fríggjadagur 10. februar 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 30 - 10. februar 2006
Meirilutin í SEV
stýrinum sigur, at
samstarvið við SEV
stjóran hevur gingið
sera illa og at ongar
vónir eru fyri bata
SEV-Leiðslan
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað eru fimm orsøkir til,
at meirilutin í stýrinum
fyri SEV vil hava Klæmint
Weihe frá sum stjóra í SEV.
Tað sæst í hoyringsskriv
inum, sum varð send honum
herfyri um í sambandi við
ætlanina at siga hann upp.
Í hoyringsskrivinum, sum
Sosialurin hevur fingið inn
lit í, sigur meirilutin í stýr
inum, at síðani tað tók við,
hevur samstarvið við sev
stjóran verið sera vánaligt.
Samstundis eru ongar vónir
um, at tað fer at ganga
betri.
Í hesum sambandi nevn
ir meirilutin fimm høvuðs
orsøkir til, at hann heldur, at
Klæmint Weihe eigur at fara
frá sum stýrisformaður.
Tær fimm orsøkirnar
eru:
Fíggjarætlanin hjá SEV
Vindmyllumálið
Rakstrarleiðarin
Framtíðar avbjóðingar
SeWave-málið
Hevur ikki lokið
krøvini
Víðvíkjandi fíggjarætlanini
hjá SEV, sigur meirilutin í
stýrinum:
Í fleiri ár hevur hon ikki
lokið tey krøv, sum mugu
setast til eina fíggjarætlan
fyri so víttfevnandi virksemi,
sum tí hjá SEV.
Tí samtykti stýrið í juni
í fjør, at fíggjarætlanin og
roknskapirnir skuldi setast
soleiðis upp, at at tað kundi
bera til hjá stýrislimunum at
fylgja við rakstri felagsins.
Hetta metir meirilutin í
stýrinum, er ein sjálvsøgd
fortreyt fyri at stýrið kann
røkja eina av sínum høv
uðsuppgávum, sum eru at
hava eftirlit við SEV. Uttan
eina nøktandi fíggjarætlan,
ber ikki til at fylgja við
í, hvat peningurin verður
brúktur til.
Hetta arbeiðið skuldi vera
liðugt í august í fjør.
Men Klæmint Weihe
gjørdi onki fyri at seta sam
tyktina í stýrinum í verk,
fyrrenn stýrið hevði noytt
hann til tað og tá var neyðugt
at fáa grannskoðaran at gera
arbeiðið. Stýrið metir, at
stjórin hevur ábyrgdina av, at
SEV ikki sjálvt kundi standa
fyri hesum arbeiðnum.
Skapt óneyðugar
trupulleikar fyri SEV
Í sambandi við vindmyllu
málið, sigur meirilutin í SEV
stýrinum, at Klæmint Weihe
hevur ikki víst førleika og
vilja til at seta avgerðir hjá
stýrinum í verk um vind
myllurnar í Eysturoy.
Tað eru nøkur ár síðani,
at SEV stýrið samtykti at
vindmyllur skuldi setast
upp í Neshaga í Eysturoy
og í fleiri ár varð peningur
settur av á fíggjarætlanini
til endamálið. Kortini vóru
myllurnar ikki settar upp,
fyrrenn síðsta summar.
– Hetta málið hevur skapt
óneyðgar trupulleikar fyri
SEV, bæði politiskt og í
almenninginum.
Hevur mótarbeitt
stýrinum
Um rakstrarleiðaran sigur
meirilutin í SEV stýrinum,
at á vári 2004 varð samtykt,
at stýrið skuldi seta ein
rakstrarleiðara eftir tilmæli
frá stýrinum.
– Ein forsvarlig skipan av
starvinum sum rakstrarleið
ari er ein høvuðsfortreyt fyri,
at trygdarviðurskiftini í SEV
kunnu metast at vera í lagi,
sigur meirilutin í stýrinum.
Í hesum sanmbandi hevur
meirilutin ta fatan, at ístaðin
fyri at ganga á odda at fáa
hetta týdningarmikla mál
avgreitt, hevur stjórin í SEV
gjørt tað, hann hevur kunnað
fyri fyri at leggja meinbogar
í vegin fyri eini forsvarligari
loysn.
Tí metir meirilutin í
SEV stýrinum, at Klæmint
Weihe verður ein beinleiðis
meinbogi fyri eini framhald
andi menning av trygdini í
SEV.
Ikki røttu
eginleikarnar
Í sambandi við tær avbjóð
ingar, sum SEV stendur fyri í
framtíðini, heldur meirilutin
í stýrinum, at tað hevur
avgerandi týdning, at SEV
stjórin hevur evni og vilja at
samskifta konstruktivt við
almennar myndugleikar og
onnur áhugað.
Hinvegin metir meirilutin
ikki, at Klæmint Weihe
hevur røttu eginleikarnar
at standa fyri hesum
arbeiði. Stýrið metir heldur
ikki, at hann hevur røttu
eginleikarnar at umboða
SEV, nú alt størri krøv verða
sett til opinleika og evni at
samskifta við myndugleikar
og almenningin annars.
Men tað er kortini SeWave
málið, sum endaliga hevur
gjørt, at meirilutin í SEV
stýrinum hevur mist álitið á
stjóranum.
Serliga hugsar meirilutin
um mannagongdina, tá ið BP
læt stuðul til verkætlanina.
Klæmint Weihe hevur
umboðað SEV í nevndini í
SeWave og tí metir meirilutin,
at hann hevur meðábyrgd
av viðurskiftunum og stýrið
metir ikki a støðan á hesum
øki er sambærilig við tað
umdømið, sum SEV eigur
at hava í samfelagnum, og
hjá teimum, SEV samstarvar
við.
Í hesum sambandi kann
vðmerkjast, at funnist hevur
verið at, at SeWave hevur
havt alt ov stórar útreiðslur
til umsiting og húsaleigu og
at hetta var ikki ætlanin við
stuðlinum frá BP.
Tí mistu vit álitið á Klæmint Weihe
Kim Durhuus, við rygginum til, og Leivur Hansen, heilsast áðrenn stýrisfund í SEV. Aftan fyri situr Súni í Hjøllum. Kim Durhuus og Súni í Hjøllum vilja hava Klæmint Weihe frá í SEV, men Leivur
Hansen verjir stjóran