fríggjadagur 10. februar 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 30 - 10. februar 2006
VIÐMERKINGAR
– El- og orkufelagið er
eitt fyrimyndarliga rikið
lutafelag, sum allar komm
unurnar í landinum kunnu
vera ernar av. Við støðug
ari framleiðslu og við soli
dariskum, sambærligum
og eins orkuprísum kring
alt landið. Klárar SEV ikki
nú at standa sína roynd
við vaksandi mótstøðu frá
landsmyndugleikum, ávís
um ”minnilutadiktaturi” og
innanhýsis klandri, so býður
felagnum ikki bøtur. So ein
falt er tað, sigur Arnstein
Niclasen, fyrrverandi býráðs
limur í Havn
»Nei, tú,« segði ein køn
ur fróðarmaður nú ein dag
in: »Vinnumálaráðið hevur
ongan orkupolitikk - men
hevur bara ein altráan neg
ativan: anti-SEV-politikk!«
Hesin persónur er ikki hvør
sum helst, so vit lata hesa
útsøgn standa ómótsagda
eitt bil.
Og millum aðrar døkkar
vinir hjá interkommunala
ljósbirtingarsamtakinum
SEV koma bæði bløð og fjøl
miðlarnir – helst við almenna-
monopol-útvarpi Føroya á
odda. Og hetta oftast í einum
pálúnskum umhvørvishami.
Tí tað er jú so tilforlátiligt.
Onkur ivast kanska í,
um at hugtakið: umhvørvi
bara fevnir um áir, fossar,
gil, mýrar, blotar, hømiliur
og deyðasinu? Men hvussu
man t.d. arbeiðsumhvørvið
vera hjá manningini hjá SEV,
sum ofta ikki kann opna fyri
tíðindunum ella lesa avísir,
uttan at vænta sær eina sær
andi skolu? Man nakað annað
arbeiðpláss í landinum fáa
tílíka viðferð – og tað fyri
almenna rokning?
Søgan um SEV
Í bókini:”Orka og orku
politikkur”,
sum
allir
løgtingslimirnir fingu til
gávus undan viðgerðini um
orkupolitikk í Tinginum í fjør,
stendur nakað soleiðis:
”Søgan um SEV er søgan
um stríð og strev, um andróður
og tvídrátt millum manna, um
andsøgn og tvørsøgn, millum
kommunala felagskapin SEV,
landsmyndugleikar og aðrar
áhugabólkar .
Men søgan ber hinvegin
eisini boð um eitt samfelt
og málrættað strev og stev,
um seigan og treystan róður,
øksl móti øksl, fram móti
stavnhaldinum: hetta at
gróðurseta og menna okkara
egna oyggjaland í fjarløgu
frá meginlandsins fjálga
veingjabreiði.”
Hetta er eisini stavnhaldið,
sum allir føroyingar innast
inni taka undir við, so sum
ætlað varð á minniliga jóla
fundinum í 1888: ”- - at før
oyingar skulu ganga fram í
øllum lutum.”
Nýggjar tíðir
Omanfyri eru nevndir nakr
ir eksternir og loftnaðir
vinir. Men nú er vent í hol
uni hjá SEV sambært stýris
formanninum. Tí nú er fígg
indin eisini innangarðs.
Umboðsráðsformaðurin
hevur stikni ella kompleksir
mótvegis stjóranum og hevur
fingið í part við sær ein hissini
nýskipaðan meiriluta - við
einum persóni í yvirvág - til
at reka stjóra felagsins ígjøgn
um 25 ár úr starvi. (Enn eitt
dapurt dømi um veikleikan í
tí ”representativa” demokrati
inum.)
Men hvat er á vási, spyr
tann vanligi brúkarin?
Munur á monnum
Jú, vit mugu undrast á gongd
ina, sum minnast Hanus
Joensen (á Heygnum), sála,
fyrrverandi umboðsráðsfor
mann, sum altíð gjørdi sítt
ýtasta fyri altíð at hava gott
arbeiðslag bæði mótvegis
stjóra, stjórn, stýrið og innan
fyri umboðsráðið. Og hann
dugdi sera væl á røttum stað
og tíma at seta vitigar og rann
sakandi spurningar. Men hann
var eyðsæð eisini góður við
SEV.
Nú verða ófrættukendir
fundir hildnir í umboðsráði
og stýri við einum ella
fleiri advokatum við lið.
Ikki smávegis ferðalag. Og
til hvat? At fáa frið í lag?
Jamen, eru hesir - láturverjar
lóganna og rættarins - altíð
nóg reinir av hjarta til hetta?
Mong ivast.
Nei, her er onkur ávísur,
sum als ikki maktar sína
uppgávu.
Løgfrøðin er vituliga góð
til at tulka rættarvísindaligan
tekst, men eru løgfrøðingar
teir røttu at heita á, um orsøk
in til trupulleikan eitt nú er
av sálarfrøðiligum slag?
Ein longri
samansvørjing?
Ólag kann altíð komið í á
hvørjari vælferð, men er her
ikki heldur talan um eina
”teimaða samansvørjing”,
sum grensar til rættiliga per
sónsforfylging? (Nakað fyri
Amnesti?) Hetta spyr tann
einfaldi brúkarin hjá SEV, og
sum í sínum stilla sinni helst
vil hava smærri rokningar
fyri streymin, men sum gleð
ist yvir alla framgongd á
elektroniska økinum, eitt nú
at bløð og fjølmiðlar kunnu
koma út regluliga við hjálp av
støðugari orku – mest tí 100%
kommunala elfelagsskapinum
fyri at takka.
Ella er ólagið bara komið
í av vanligari øvund, und
irlutakenslu ella hugi til
klandur? Ið als einki hevur
við jura at gera!
Nú hoyrist frá elfelagnum, at
umboðsformaðurin eftir vild
fær tveitt bæði stjóra og stýrið
á dyr av umboðsráðsfundi,
og at ”hondplukkaðir”
advokatar mestsum yvir
taka dagsskránna. Og at út
spillingin av stjóra, stjórn og
stýri hevur rúmar ræsur.
Ein miðaldarlig
innrás?
Eisini undrar tað mangan,
at umboðsráðsformaðurin
gjørdist talsmaður fyri, at
eingin sum arbeiddi hjá
SEV kundi vera valdur
inn í ella kundi virka í um
boðsráðnum. ”Teir eru
ógegniðir, inhabilir” varð
sagt(!). Men er hetta ikki
ein grov diskriminering av
ávísum fólkum, sum mangan
vita meira um viðurskifti fel
agsins og samfelagsins sum
heild - enn mong onnur, sum
nærmast ”av tilvild” verða
vald í umboðsráðið?
Hetta stendur jú greitt í
andsøgn við vanliga polit
ikkin í øðrum stýrum og
umboðsráðum, eitt nú í
almenna Føroya Banka eru
7 stýrislimir og harav eru 2
starvsfólkaumboð og í Føroya
Sparikassa eru 12 fólk í
stýrinum og harímillum 4
starvsfólkaumboð. Er hetta
hugtakið, sum annars er kent
um lond sum ”medarbejder-
indflydelse” púra kinesiskt
fyri umboðsráðsformanninum
og advokatum hansara?
Liggur hetta stásiliga
slagskip kommununar nú
bakk, sum ein forkrampað
miðaldarlig danga, kend sum
”óupplýst einaveldi”, sum
hesir nýggju makthavararnir
í SEV ganga inn fyri?
Ella, ber nú til at spyrja,
var hetta bara fyrsti liðurin
í einari samansvørjing móti
ávísum manni, fólkum ella
fólkaferð?
Og fyri tað annað skuldi
uppsagnarrætturin viðvíkj
andi stjóranum endiliga flyt
ast úr umboðsráðnum og
yvir í stýrið, sum so - í tøk
um tíma - kundi hava heim
ild til at siga stjóran úr starvi
og tað við brestin. Og ikki
umboðsráðið, sum annars
á sinni hevur sett stjóran í
starvið?
Umboðsráðið var helst ov
tungt hjá ávísum at dansa við.
Hetta fjølmenta forum sum so
mangan hevur sett føtur í spenni,
táið landsmyndugleikarnir,
einstaklingar ella einstakir
bólkar hava roynt at sláa
egoistiska/politiska mynt
av interkommunala felags
skapinum.
Munur á stjórum.
Klæmint Weihe varð noydd
ur til at fara so hvørt úr stýr
inum í Føroya Banka, Undir
sjóartunnilsfelagnum og
Smyril Line, sum hann var
biðin um at koma upp í vegna
hansara kendu kvalitetir sum
leiðari og skilamaður. Hann
hevði hvørki søkt hesar
nevndarsessir ella ”sleikt”
seg politiskt fram til hesi
álitisstørv.
Hetta var greið tala. Við
víkjandi Klæminti, altso.
Men hvussu er við stjór
anum á ÚF?, og sum eg eis
ini havi stóra virðing fyri,
sum ein av okkara bestu
journalistum (eitt nú hansara
sendingar í tøkum tíma um
flogsøgu landsins). Han kann
útmerkað væl muntra sær í
nevndini í Føroya Banka,
og síðani er hann eisini
av landsstýrismanninum,
Jógvani á Lakjuni, valdur
til rættan monopolistiskan
kringvarpsstjóra. Har er alt
í lagið. Sig so tað!
Og hvussu við postverks
stjóranum o.fl.. Hvar er
teirra serliga innsikt í projekt
og tunlar? Og soleiðis kundi
verðið hildið fram við tí
”betra slagnum” í almennu
partafeløgum landsins.
Men kanska er talan bara
um: politiskan lit, vinir
ella kenningar har ”mid
delmådigheitin” verður dyrkað,
kunnu vit einfaldu kanska
spyrja, alt meðan kongressin
dansar og pinnamatar-brigadan
durvar á maktini.
Leiðarar og lagnur
Og hvørjar leiðarar vilja
vit helst hava? Undirbrotlig
hím? Anonymar kópakonur?
Teir almennu høvdingarnar
sært tú bara, táið okkurt gott
er fyri góman fyri almenna
rokning, ella táið búnin
treingir til at luftast.
Tó hoyra vit eitt vet til
kringvarpsstjóran, táið hann
telur kúlur í V-4, og tað er
bara gott at hoyra, at onkur
av leiðarum landsins er
frammi og hampiliga klárur,
so kanska skuldi Klæmint
bara gingið runt og tagt og
kanska lisið elmálarar av?
Tað hevði helst verðið sooo
hyggeligt, ha?
Men tað ger hann ikki -
enn. Todi Jónsson (flest mál
í FCK) stendur heldur ikki
við síðulinjuna og bíðar til
at onkur hissini leggur ein
bólt fyri føtur hansara.
Í bókini ”Hugbirtingar”
eftir Petur W. Háberg verður
eisini sagt frá, hvussu teir ”
miðalmátigu” feldu megin
slóðaran á telefon- og elút
byggingarleið landsins, Ólav
av Heygum. Har stendur m.a.
hetta:”Tað verður sagt, at
táið sakførarin móti honum
kom heim tann dagin, skuldi
hann siga, orðarætt: ” Nu fik
vi ham – Færøernes klogeste
mand!” ” (Kennir nakar rák
an aftur?)
Alduorkuverkið
Sev hevur alla tíðina verið
við til at kanna og royna alt
ernativar orkuleiðir, so sum
vatn, vind, sól og alduorku.
Eitt dømi skal lýsast her.
Við bretsk/fø royska felagn
um ”SeWave” vóru lunnar
lagdir undir eitt alduorkuverk
við Nýpuna í Vágum, og
sum helst skuldi verða eina
”generatión” betri enn hitt
heimskenda alduorkuverkið á
Islay í Hebridunum. Hetta við
initiativi frá SEV, og als ikki frá
landsmyndugleikunum, fekst
eitt hóskandi orkusamstarv í
lag.
Men her sær ikki væl út. Tí
her krevst vituliga neyv vitan
og kunnleiki til alduorku,
elorku, tekniskt enskt mál,
men her máttu Klæmint
og Kr. Fríðrik koyrast út úr
nevnd alduorkuverksins. Og
inn komu aðrir stýrislimir,
sum valla duga meiri av
enskum máli enn tað, sum
stendur í kenda brotinum í
ensku lesibókini í 1. klassa:”
I can hop, I can run” (og
gævi teir gjørdu tað).
Og hetta er vituliga í
minna lagi, táið enskt er
samskiftismálið á øllum
fundum, referatum v.m.,
og hetta eyðsæð á einum
tekniskum enskum máli á
rættiliga høgum støði.
Uppsagnarskriv
til hoyringar
Hetta er eitt nýtt hugtak,
sum ljóðar eitt sindur demo
kratiskt, men í roynd og veru
ofta minnir ikki sørt um
skoðiprocessirnar í Sovjet í
1937. Avgerðin er longu tikin,
restin er sjónleikur og tøgn.
Ein torfør og lítið virðilig
uppgáva. Hoyringarritið frá
nýggja stýrismeirilutanum
er turrgelt fyri jura, men
rokað av tápiligum kenslum
og kompleksum. Máliskan,
mist álit, verður støðugt
endurtikin. Advokaturin,
sum helst er pennaførari, er
ikki júst nakar stílmeistari.
Men hetta er heldur ikki lætt.
Soðið er tunt. Suppubótin
er, sum huppur á haru. Og
salerið fyri ómakin helst
avmarkað.
Og so er heila kompleks-
herferðin, av advokati SEV-
stjórans, so dyggiliga smasja
yvir aftur um netið til: tann
eina og teir fýra og super-
advokatin.
Nakað um
Klæmint Weihe
Vit, sum hava starvast saman
við Klæminti í áravís – bæði
í umboðsráði, stýri og á ann
an hátt - kenna hann sum
ein gløggan og ágrýtnan
leiðara, sum er væl dámdur
av starvsfólkum felagsins og
sum dugir væl at samstarva
við fólk. Vælhýrdur. Og so
er hann fyrst og fremst góður
við SEV.
Hann hevur sínar meining
ar, sum saktans kunnu mýkj
ast, men sum heild eru tær væl
undirbygdar við gløggskygni
og sakligum argumentum.
Og so er hann heldur ikki
”til sølu” fyri ymiskar
tilvildarligar fidus-politiskar-
maktpersónar. Hvørki innan
vinnu ella politikk.
Og hesum er vituliga ogn í,
serliga í hesum døgum og fram
til 2015, táið landið sambært
løgmann skal teljast millum
tey fremstu í heiminum.
Hvør verður endin?
El- og orkufelagið er eitt
fyrimyndarliga rikið lutafelag,
sum allar kommunurnar í
landinum kunnu vera ernar
av. Við støðugari framleiðslu
og við solidariskum, sambær
ligum og eins orkuprísum
kring alt landið.
Klárar SEV ikki nú at
standa sína roynd við vaks
andi mótstøðu frá lands
myndugleikum,
ávísum
”minnilutadiktaturi” og inn
anhýsis klandri, so býður fel
agnum ikki bøtur. So einfalt
er tað.
Roynt varð á sinni at tala
fyri, at bara ein brennistøð
bleiv bygd fyri alt landið,
men tað læt seg ikki gera,
m.a. av ávísum royndum
við avtalusviki og vanligum
sundurlyndi.
Sum nú er, hevur høvuðs
staðarkommunan, sum eftir
fólkatalinum stendur fyri
umleið 40% av búskaparligu
skyldunum hjá SEV, bert
eini 30% av ávirkanini í
umboðsráðnum, og hevur
henda størsta kommunan í
landinum bara hevur 15% av
ávirkanini í stýri felagsins.
Landspartarnir Sandoy
(3%) og Suðuroy (10%)
hava eisini 15% hvør (altso
30% íalt) av ávirkanini í
stýrinum, og sum nú stevna
fram á vandaleið við uppsøgn
av stjóra og eftirfylgjandi
órógvi.
Hvussu við
systemábyrgdini?
Endin kann tí lættliga verða, at
felagið bara dettur sundur, og
tá hevur Tórshavnar kommuna
sínar stórdriftarfyrimunir
umframt ein greitt avmarkaðan
kundahóp. Ávísir partar av
hinum kommunum í landinum
hava ávísar fyrimunir eisini,
men við væl størri rakstrarøki
at røkja o.s.fr..
Aðrar kommunur verða heilt
illa fyri, men tann vissi taparin
í allari uppgerðini og frameftir
verður vituliga útjaðarin og
tann einstaki brúkarin. Lat tað
vera púra greitt.
Og hvør verður tað tá,
sum so skal taka sær av
systemábyrgd samfelagsins
á elorkuveitingarøkinum í
ódnarveðri á degi og nátt?
Hetta er ein annar átroðkandi
spurningur, sum kommunurnar
- og ikki landsmyndugleikarnir
- sjálvbodnar hava tikið á seg
nú hesa seinastu hálvu øldina.
Men lætt verður tað ikki.
Og langt, langt av leið
er aðalmálið skotið: ”At
føroyingar skulu ganga fram
í øllum lutum!”
SEV - enn einaferð í andgletti
Arnstein
niclasen