Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. februar 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 30 - 10. februar 2006 19 Sjey flogternur hjá Atlantic Airways hava sagt upp síðstu tíðina. – Tað er torført at fáa familjulívið at fung- era, um man arbeiðir sum flogterna, sigur Judit Falkvard, fyrr- verandi flogterna FLOGFERÐSLA Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Magni Arge váttar, at nógvar flogternur hava sagt seg úr starvi, og at fleiri eru ávegis at gera tað sama. – Tað er ein viss útskift- ing í hesum starvinum, tað er tað allastaðni, sigur hann. Fleiri av teimum, Sosial- urin hevur verið í sambandi við, hava nevnt familjuna sum orsøk til uppsagnina. – Hjá summun riggar tað væl at hava familju og flúgva, og hjá summun riggar tað slettis ikki, sigur Magni Arge. Tað kemur nógv ann uppá, hvussu netverkið sær út rundan um ein – um familjan kann passa børnini o. s. fr. Judit Falkvard hevur tvær lítlar døtur og ein mann sum er sjómaður. – At flúgva í Noreg og verða burtur hósdag til sunnudag ber ikki til hjá mær, sigur hon. At fara niður í tíð heldur Magni Arge ikki verða eitt gott hugskot. – Tað er øguliga trupult at laga seg eftir tí, tá er kanska betur, at tey finna sær okk- urt annað, sigur hann. Hjá Atlantic starvast um- leið 30 flogternur. Tey hava eisini lýst eftir nýggjum starvsfólkum, og umsóknir- nar hava verið nógvar. – Tað er ikki vegna tær nógvu uppsagnirnar, at vit lýsa eftir nýggjum fólki, vit økja um virksemið, og tí hava vit bruk fyri fleiri flogternum. Onkur av flogternunum, vit hava tosa við, hava nevnt, at summar av flog- ternunum hava hug at skifta flogfelag til nýggja felagið FaroeJet. Ein persónur, Sosialurin hevur tosað við, sum hevur innlit í nýggja felagið sigur soleiðis: – Atlantic søkir eftir flog- ternum, tað ger FaroeJet ikki – tað sigur væl eitt sindur. Atlantic á ferð til Írlands Hetta vikuskiftið og næsta fara øll starvsfólk- ini hjá Atlantic Airways til Írlands. Magni Arge, stjóri í felagnum sigur, at tey fara at hava starvsfólka- dag og starvsfólkahugn- að. Tilsamans eru tað 120 fólk sum fara. Hvussu nógv kostar hetta? – Ja, transportkostnað- urin er ikki so stórur hjá okkum, eftirsum vit flúgva við egnum flog- førum. Nakað tal upp á, hvussu nógv tað kostar havi eg ikki. Er tað ikki eitt sindur dýrt, at øll skulu til Ír- lands? – Tað haldi eg ikki. Tað er týdningarmikið við skilagóðum starvs- fólkapolitikki, og við hesum vilja vit geva starvsfólkunum eitt herðaklapp fyri gott starv í farna árið, sigur Magni Arge. Nógvar flogternur siga seg úr starvið – At flúgva í Noreg og verða burtur hósdag til sunnudag ber ikki til hjá mær, sigur flogterna hjá Atlantsflog tilvildarlig savnsmynd Út við 1000 føroyskir jólapakkar frá sjó- manskvinnuringum, samkomum, fyritøk- um og privatpersón- um gjørdu jólini hugnalig fyri russisk sjófólk kring Føroyar. Sjálvur fiskarí att- achéurin á russisku Sendistovuni í Keyp- mannahavn hevur biðið Faroe Agency um at takka føroying- um SJÓMANSSKAPUR Jan Müller jan@sosialurin.fo Um jóltíðir og árskiftið var nógv ferðsla frá og til skrivstovuna hjá Faroe Ag- ency úti við Strond í Havn. Sum á hvørjum árið tóku Árni Dam og hini á fyritøk- uni ímóti jólapakkum til russiska sjófólki, ið felagið umboðar. Pakkar, ið sjó- fólkið fekk at pakka upp, tá russisku jólini eru 7. januar. Út við 1000 pakkar Árni Dam sigur við Sosial- in, at í ár fingu tey út við 1000 pakkar inn. Hesir vóru koyrdir umborð á tey 16 skipini úr Murmansk og Arkhangelsk, ið felagið umboðaðið um jóltíðir. Gávurnar komu frá Sjó- manskvinnuringum, sam- komum, fyritøkum og ikki at forgloyma frá nógvum privatpersónum, ið gjørdu eitt stórt arbeiði við at samla pakkar inn. Gávumild og hjartagóð Árni sigur, at tað er rørandi at síggja, hvussu gávumild og hjartagóð fólk eru. Priv- atpersónar koma á dyrnar við gávum dag eftir dag. Ofta er hetta fólk við til- knýti til sjófólk, ið kenna til tað at sakna síni kæru í jól- atíðini. Men eisini onnur í bara ynskja at geva. Hetta vísir tað allar besta í fólki, sigur Árni. Hann er øgiliga takksamur fyri hetta stóra arbeiðið, ið verður gjørt heilt sjálvboðið, og sendur eina tøkk til øll hesi nógvu, ið hava givið. Hvør einstakur fekk gávu Tað var sera gleðiligt, at kunna geva hvørjum ein- støkum sjómanni eina jóla- gávu, sigur Árni. Hann sig- ur, at sjófólki er sera fegið um pakkarnar, ið gera jólini hugnaligari fyri hesi fólk, ið eru burturi frá sínum kæru í jólatíðini. Hann greiður frá, at vanliga er sjófólkið burturi í millum 5 og 8 mánaðar. Einasta sam- bandið heim er bløðini, ið koma við farmaskipunum. Her er eingin møguleiki hjá familjuni at senda pakkar, so føroysku gávurnar eru sera kærkomnar. Árni sig- ur, at so seint sum fyrra- dagin var ein skipari inni á skrivstovuni og takkaði fyri gávurnar, ið høvdu gjørt jólini umborð so nógv hugnaligari. Takksamir russar Gávumildni hjá føroyingur er eisini komið stjórnini í Moskva fyri oyra, og fisk- arí attachéurin á russiku Sendistovuni Keypmanna- havn Yuri Piskarev, hevur ringt til Faroe Agency og biðið tey vegnað russar um at takka føroyingum fyri hesa stóru vælgerð. 25 jól við jólapakkum Arbeiðið við at samla jóla- pakkar til russisk sjófólk byrjaði í 1981. 27. novem- ber 1981 kom fyrsta skipið á Skipasmiðjuna á Skála. Skipið og manningin var í Føroyum á jólum, og tí fór Árni í samstarvi við Sjó- mansheimi í Runavík at savnað inn gávur til mann- ingina. Hetta hildu tey framvið í nógv ár. Tá skip komu til Vágs á skipa- smiðju í 1985 ,fóru tey eis- ini undir at samla gávir inn til manningina á hesum skipum. Við árunum eru alt fleiri russisk skip komin til Føroyar og tí er rúgvan av jólagávum eisini voksin, Í ár var sostatt talan um 1000 gávir. So nógvar gávir hava vit ongantíð fingið áður, sigur Árni. Føroyingar eru gávumildir og hjartagóðir Árni Dam saman við skiparanum og stýrimanninum á trolaranum Mikhail Verbitskiy, ið var eitt av skipunum, ið fekk føroyskar jólapakkar Mynd: Jóhan Christiansen Eitt undur, at førar- in slapp frá van- lukkuni við lív- inum FERÐSLUÓHAPP Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Ein ferðsluvanlukka uppi á Oyggjarvegnum fríggjamorgunin kundi lættliga elvt til stóran skaða, tá ein bilur fór bóltandi út av vegnum og lendi á takinum. Bil- urin kom suðureftir, men í svinginum omanfyri ríðibreytina, hevur ferð- in helst verið í meira lagi. Í øllum førum fór hann sendandi út av veg- num og bóltandi oman- av, til hann lendi á taki- num, við einum stórum steini inn gjøgnum rútin føraramegin. Tann umleið 30 ára gamli maðurin, sum var einsamallur í bilinum, sat fastur í bilinum, men fekk kortini sjálvur ringt til 112. Hann slapp tó leysur og gekk sjálvur frá biliunum, niðan á vegin, haðan hann varð fluttur á Landssjúkra- húsið til kanningar. - Enn einaferð var tað trygdarbeltið, sum tryggjaði, at ein van- lukka ikki endaði í sorg- arleiki. Tað er eitt undur, at maðurin slapp frá van- lukkuni við lívinum, segði Hermann Brekku, løgreglumaður, sum vit prátaðu við á staðnum. Gekk sjálvur frá bilinum Bilurin fór sera illa – men førarin slapp við lívinum ynd: Jens Kristian Vang