Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-10, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. februar 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Nr. 30 - 10. februar 2006 Tríggir limir í nevndini hjá FSF standa fyri vali, men bert eitt nýtt uppskot er til nevndina Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Stórur spenningur er um formansvalið í Fótbólts- sambandinum, sum verður um eina góða viku. Birgir Enghamar og Óli Holm skulu dystast um hendan sessin. Sama dag verður eisini nevndarval til FSF, og her standa tríggir mans fyri vali. Bjarki Mohr, Rúni Heinesen og Magnus á Stongum hava allir sitið í nevndini síðani aðalfundin fyri tveimum árum síðani, og nú skulu teir veljast av nýggjum Bjarki Mohr hevur boðað frá, at hann stillar ikki uppaftur. Hann hevur ætlanir um at fara av landinum, og tí kann hann ikki binda seg til eitt nýtt tíðarskeið í FSF- nevndini. Hinir báðir limirnir, Rúni Heinesen og Magnus á Stongum, stilla báðir uppaftur. Eitt nýtt uppskot Tá ið freistin at koma við uppskotum til nevndarvalið var úti hóskvøldið, var bert eitt uppskot latið FSF. Tað er Høgni í Stórustovu úr Havn, sum nú er í uppskoti. Hann er HB'ari og starvast í Føroya Banka. Harvið tykist spenningurin ikki verða so stórur um sjálvt nevndarvalið, tí tríggir mans stilla upp til trý tøk pláss. Nevndarlimirnir í FSF, sum ikki standa fyri vali hesaferð, eru Niklas á Líðarenda, næstformaður, Jens Erik Magnussen og Karl Vidtfeldt. Start á stórskíggja Felagið hjá Toda Jónsson byggir nýggjan leikvøll í Kristiansand, og felagið hevur nú keypt tveir risastór sjónvarpsskíggja fyri átta milliónir norskar krónur. – Um skíggjarnir verða klárir at taka í brúk í 2007, tá ið leikvøllurin er liðugt, er ikki vist, men vit ætla at raðfesta stórskíggjarnar høgt í okkara íløgum, sigur Ernst Ravnaas, høvuðsmaður í byggingini, við norska blaðið Fedrelandsvennen. Byggingin av nýggja leikvøllinum hjá Start byrjaði fyri einum mánaði síðani, og ætlanin er at gera tað mesta og mest modernaða stadionið í norðurlondum. Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Dráttur 15 14 - 1 44 17 27 18 2 ÍF 16 9 - 7 36 28 8 12 3 TB 15 8 - 7 31 23 8 12 4 SÍ 15 9 - 6 34 28 6 11 5 Mjølnir 15 3 - 12 16 39 -23 4 6 KÍF 14 2 - 12 12 38 -26 3 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Fleyr 12 10 - 2 32 14 18 13 2 SÍ 11 8 - 3 27 14 13 10 3 Mjølnir 11 6 - 5 24 16 8 8 4 ÍF 11 4 - 7 17 23 -6 5 5 Nøvan 11 0 - 11 0 33 -33 0 Talan verður at kalla um lagnudyst, tá SÍ sunnudagin vitjar hjá TB í Trongisvági. Efitr at tær stóran part av árinum hava verið hampuliga trygt á øðrum plássinum í landskappingini, eru sørvágskvinnurnar seinastu vikurnar dotnar niður á fjórða plássið. Talan er tó enn um knallharðan dyst móti TB og ÍF um silvurið, og í hesum er dysturin í Trongisvági sera t‡dningarmikil. Hóast tað enn er nakað eftir á mál í kappingini, so kann taparin av hesi uppgerðini væl vera mest sum úti úr silvurstríðnum, og tað er ein lutur, sum hvørgin parturin vil lata sær lynda. Í botninum verður talan eisini um rættiliga avgerandi dyst, tá KÍF tekur móti Mjølni. Mjølnir tóktist annars at hava vissað sær sessin omanfyri strikuna, tá tær vunnu heimadystin móti KÍF. Men tá KÍF fyri stuttum basti SÍ, góvu tær eisini sær sjálvum eina lívlínu. Í sjálvum sær er aftasti sessurin tó ikki nøkur vanlukka hjá hvørgum av pørtunum. Talan er ikki um beinleiðis niðurflyting, men um dyst móti sterkasta liðnum í 1. deild. Og tí er talan um ein næsta kjans at kalla. Hjá monnum verður bara ein dystur spældur um vikuskiftið. Hesir verður á Eiði, har Mjølnir kemur á vitjan hjá Nøvuni. -mørk Høgni í uppskoti til FSF-nevndina Silvurdysturin er harður Kvinnurnar hjá TB og SÍ spæla ein týdningarmiklan dyst í Trongisvági sunnudagin Umboð fyri Fót­ bóltssambandið hava í gjár og í dag verið á fundi í Paris, har londini í okkara EM-undan- kappingarbólki royna at gera eina dystarskrá fyri næstu tvey árini. Samráðingarnar vóru sera truplar Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tá ið blaðútgávan av Sosialinum fór til prent­ ingar seinnapartin í dag, vóru londini í okkara EM- bólki ikki komin ásamt um, hvussu dystarskráin fyri komandi EM- und­an­kapp­ ingina skuldi síggja út. Føroyar, Skotland, Frak­land og Italia vóru rími­liga samd fyrrapartin fríggjadagin, men tey eystureuropeisku londini vóru tung at dansa við. Eina løtu um middagsleitið, tá ið vit seinast frættu frá samráðingunum, hótti okkurt av londunum við at rýma frá samráðingunum. Vilja sleppa undan UEFA Eftir at lutkast hevur verið um, hvørji lond koma í bólk saman, fáa londini sjálvi møguleikan at leggja dystirnar, sum tey vilja hava teir. Verða tey ikki samd, dreg­ ur UEFA eina tilvildarliga dystarskrá, men hetta vilja londini sleppa undan, tí so kann dystarskráin rættiliga koma upp á tvørs – ikki minst hjá Føroyum, sum vil sleppa undan at spæla dystir mitt á vetri. Tá ið vit frættu seinast um middagsleitið fríggjdagin, skuldu samráðingarnar halda fram, hóast tað var ein kreppa í samráðingunum, og okkurt av londunum hótti við at rýma. Samráðingarnar vóru truplar Á miðdegi fríggja­ dagin var føroyski landsliðsspælarin Jón Rói Jacobsen hjá lækna, har hann fekk at vita, at skaðin, ið hann fekk undir dysti fyri AaB, ikki var so álvarsligur, sum onkur stúrdi fyri Útiseti Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað eru bert nøkur fá ár síðani, at Jón Rói, sum tá var í Brøndby, fekk ein álvars­ ligan krossbandsskaða, sum helt honum burturi frá fót­bóltinum í okkurt um eitt ár. Fleiri bóru ótta fyri, at tað var sami skaði, ið Jón Rói fekk undir venjingardysti, tá ið nýggja felagið hjá honum, AaB, var á venjingarlegu í Turkalandi, men so var ikki. Boðini frá læknanum í dag vóru tey, at talan er um eina veskusamling, sum fer at forða honum í at spæla í okkurt um ein mánað. Harmi­ ligt fyri føroyska spælaran, men tað hevði kunna verið verri. Jón Rói slapp við hvøkkinum