fríggjadagur 10. februar 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 - 10. februar 2006
17
Tað er ólógligt at siga
Klæmint Weihe upp
á tí grundarlagi, sum
meirilutin í stýrinum
førir fram, sigur
sakførari hansara,
Jógvan Páll Lassen
SEV-Leiðsla
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Verður avgerð tikin um
at siga Klæmint Weihe úr
starvi, er tað ólógligt.
Tað sigur Jógvan Páll Lass
en, sakførari hjá Klæmint
Weihe.
Hann sigur, at tað er ongin
orsøk at siga Klæmint Weihe
úr starvi, hvørki út frá tí ítøki
liga avriki, hann hevur lagt
eftir seg í SEVog tí at ein so
álvarslig avleiðing sum ein
uppsøgn ikki samsvarar við
tað, sum er farið fram.
Hann staðfestir, at Klæmint
Weihe hevur ongar ítøkiligar
og veruligar grundgevingar
fingið fyri, hví meirilutin í
stýrinum skal hava mist álit
ið á honum. Sostatt hevur
meirilutin í stýrinum held
ur ikki prógvað, at grund
gevingar eru fyri at siga
Klæmint Weihe upp.
Hann hevur heldur ikki
fingið tað innlit í málið, sum
hann hevur krav upp á og
harafturat hevur stýrið ikki
hildið sína notatskyldu.
Jógvan Páll Lassen sigur,
at hóast hann hevur biðið
um innlit í málið, hevur
hann bara fingið 33 skjøl
um stýrisfundir, roknskap,
fíggjarætlan og nøkur tøl um
SeWave.
– Eg má tí ásanna, at
arbeiðslagið hjá Klæmint
Weihe hevur ikki givið høvi
til at stýrið hevur gjørt nøkur
notat og sostatt er talan um
páhald, sum als ikki eru
prógvað. Samstundis vísir
Jógvan Páll Lassen á, at hesi
24 árini, Klæmint Weihe
hevur verið stjóri í SEV,
hevur hann ongantíð fingið
átalu, hvørki frá stýri ella
umboðsnevnd.
Góðkend
Sum nevnt í aðrari grein,
er fíggjarætlanin hjá SEV
ein orsøk til, at meirilutin í
stýrinum hev ur mist álitið á
Klæmint Weihe.
Hinvegin vísir Jógvan Páll
Lassen á, at fíggjarætlanin er
øll árini gjørd av leiðsluni
í SEV, samstundis sum hon
er góðkend av stýrinum og
løgd fyri umboðsnevndina.
Hetta er eisini galdandi fyri
fíggjarætlanina fyri í ár.
– Tí er tað beinleiðis
skeivt, tá sagt verður, at tað
var neyðugt at fáa grann
skoðaran at gera fíggjarætl
anina.
Sakførarin vísir eisini á,
at ongin ávísing er um, at
Klæmint Weihe hevur sett
nakrar reglar til viks í hesum
sambandi.
Hinvegin hevur stýrið, á
fundi 29. juni í fjør, samtykt
at biðja leiðsluna í SEV gera
eitt uppskot um, hvussu
fíggjarætlanin skuldi setast
upp. Hetta skuldi gerast í
saman við grannskoðaran
um, formanninum í umboðs
nevndini, formanninum í
stýrinum og deildarleiðarum
í SEV.
Í hesum sambandi skuldi
fíggjarætlanin setast soleiðis
upp, at ein hóskandi útgreinin
var, so at fíggjarætlanin
kundi samanberast við rokn
skapirnar.
Hetta arbeiðið varð sett
íhgongd í august í fjør og
beint aftaná samtykti stýrið
at halda fram við arbeiðnum.
Í november varð úrslitið av
arbeiðnum lagt fyri formann
in í stýrinum og umboðs
nevndini og seinni vórðu
niðurstøðurnar samtyktar í
stýrinum.
– Tí er púra onki hald í
skuldsetingunum um, at
Klæmint Weihe onki hevur
gjørt fyri at seta samtyktina
hjá stýrinum í verk. Kæmint
Weihe var eisini einans partur
í einum størri bólki, har eis
ini formaðurin í stýrinum og
umboðsnevndini vóru.
Á fundi ímillum SEV,
grannskoðaran og og grann
skoðarafelagið hjá Dansk
Energi, varð eisini staðfest,
at hetta er arbeiðið, sum fer
at taka eitt til hálvtannað
ár.
Beinleiðis skeivt
Um vindmyllumálið sigur
sakførarin hjá Klæmint
Weihe, at fyrsta myllan
varð sett upp í Neshaga í
1992 og í 1997, varð avgjørt
at halda fram. Í 1998 varð
ein mylla bíløgd afturat,
men framleiðarin bakkaði
út, tí viðurskiftini til vind
vóru so torfør. Somuleiðis
fekk framleiðarin tekniskar
trupulleikar og hann fór av
knóranum,
Í 2001 greiddi stýris
formaðurin, sum tá, um
boðsnevndini frá vind
mylluætlanini og árið eftir
var fundur við Vestast. Í
2000, 2002 og 2004 vórðu
tekniskar kanningar gjørdar
fyri at vita, hvussu vind
myllur fóru at ávirka netið
og fyri at vita um ampi var
av ljóði frá myllun um, vís
andi til trupulleikarnar frá
motorunum á Sundi.
Í mai 2004 varð sáttmáli
undirskrivaður við Vestas,
har formaðurin í umboðs
nevndini og formaðurin í
stýrinum vóru hjástaddir.
Men beint aftaná steðgaði
friðingarmyndugleikarnir
í Eysturoy ætlanini, hóast
hon áður hevur givið loyvi
til aðrar vindmyllur.
Ì oktober 2004 gav friðing
arnevndin loyvi, men hildið
varð ikki, at tað var ráðiligt
at fara undir arbeiðið ímóti
vetri og tí varð tað útsett til
á vári 2005.
– Sostatt er vindmyllu
málið, alt sum tað er,
viðgjørt í stýrinum og
umboðsnevndini og góðkent
har. Somuleiðis varð ein
10 ára samstarvsavtala við
Røkt, góðkent, sigur Jògvan
Páll Lassen
– Tí er tað beinleiðis
skeivt, at siga, at Klæmint
Weihe ikki hevur víst før
leika og vilja at útinna stýris
avgerðir í hesum máli, tí
allar ætlanir eru góðkendar,
sigur sakførarin.
Kann neyvan
takast í álvara
Í sambandi við rakstrar
leiðaran, hevur tað verið
uttan fyri ábyrgdarøkið hjá
stjóranum í allar mátar,
sigur sakførarin hjá Klæmint
Weihe.
Hansara einasti leiklutur
hevur verið at møla til,
hvønn hann heldur vera
best skikkaðan. Annars er
tað stýrið, sum einsamalt
tekur allar avgerðir.
Lýst varð eftir rakstrarleið
ara og umsóknarfreistin var
12. desember. 21. desember
gav Klæmint Weihe sítt til
mæli og meiri hevur hann
ikki við málið at gera.
Tí er tað púra burturvið og
kann neyvan takast í álvara,
tá ið meirilutin í stýrinum
sigur, at Klæmint Weihe
hevur lagt meinbogar í vegin
fyri framhaldandi menning
av trygdini hjá SEV.
Eginpeningurin
fimmfaldaður
Annars dugir Jógvan Páll
Lassen ikki at síggja, at
nakað hald erí illgrunanum
um, at Klæmint Weihe ikki
skal vera førur fyri at leiða
SEV inn í framtíðina.
– Hesi 24 árini, hann hevur
verið stjóri, hevur hann ikki
fingið nakra uppgávu, sum
hann ikki hevur megnað at
loysa.
Jógvan Páll Lassen vísir
eisini á, at hesi árini, Kæmint
Weihe hevur verið stjóri,
er eginpeingurin hjá SEV
hækkaður úr 21,9 milliónum
til 317 milliónir.
Heldur ikki hevur hann
havt trupulleikar at samskifta
við myndugleikar.
Hevur ikki
forbrotið seg
Annars sigur meirilutin í
SEV stýrinum, at tað var
málið um SeWave, sum fekk
bikarið at flóta yvir.
Men eftir tí tilfari, sakførari
hansara hevur fingið innlit í,
sæst ongastaðni, at Klæmint
Weihe hevur forbrotið seg.
Hann hevur heldur ongar
áleggingar og ongi boð
fingið frá SEV um hansara
virksemi um ein av fýra
nevndarlimum í Sewaver.
– Alt samskiftið ímillum
SeWave og BP hevur verið
umvegis stjóran og stjóin í
BP, Hjarnar Djurhuus, hev
ur staðiliga váttað, at hann
og Klæmint Weihe, hava
onki millumverandi og at
samstarvið teirra millum,
hevur altíð verið fyrimynd
arligt.
Eisini grannskoðarin stað
festir, at alt er farið regluliga
fram.
Annars vísir Jògvan Páll
Lassen á, at er tað stjóralønin
í Sewave, sum er atvoldin til
misálitið á Klæmint Weihe,
er tað enn meiri ørkymlandi,
tí tveir av stýrislimunum,
sum nú vilja hava hann frá
sum SEV stjóra, hava góð
kent somu upphæddir, sum
enn eru galdandi.
Talan er um Kim Durhuus
og Tóra Johannesen, sigur
Jógvan Páll Lassen.
Ólógligt at siga Klæmint Weihe upp
Avgerðin at siga
Klæmint Weihe
upp, er ólóglig og
fer at kosta SEV
stórar upphæddir,
sigur sakførarin hjá
stjóranum
SEV-Leiðsla
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað verður dýrt hjá SEV,
at sleppa av við Klæmint
Weihe sum stjóra.
Tað ger sakførarin hjá
Klæmint Weihe greitt í
einum brævi til stýrið fyri
SEV.
Sum sæst á grein aðra
staðni í blaðnum, metir
hann, at als onki lógligt
grundarlag er fyri at siga
Klæmint Weihe upp.
Meirilutin í stýrinum fyri
SEV hevur boðað frá, at
ætlanin er at siga Klæmint
Weihe upp, tí hann hevur
ikki álit á honum longri.
– Verður endalig avgerð
tikin um at siga hann upp,
er sostatt talan um eina
avgerð, sum er ógyldug og
sostatt eisini ólóglig, sigur
Jógvan Páll Lassen.
Hann sigur, at tekur stýr
ið endaliga avgerð um at
siga Klæmint Weihe upp, er
tað tí ongin ivi um, at málið
verður lagt fyri rættin.
Har fer Klæmint Weihe at
krevja, at uppsøgnin verður
dømt at vera ógyldug.
– Og tað verður hon
uttan iva, tí ongar ítøkligar
og gyldugar orsøkir eru til
at siga hann upp.
– Tá ið tað er hent, fer
Klæmint Weihe eisini at
krevja endurgjald fyri at
verða sagdur upp av órøtt
um og fyri at umdømi hans
ara er versnað av hesum
máli.
Verður hann uppsagdur,
skal hann harafturat hava
fulla løn í langa tíð.
– Verður endalig avgerð
tikin um at siga Klæmint
Weihe úr starvi, fer tað
sostatt at elva SEV til stór
ar útreiðslur. Og hava stýris
limirnir tikið eina ólógliga
avgerð, kunnu teir sjálvir
koma at hanga upp á hesar
útreiðslur.
Jógvan Páll Lassen førir
fram, at tað skulu avbera
góðar grundir til at siga ein
stjóra í einum felagsskapi,
sum SEV, upp.
Men grundgevingarnar
skulu eisini vera rættar.
Og hevur stýrið mist
álitið á stjóranum skal tað
fyrst gera alt fyri at byggja
álitið uppaftur, áðrenn talan
verður um uppsøgn.
Í hesum sambandi vísir
hann á, at øll hesi árini,
hann Klæmint Weihe hevur
verið stjóri í SEV, hevur
hann ongantíð fingið átalu
ella ávaring.
Verður dýrt at
sleppa av við
Klæmint Weihe
Tað eru als ongar grundgevingar fyri at siga Klæmint Weihe
upp, sigur sakførari hansara, Jògvan Páll Lassen. Hesi 24 árini,
hann hevur verið stjóri, er ongin uppgáva, hann ikki hevur
megnað at loysa. Hann hevur heldur ongantíð fingið átalu ella
ávaring. Samstundis er eginpeningurin hjá SEV hækkasður úr
21,9 milliónum, upp í 317 milliónir