Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. februar 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 30 - 10. februar 2006 Neyva tekningin hugtekur framvegis listamannin Høgna Thomsen, hóast hugurin at eksperimentera gerst alsamt meir týðiligur. Onkustaðni har ímillum eru sprotnir 10 heilt nýggir, forvitnisligir oljumálningar, sum í løtuni eru at síggja á Café Jinx Listaframsýning Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Hóast tað ljóðar sum ein andsøgn, er tað ikki av leið at kalla nýggjastu máln­­ingarnar hjá Høgna Thom­sen naturalistiskt sur­realistiskar. Flestu av teimum eru nevnliga eyð­ kendir við, at teir spretta úr neyvum endurgevingum av myndevninum, sum spaku­ liga flyta seg inn í ein heim, har veruleikin heldur uppat. Og okkurt bendir á, at tað er hendan vegin listamaðurin úr Klaksvík fer at leita fram­ yvir. – Eg eri framvegis hugtikin av neyvu naturalistisku end­ ur­gevingini, men sum frá líður eri eg betri nøgdur, tá eg havi givið hugflognum meir pláss. Onkursvegna liva tær myndirnar longri – ikki minst í mátanum, tær loyva áskoðaranum framat við sínum tulkingum, sigur Høgni. Spontanur málari Sum heild hevur hugurin at eksperimentera vunnið sær alt meir pláss í myndunum hjá Høgna, bæði tá tað ræður um myndevni og málihættir. Hvaðan íblásturin kemur, ber illa til at siga heldur Høgni, men ivaleyst frá trongdini til allatíðina at menna seg sum listamann og eisini at royna okkurt, hann hevur sæði hjá øðrum listafólkum. – Eg ræðist tankan um, at eg sjálvur byrji at eftirlíkna onnur – tað síggja vit tíverri í so nógv av í føroyskari mynd­list í løtuni eftir mínum tykki. Hinvegin, tað er jú altíð ein spurningur, hvar mark­ið millum íblástur og eftirlíkning gongur, sigur Høgni, sum lýsir seg sjálva sum ein sera spontanan mál­ ara. Hetta kann kanska undra onkran, serliga um tú hugsar um neyvu endurgevingarnar av eitt nú staðbundnum lands­løgum. – Landsløgini máli eg eftir minninum. Tað gevur til dømis pláss fyri at yvirdríva eitt sindur, so myndin fær nakað meir trøllsligt og dramatiskt yvir sær. Harfrá máli eg heilt intuitivt, beint frá heilanum til hondina, so myndin mest sum skapar seg sjálva á løriftinum, greiðir Høgni frá. Olja vit vatnlits­ teknikki Myndirnar “Neyst” og “Nes­ tindar” eru báðar á hvør sín hátt rættiliga góð dømi um eksperimenterandi stílin hjá Høgna. Neystini kenna flestu klaksvíkingar nokk aftur frá tí, sum er eftir av fjøruni við Sandin í Klaks­ vík, men umhvørvið, tey standa í á myndini, er eitt ann­að. Her hava nakrir ævin­ týrkendir heyggjar sníkt seg inn, sum flyta myndevni inn í ein dreymakendan heim við surrealistiskum und­ir­tónum. Sjálv myndin er málað á svarta bakgrund, har ljósið spælir mest sum skyggjandi hvítt upp ímóti tí dimma. Sum mótspæl til neyvu endurgevingina av neyst­unum í bakgrundini letur listamaðurin hvítu mál­ing­ini renna í rípum í for­grundini á ein hátt, sum eisini ger myndina meir tilvit­aða um seg sjálva sum lista­­verk. Hesin hugur at eksperi­ men­tera við teknikkum setur hinvegin myndina “Nes­ tindar” beint ímillum tvær annars sera ymiskar greinar innan myndlist, olju­máln­ ingin og vatnlitsmyndina. Her hevur listamaðurin lænt teknikkin frá vatnlitsmyndini, har myndevnið kámst út ímóti hvítu bakgrundini, sum samstundis virkar sum eitt slag av ramma. Við ávís­ ari frástøðu, ella sum her á prenti, sær myndin út til at vera ein vatnlitstekning á pappíri, hóast tilfarið er olja og lørift. Ein sera øðrvísi og hugtakandi effekt, sum eisini boðar frá, at listamaðurin ikki hevur so fáar royndir við vatnlitsmyndum. Framsýningin á Café Jinx hongur upp allan februar mánað. À heimasíðuni www.gluggin.com ber til at síggja eitt sera fjølbroytt úrval av myndlistini hjá Høgna Thomsen. Millum hugflog og naturalismu Leygardagin letur lista­maðurin Pól Skarðenni upp fram­ sýning í Norðoya Kunningarstovu, har hann fer at sýna fram nakrar av sínum meir eksperimenterandi málningum Listamaðurin Pól Skarð­enni er millum annað kend­ur fyri sítt arbeiði við at byggja upp landsløg í djóragørðum uttanlanda. Við síðuna av hesum ar­beiði hevur listamaðurin eisini alla tíðina arbeitt við myndlist, bæði olju­málning­um, akvarellum og tekningum. Hóast myndevnini fram­ vegis spretta úr føroysku náttúruni, er tað ein heldur øðrvísi síða av listini hjá Skarðenni, fólk fáa at síggja á framsýningini í Norðoya Kunningarstovu. Sum heild eru myndirnar meir abstraktar uttan at tað tó ber til at læsa lista­mannin fastan í hesum stíl­eyðkenni. Framsýningin á Norðoya Kunnungarstovu letur upp leygardagin kl 14 og er opin hendan dagin til kl 18. Sunnudagin 12. februar er eisini opið frá 14 til 17. Annars eru málningarnir at síggja í van­ligari upplatingartíð fram til 10. mars. Onkrir av málningunum eru longu at síggja á heimasíðuni HYPERLINK ”http:// www.skardenni.dk” www. skardenni.dk. Skarðenni í Norðoya Kunningarstovu Listamaðurin Høgni Thomsen úr Klaksvík leitar nýggjar listarliga leiðir í teimum 10 málningum, sum eru at síggja á Café Jinx í løtuni