Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-10, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. februar 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 30 • Fríggjadagur • 10. februar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Tamasi verður í Fuglafirði Seinastu vikuna hevur ÍF havt ein ungarskan spælara til royndarvenjing. Gabor Tamasi er vinstrabeintur spælari, sum serliga verð­ ur brúktur fram eftir vøllin­ um. Hóast Gabor ikki er í kropsligum toppformi enn, hevur hann imponerað fugl­ firðingar við sínum spæli, og ÍF hevur tí gjørt avtalu við hann um, at hann skal spæla fyri teir í hesum kapp­ingarárinum. ÍF hevur mist fleiri spælarar síðani í fjør, men ungarski spælarin verður ein góður styrkur hjá felagnum. Nógvir áskoðarar Tað kann roknast við nógv­ um áskoðarum til steypa­ finalurnar í hondbólti, sum verða spældar leygardagin. Kvinnufinalan er ímillum Neistan úr Havn og Stjørn­ una úr Klaksvík, og hesi bæði feløgini royna nu at mobilisera áskoðarar, so at teirra lið fáa so góðan stuðul sum gjørligt í týdn­ ingarmikla dystinum. Stjørnan skipar fyri ó­keypis bussferð úr Leir­ vík og heimaftur í sam­ bandi við finaluna. Farið verður úr Klaksvík kl. 10.15 leygarmorgunin, og Stjørnan hevur fingið høli í Havn, har áskoðararnir kunnu halda til undan final­ uni. Á heimasíðu sínari roynir Neistin at fáa fólk at koma til dystin. Neistin ætlar at skipa fyri andlitsmáling og biður fólk verða í serligari Neistatroyggjuni. Lagt er tí upp til eina rætta finaluna leyg­ar­dagin – eisini á áskoð­ara­pláss­un­ um. Útlendingar á veg til Skála Málmaðurin Vlada Filipo­ vic og útispælarin Milic Curcic koma báðir aftur til Føroya at spæla við Skála. Meðan miðvallarspælarin Nenad Stankovic ikki fekk sítt uppi­haldsloyvi í Føroyum longt orsaka av einum lítlum mis­taki við lønargjaldingini hjá hon­ um, eru loyvini hjá Fili­ povic og Curcic nú í lagi. Heimasíðan hjá Skála skriv­ ar, at loyvini eru komin fram til Beograd, og at nú er bert talan um dagar, áðrenn teir báðir serbarnir koma til Føroya aftur. Suni Olsen var besti spælarin á vøllin um, tá ið AaB hóskvøldið vann dyst í Royal League. Suni spældi allan dystin í verjuni hjá AaB og fær stórt rós fyri sítt spæl Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Suni Olsen er rættiliga kom­in fyri seg aftur, eftir at hann í fjør breyt fótin. Hós­kvøldið spældi AaB ímóti Lyn í Royal League, og Suni Olsen var við allar 90 minuttirnar. Suni spældi høgri bakkur, tí vanligi høgri bakkurin hevði leikbann, og her var avrikið hjá Suna til reint ug. Heimasíðan hjá AaB skriv­ ar, at Suni Olsen spældi, sum um hann ongantíð hevði gjørt annað enn at spæla høgri bakkur, og heimasíðan vil verða við, at Suni Olsen var besti spælarin á vøllinum. Suni gjørdi mistak Dysturin hóskvøldið var ímóti norska felagnum Lyn, og AaB vann 2-1. Aab kom á odda 2-0 áðrenn hálvleiki. Seint í dystinum gjørdi Suni Olsen sítt einasta mistak í dystinum, og tann støðan end­aði við, at Lyn minkaði um munin til 2-1. Fleiri enn 3.000 áskoðarar vóru til dystin í Aalborg, hóast tað var kalt og hevði hug at kava. AaB hevur fyrireikað seg til Royal League og Sup­er­ liguna við eini venjingar­legu í Turkalandi, har um­støð­ urnar at venja vóru sera góð­­ar. Nú eru Suni og lið­ felagarnir aftur í Danmark, har kuldi og kavi stundum gera tað trupult at venja og spæla. Á nevndarfundi í gjárkvøldi valdi nývalda nevndin í Havnar Bóltfelag Finn Ludvig til nýggjan formann Formansval Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Finn Ludvig hevur sitið í nevndini í Havnar Bóltfelag síðani í 1999, og hann er havnarmaður við stórum H. Sambært heimasíðuni hjá HB hevur tað gingið eitt sindur striltið við at finna nýggjan formann til felagið eftir Birgir Enghamar, sum fór frá á aðalfundinum her­ fyri, men nú er nýggja nevnd­ in so skipað. Nýggja nevndin í HB sær soleiðis út: Finn Ludvig, for­maður, Niels Juel Arge, varaformaður, Helgi Niel­ sen, skrivari, Teitur Jo­hanne­ sen, peningarøkil og Johnny Gaard, nevndarlimur. Til­ takslimir eru Bent Tommy Linklett og Gunnar Mohr. Suni spældi seg inn í hitan Finn nýggjur formaður í HB 38 ára gamli Finn Ludvig bleiv á nevndarfundi í HB í gjárkvøldi valdur til nýggjan formann í siðvanda havnarfelagnum Mynd: www.hb.fo Suni Olsen er aftur á toppinum eftir drúgvan skaða. Hóskvøldið spældi hann 90 minuttir fyri AaB og var besti spælarin á vøllinum