fríggjadagur 10. februar 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 - 10. februar 2006
23
Birita Wardum kemur
heim at styrkja um
hópin, sum eisini
hevur Ásu á Neystabø
á navnalistanum
Kvinnufinalan
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Talan var um beiskan bita, tá
Neistin í fjør mátti lúta fyri
Stjørnuni í finaludystinum.
Leingi hevði Neistin tá bestu
kortini á hondini, men at
enda koppaði javnvágin
kortini.
Sama søgan hevur eisini
endurtikið seg einar tvær ella
tríggjar ferðir síðani tá, og ti
skal eingin ivast í, at talan
verður um nakrar uppsettar
spælarar, sum fara á vøllin
leygardagin.
Loysir seg ikki
Hóast uppsettar, so hava
tær í Neistanum tó roynt at
fyrireika seg til dystin á van
ligan hátt.
– Tað loysir seg nokk sjáld
an at blása fyrireikingarnar
til slíkar dystir ov nógv upp.
Vit vita allar, hvat hetta snýr
seg um, og tí mugu vit syrgja
fyri at fáa okkara besta spæl
fram. Og so ikki meira enn
tað, heldur Annika Thomsen,
sum væl kann verða ein av
heilt týdningarmiklu spæl
arunum leygardagin.
Hon sigur, at tær høvdu
sína seinastu venjing hós
kvøldið. Fríggjadagin skuldu
tær hittast at síggja seinasta
dystin, sum tær spældu móti
Stjørnuni, og í aðrar mátar
mugu tær so bara fyrireika
sum vant.
Styrktur hópur
Við at hyggja at navnaseðl
inum, so sæst kortini, at
Neistin hevur lagt nógv fyri
í fyrireikingunum til dystin.
Birita Wardum, sum hevur
verið uttanlands í nøkur
ár, men sum spældi við alt
grundspælið, kemur heim
til dystin. Hartil er Ása
á Neystabø nú eisini tøk.
Hon breyt annars hondina,
tá Neistin seinast spældi
móti Stjørnuni, men sein
astu vikuna hevur hon vant,
og hon verður tí helst í hóp
inum. Hartil hevur eisini ver
ið tosað um at fáa Anniku
Ljósstein heim til dystin,
men tann ætlanin er so slept,
skilst. Tað kundi annars verið
eitt lítið kuriosum í hesum,
tá Annika hevur fingið sína
hondbóltsuppaling í Stjørn
uni.
Halda góðu gongdini
Tá tosið fellur inn aftur
á sjálvan dystin, heldur
Annika, at tær fyrst og
fremst mugu hugsa um seg
sjálvar í fyrireikingunum.
– Tað hevur gingið væl
seinastu dystirnar. Eftir at vit
í fyrru hálvfinaluni móti StÍF
spældu ein vánaligan dyst,
hava vit veruliga lyft okkum.
Spælið hevur koyrt væl, og
tað verður eisini neyðugt
leygardagin. Uppskriftin
verður tann vanliga, har vit
fyrst og fremst skulu fáa
verjuna at rigga, og síðani
kunnu vit so byrja at hugsa
um álopspartin, heldur
hon.
– Vit vilja í øllum førum
gera alt tað, sum vit eru
mentar, soleiðis at tað hesa
ferð verður okkara túrur at
lyfta steypinum, slær Annika
Thomsen fast at enda.
Sleppur Una Olsen
aftur í ár upp á
pallin eftir Coca-
Cola steypinum, fær
Stjørnan samstundis
steypið til ognar
Kvinnufinalan
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í Klaksvík royna spælararnir
at gera sum minst burturúr,
at dysturin leygardagin er
eitt sindur meira serligur
enn aðrir dystir.
Sum so kunnu tær kanska
eisini taka tað nakað róligt,
tí hetta at spæla avgerandi
dystir er so ikki nakað
nýtt fyribrigdi hjá liðnum.
Tær hava at kalla verið
fastur partur av føroyska
hondbóltsoddinum seinastu
fimm-seks árini. Og tey
bæði seinnu árini hevur
hetta givið úrslitð í millum
øðrum tveimum vunnum
steypafinalum.
Hugurin at spæla finalur
hvørvur tó ikki, bara tí spæl
arar eru vanar við hetta.
Og Una Olsen, liðskipari
á liðnum, er eisini skjót at
staðfesta, at tær eru spentar
til dystin.
– Tú verður ongan tíð
troytt av at spæla slíkar dyst
ir. Um nakað, so er talan um
ein enn meira serligan dyst
hesaferð. Vinna vit, so hava
vit jú vunnið steypið trý ár
á rað, og tí kunnu vit tryggja
okkum tað til ognar, sigur
hon.
Í finalu kann alt henda
Finalusigurin fyri einum ári
síðani kom til høldar eftir
dyst móti Neistanum, sum
jú eisini er mótstøðuliðið
leygardagin. Ta ferðina vóru
tað tó leingi tær bláu, sum
høvdu munin, men at enda
knógvaðu reyðu stjørnurnar
kortini mótstøðuni. Ein dyst
argongd, sum eisini hevur
endurtikið seg einar tvær-
tríggjar ferðir, tá Stjørnan
og Neistin hava spælt.
Vísandi til hetta slær
Una eisini fast, at talan ikki
verður um nakran lættan
dyst.
– Tað plagar jú at verða
tikið til, at ein finala er ein
finala. Tað er bara ein dystur,
har alt verður avgjørt, og tí
kann alt henda. Og Neistin
hevur eisini eitt gott lið. Tal
an hevur ofta verið um sera
tættar dystir móti teimum
seinasta árið. So vit taka
einki fyri givið.
Hugsa ikki sum
favorittar
Skal metast um sannlíkið
undan dystinum, so munnu
tey flestu nokk meta
Stjørnuna sum favoritt til
steypið. Bæði tí Stjørnan í
landskappingini hevur sýnt
seg sum sterkasta liðið. Men
kanska eisini, tí Neistin enn
ikki hevur megnað at bast
klaksvíkarkvinnunum, hóast
møguleikin onkra tíð hevur
verið heilt stórur. Nakað,
sum kanska bendir á, at
Stjørnan er tað avgerandi
pettið kaldari, tá avgerandi
støðurnar í dystinum eru.
Una vil sum so ikki av
vísa, at hetta ger Stjøruna til
favorittar. Men hon avsann
ar púrasta, at hetta er nak
að, sum spælararnir taka til
sín.
– Tá úrslitini hava verið,
sum tey hava verið, so eru vit
kanska betra liðið á pappír
inum. Og sum so trívast vit
ikki illa sum favorittar.
– Men tú skalt eisini minn
ast til, at Neistin hevur eitt
fínt hondbóltslið, sum hev
ur havt sera góð úrslit sein
astu tíðina. So talan verður
um ein knallharðan dyst.
Tað ræður um at koma væl
ígongd við dystin uttan ov
nógvar nervar. Og so má
verjan fáast at rigga alt fyri
eitt. Ger hon tað, so plagar
restin av spælinum at fylgja
við av sær sjálvur, sigur lið
skiparin hjá Stjørnuni. Ein
liðskipari, sum vónar, at hon
leygardagin fyri triðu ferð á
rað kann lyfta stór steypið
upp móti stjørnunum.
Neistin styrkir
seg til finaluna
Við skotsterka vinstra arminum kann Annika Thomsen væl
gerast ein av heilt týðandi Neista-spælarunum í kvinnufinaluni
leygardagin
Stjørnan vil
eiga steypið
Tvær tær seinastu steypafinalurnar hevur Una Olsen lyft Coca-Cola steypið. Ger hon tað aftur
hesaferð, er steypið ogn hjá Stjørnuni
Dystir um vikuskiftið
Coca-Cola kappingin, finalur
Kvinnur
Dagur Kl.
Dystur
Dómarar
11.02 15.00 Neistin-Stjørnan Heri Petersen & Dánjal Samuelsen
Menn
11.02 17.00 VÍF-StÍF
Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen
Flogbóltur
Meistaradeild kvinnur
12.02 14.00 KÍF-Mjølnir
ÍF
12.02 15.00 TB-SÍ
Dráttur
Meistaradeild menn
12.02 16.00 Nøvan-Mjølnir
SÍ