum,
serliga føroyskum, enskum
og týskum, sum er hansara
favoritmál. Í sínum arbeiði
hevur hann lagt stóran dent
á, at næmingarnir skulu
vera fakliga væl fyri. Johan
undirvísti eisini á Føroya
Handilsskúla frá 1970-80.
Í 1979 bleiv Johan sjúkur
og misti likamliga førleikan,
soleiðis at hann kom at sita
í koyristóli, men hetta hevur
avgjørt ikki skert hansara
lívsvilja, og hann hevur víst
at tað ber væl til at liva og
arbeiða á líka fót við øll
onnur.
Hann var limur í skúla
ráðnum í Havn frá 1989, til
skúlaráðini vórðu niðurløgd
fyri nøkrum árum síðan.
Johan hevur altíð verið
ítróttarmaður,
og
var
hann ein framúr góður
flogbóltsspælari.
Síðan
hann hann misti likamliga
førleikan, hevur hann svom
ið nógv og verið virkin inn
an Ítróttarsambandið fyri
Brekað (ÍSB) og Meginfelag
teirra Brekaðu (MBF).
Hann hevur eisini luttikið
í altjóða svimjikappingum
uttanlands.
Johan er ein áhugaverdur
persónur. Hann hevur stóran
áhuga í samfelagsviður
skiftum og er tí søguliga.
Hann hevur eitt gott minni
og kann siga frá nógvum
áhugaverdum og stuttligum
hendingum, serliga um
Havnini og Hornabø, har
hann vaks upp.
Johan og Jóhanna eru
burturstødd føðingardagin.
Johan Samuelsen seksti
Leygardagin 11. februar eru
hálvt hundrað ár síðani, at
Asta og Ludvík Abrahamsen
í Klaksvík góvu hvørjum
øðrum sítt ja í Oyndarfjarðar
kirkju. Tey eru bæði ættað úr
Oyndarfirði, og tey eru bæði
fødd Abrahamsen. Pápi Astu
og gullbrúðgómurin vóru
systkinabørn.
Asta og Luddi búsettust
á Selheyggi í Klaksvík.
Tey giftust inn hjá beiggja
hansara, Jákupi, sum var
ógiftur, og síðani bygdu tey
sjálvi longri uppi á Selheyggi.
Nú kallast adressan í Brekku
skákinum, og har búgva tey
framvegis.
Asta er fødd 7. februar í
1934. Sambært fínu bókini
hjá Freydis Poulsen um
Oyndarfjørð er slektin
hjá henni úr húsunum hjá
Abrahami á Bakka, sum var
abbi hennara. Sonur hansara,
Hans Jacob, var pápi Astu.
Kona hansara var Jana fødd
Eldevig og ættað úr Elduvík.
Tey bygdu niðarlaga í Tarta
bø, og tey fingu ellivu
børn: Elmar (1932) búði
í Keypmannahavn. Hann
doyði í 2001. Asta (1934),
Jóhannes (1935) á Argjum,
Jastrid (1936) í Oyndarfirði,
Simon (1938) á Bornholm,
Signy (1941) í Oyndarfirði,
Regin (1943) í Nakskov,
Edmunda (1945) í Leirvík,
Ella Magnina (1946) í
Klaksvík og Súni (1960) í
Oyndarfirði.
Ludvík er føddur 26.
november 1926. Pápi hans
ara var Hans Jacob Abra
hamsen. Mamman var Anna
fødd Jacobsen og ættað úr
Uttarstovu í Hattarvík. Í
Oyndarfirði varð hon nevnd
Fugloyar Anna. Tey bygdu
inni í Tarti, og tey fingu
fimm børn: Annia (1915)
í Klaksvík. Hon doyði í
1992. Svanhilda (1917)
doyði í 1929, Jákup (1921)
í Klaksvík doyði í 1988,
Julianna (1922) í Oyndarfirði
og Ludvík (1926).
Asta tænti hjá mamma
beiggjanum, Fríðriki Blá
hamar í Vestmanna, í tvey
ár, og eitt skifti var hon
hjá mammubeiggjanum
Jákupi Eldevig í Elduvík.
Asta hevur altíð verið sera
arbeiðssom. Tá ið børnini
vóru smá, megnaði hon
bæði at vera væl um tey og
eisini at arbeiða úti. Hon var
á hermetikkvirkinum ella
bollafabrikkini hjá Kjølbro
og á sjóklædnavirkinum
hjá Holgari Poulsen, og í
meiri enn tjúgu ár var hon
heimahjálp.
Eitt skifti fyrst í seksti
árunum var Luddi vaktarmað
ur á ísvirkinum hjá Kjølbro
á Stongunum, men nógv tey
flestu av arbeiðsárunum var
hann á sjónum. Hann var
við fiskiskipi, og seinni var
hann í mong ár á brúnni á
farmaskipum. Í 1952 tók
hann seturskiparaprógv, og
í 1960 tók hann longdina.
Luddi var í fleiri ár við
Jógvani Páll Fjalsbak. Fyrst
var tað við Polo, sum tá sigldi
við timbri, sementi og øðrum
farmi fyri Kjølbro, og síðani
við Elsu F, sum Jógvan Páll
sjálvur átti. Seinni var Luddi
við skipum hjá Kimbli -
Kalsevni og Grími Kamban
- og seinni aftur sigldi hann
við donskum farmaskipum.
Eftir at hann orsaka av aldri
var farin í land, egndi hann
og róði út.
Asta og Luddi eiga fimm
børn: Harry (1956) býr í
Streymnesi, Heðin (1957)
býr í Kollafirði, Arthur
(1958) býr á Norðoyri,
Arnhild (1960) býr í Klaks
vík, og Jana (1968) býr
í Hoyvík. Asta og Luddi
eiga 13 barnabørn og
eitt langommu- og lang
abbabarn.
Asta og Luddi eru nógv
um yngru ættarliðini, sum
tey hava stóra umsorgan
fyri. T.d. eru tey altíð klár
at ansa barnabørnunum, og
Asta bindur teimum mangt
plaggið.
Leygardagin 11. februar,
tá ið 50 ár eru liðin síðani tey
bæði giftust, hátíðarheldur
øll familjan umborð á
Norrönu.
Børnini
Asta og Luddi Abrahamsen gullbrúdleyp
Kunngjørt verður fyri ætt og vinum at góða kona,
mamma, vermamma og omma
Ansa Højgaard
Søldafjørður
andaðist í heiminum 9. februar, 65 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Elim í Søldafirði
sunnudagin 12. februar kl. 13.00.
Lenni, Hans Jacob, Súnfríður
og Helmund v/ familjum
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu,
og hjálptu okkum, tá ið kæri maður mín, pápi,
verfaðir, abbi og langabbi okkara
Martin Thomsen
prentari
andaðist og varð jarðaður.
Takk fyri blómur, kransar, heilsanir og gávur til
Missiónshúsið við Landavegin.
Hjartaliga takka vit øllum, ið fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Fyri tey avvarðandi
Ragna
Birita, Petra og Hildigunn