fríggjadagur 10. februar 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 30 - 10. februar 2006
Um tað er nakar
favorittur av vinna
steypafinaluna hjá
monnum í hondbólti,
sum verður leikt
leygardagin, so er
tað StÍF. Síðani VÍF
í 1999 vann finaluna
móti júst StÍF,
hava strandingar á
hvørjum ári koppa
vestmenningum í
steypakappingini
Steypafinala
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
At StÍF hevur sálarliga yvir
takið, ásanna teir báðir,
Borgar Danielsen hjá StÍF
og Harald Bjørgvin hjá VÍF
eisini, nú vit hava sett teimum
stevnu í Miðlahúsinum í
Vágsbotni at tosa um spenn
andi uppgerðina, ið stendur
fyri framman.
Nógv er broytt
Bæði Borgar og Harald
hava spælt hondbólt í bestu
deildini í mong ár. Harald
spældi sín fyrsta dyst á besta
liðnum hjá VÍF longu í 1989,
so hann er ivaleyst ein tann
royndasti leikarin í føroysku
kappingini.
– Tað er nógv broytt síðani
tá. Fyrr vunnu vit altíð á
strandingum, men nú er
støðan ein heilt onnur, og eg
haldi, at hagtølini eru til teirra
fyrimun, sigur Harald, sum
óteljandi ferðir hevur verið
við, tá ið vestmenningar hava
verið noyddir at boyggja seg
fyri strandingum í steypa
kappingini.
Borgar Danielsen heldur
tó ikki, at hagtølini hava so
nógv at siga, hóast teir vóru
við yvirlutan móti júst VÍF
so seint sum sunnudagin, tá
ið teir vunnu greiðan sigur
á Skála.
Vestmenningar hava
bíðað ov leingi
At eitt so mikið siðvant felag
sum VÍF ikki hevur vunnið
steypakappingina síðani í
1999, er alt ov leingi, heldur
Harald Bjørgvin.
– Tað ber als ikki til. Í
fjør kundu vit eins væl havt
vunnið, og vit høvdu sam
band við strandingar, tá ið
einans tríggir minuttir vóru
eftir at leika. Tá brendu vit
eina skotroynd, og teir skora
í hinum endanum, og so var
dysturin avgjørdur. Við eitt
sindur av hepni høvdu vit
eisini kunnað vunnið í fjør,
minnist Harald aftur á.
Hesum tekur Borgar und
ir við, men hann heldur,
at ein av orsøkunum til,
at strandingar so ofta eru
omaná, er hon, at teirra
spælistílur við kontantum
verjuspæli og nógvum
skjótálopum liggur illa til
vestmenningar.
– Fyrr, tá ið VÍF sum oft
ast var omaná, var spælið
hjá StÍF nógv meiri bygt á
bakspæl við góðum skjútt
um, og tá vóru nógvir
sjómenn á liðnum, soleiðis
at tað allatíðina var ein ávís
útskifting av spælarum.
Nú hava vit í fleiri ár havt
eina stammu á liðnum, og
tað hevur ómetaliga stóran
týdning, heldur Borgar
Danielsen.
Málverjarnir
ovurstóran týdning
Spurdir, hvør uppskriftin
upp á ein sigur í finaluni er,
eru teir báðir í stóran mun
rættuliga samdir.
– Tað hevur ómetaliga
stóran týdning, um málverj
arnir hava ein góðan dag.
Marian hjá okkum kann
vinna ein dyst einsamallur,
og hevur hann ein góðan
dag, so vinna vit. So seint
sum í dystinum móti VÍF
á Skála sunnudagin, vann
hann dystin fyri okkum.
Men harumframt ræður
tað um at hava eina góða
verju, og so eisini at fáa
skjótálopini at koyra. Koyrir
liðið hjá okkum, so eri eg
ikki í iva um, at vit vinna,
sigur Borgar Danielsen.
– Skulu vit vinna, so er tað
fyrst og fremst í verjuni, at
vit vinna dystin. Vit skulu
stressa teir, og teir skulu ikki
fáa bílig mál. Síðani ræður
tað eisini um, at vit ikki gera
ov nógvar tekniskar feilir.
Sunnudagin gjørdu vit ikki
færri enn 11 óneyðugar feilir
bara í fyrra hálvleiki, sigur
Harald Bjørgvin.
Ein finala er
nakað serligt
Bæði Borgar og Harald eru
ógvuliga spentir til finalu
dystin, tí sum teir siga, so
er talan um ein heilt serligan
dyst.
– Tað er nakað fyri seg at
spæla eina finalu, tí talan er
um ein alt ella einki dyst,
har bæði liðini hava alt at
vinna og einki at tapa, sigur
Borgar.
Hesum tekur Harald undir
við, og hann sigur seg vænta
ein penan dyst, tí talan er
um tvey lið, ið spæla penan
hondbólt, og tað plagar ikki
at gerast ófantaligt, tá ið
hesi bæði lið hittast, heldur
Harald Bjørgvin.
Bæði strandingar og vest
menningar eru kendir fyri
at hava góðar og trúfastar
áskoðarar, og lítið er at ivast
í, at høllin á Hálsi verður
fullsett leygardagin, tá ið
dysturin verður bríkslaður
í gongd.
– Tað er neyvan nakað
at ivast í, at tað verður ein
ordans dystur bæði á og utt
an fyri vøllin, sigur Harald
Bjørgvin.
Allir mans tøkir
Spurdir, hvussu leikur fer,
eru Borgar og Harald tó
ikki heilt samdir. Sum vera
man roknar Borgar við, at
dysturin fer at enda við sigri
til strandingar.
– Eg rokni ikki við, at teir
fara at fáa serliga nógv mál,
og tí vænti eg, at vit fara at
vinna við eini fimm málum,
og eg giti, at úrslitið verður
26-21 til okkum, sigur
hann.
Hesum tekur Harald ikki
undir við, og hann roknar
við, at tað verður talan um
ein antin ella dyst, sum hann
málber seg.
– Eg vænti, at vit vinna.
Antin verður talan um ein
ógvuligan tættan dyst, ella
koppar dysturin til okkara
fyrimun, og so vinna vit við
eini 6-7 málum. Men skulu
vit vinna, so skulu vit spæla
upp til okkara besta, tí vit
hava tapt so ofta áður, sigur
Harald Bjørgvin.
Hvørki av liðunum hevur
nakran spælara, sum ikki
er førur fyri at taka lut í
finaluni. Hjá strandingum
hevur strikuspælarin Bent
Djurhuus havt ein trupulleika
við knænum, men sambært
Borgari fer hetta ikki at
forða honum í at taka lut í
finaluni.
Hjá vestmenningum eru
allir mans 100 prosent klárir,
sigur Harald Bjørgvin.
Strandingar hava sálarliga yvirtakið
Bæði Borgar Danielsen úr StÍF, v.m. og Harald Bjørgvin úr VÍF, h.m. eru samdir um, at tað eru strandingar, ið hava sálarliga
yvirtakið undan steypafinaluna, sum verður leikt á Hálsi leygardagin.
Mynd: Jens Kr. Vang
Tá ið spælararnir hjá
StÍF og VÍF fara á vøllin at
spæla steypafinalu, verða
tað sjálvsagt tveir mans í
svørtum klæðum, ið skulu
syrgja fyri, at alt gongur,
sum tað skal. Mansfinalan
verður dømd av altjóða
føroyska dómaraparinum,
Andreas F. Hansen og
Eyðun Samuelsen, og júst
teimum báðum fara vit her
á blaðnum at fylgja neyvt í
sambandi við finaludystin og
fyrireikingarnar til dystin.
Kvinnufinaluna millum
Stjørnuna og Neistan døma
Dánjal Samuelsen og Heri
Petersen.
tn
Tað verða teir báðir,
Andreas F. Hansen og Eyðun
Samuelsen, ið skulu døma
steypafinaluna hjá monnum
í ár.
Eyðun og Andreas
døma mansfinaluna