Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-10, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. februar 2006síða 35

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

35 Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Nr. 25 – 3. februar 2006 Bókaútsøla Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Næsta mánað byrjar stóra várútsølan av føroyskum bókum, sum Bókhandlarafelagið og Bókadeildin skipa fyri. Hóast talið á føroyskum útgávum er vaksið alsamt seinnu árini, er føroyski marknaðurin framvegis so mikið avmarkaður, at bókaútsøla bert er triðja hvørt ár. Bøkurnar, sum verða seldar á bókaútsølu, skulu vera í minsta lagi trý ára gamlar og kunnu bert verða við á tveimum útsølum. Fjølbroytt úrval Men ríkiligt er framvegis at velja ímillum, og væntar Kári Árting á Bókasøluni í SMS, at eini 250 – 350 tittlar innan allar sjangrur verða at finna á komandi bókaútsølu. Eins og undanfarin ár, hava fyriskiparnir eisini heitt á privatfólk um at gera vart við seg, um tey hava bøkur, sum tey vilja hava við á bókaútsøluna. – Vanliga hava vit eina rættiliga góða mynd av, hvat tey stóru forløgini møguliga liggja inni við. Men í Føroyum finnast tað jú nógv, sum geva bøkur út á egnum forlagið og kanska eisini liggja inni við einum restupplagi, sum vit ikki vita um. Slíkum taka vit eisini fegin ímóti til útsøluna, sigur Kári, sum heldur, at hesar privatu útgávurnar ofta eru við til gera útsøluna enn meir fjølbroytta og spennandi. Hóast bøkurnar, sum eru við á bókaútsøluni, ikki eru nýggjar, ger tað ikki úrvalið minni spennandi heldur Kári. Tvørturímóti er bókaútsølan í ávísan mun at líkna við eina søguliga kanningarferð gjøgnum eldri føroyskar bókaútgávur. – Tað koma jú meir enn 100 nýggjar føroyskar bøkur út á hvørjum ári. At onkrar verða gloymdar er kanska ikki so løgið, men tað merkir ikki, at tær hava mist áhuga, sigur Kári og vísir á, at á tann hátt verður útsølan ofta ein áminning um bøkur, fólk ikki fingu í lag at keypa, men framvegis fegin vilja hava. Bókasølan verður tá ofta seinasta útkall at fáa sær hendir á teimum. Potter-effekt Til hesa bókaútsøluna er Kári serliga spentur at síggja, hvussu tað fer at ganga við søluni av ung­ dómsbókum. Ungdómsbøkur eru ikki tær, føroyskir bókahandlar hava selt mest av, men okkurt bendir á, at ein broyting nú er á veg. – Harry Potter bøkurnar mugu sigast at hava vakt ein heilt nýggjan lesihug millum ung, sum tykist at breiða seg til aðrar ungdómsbøkur. Tað er væl hugsandi, at hetta fer at síggjast aftur á bókaútsøluni í ár, heldur Kári. Kári letur annars væl at áhuganum fyri bókaútsøluni sum heild. Fólk keypa heilt nógvar bøkur á útsøluni, og tað kemst ikki bara av freistingini at kunna ogna sær eina bók fyri á leið hálvan prís. Nógv koma við onkrari heilt ávísari útgávu fyri eyga og brúka ofta útsøluna sum høvi at skaffa sær manglandi eintøk í eini bókarøð ella røð av tíðarritum. Á seinastu bókaútsølu vóru til dømis fleiri eldri útgávur av Kvinnutíðindi við, og vóru hesi millum tey fyrstu, sum fóru yvir um diskin. Bókaútsølan verður í døgun­ um 29. mars til 6. mai. Stór útsøluavís verður send út nakrar dagar áðrenn, so fólk í frið og náum sleppa at kunna seg um útsølubøkurnar. Ein søgulig ferð gjøgnum føroyskar bókaútgávur List – uttan uttanumtos Lennart Gottlieb, Forsvar for kunstrummet, Gads Forlag, 2006 Tað tænir ongum at pedagogisera ella kanonisera listina fyri at fáa fleiri at gera brúk av henni. List er hvørki terapeutisk ella uppbyggilig og skal haldast langt burtur frá undirhaldsmentanini og øðrum politiskum ágangi. Tað sigur listasøgufrøðingurin Lennart Gottlieb í nýggju bókini Forsvar for kunstrummet, har hann í eini røð av hvøssum greinum ávarar móti list, sum lifrar fyri hissini rákum ella bjóðar seg fram sum ein “happening” í ymsum gølu­ kendum líki. Í sínu verju fyri sokallaða “listarúminum” snýr list seg, fyri Gottlieb, um samskiftið millum tann einstaka og listarliga verkið. Listarúmið er summurin av teimum týdningum og møgu­ leikum, sum koma fram í sam­ spælinum millum áskoðara og verk. Hvørki meir ella minni. Tí skulu vit heldur ikki lokka fólk inn á listasøvnini út frá øðrum treytum, um tey ikki tíma. Tað einasta, sum hendir, er, at tey sum veruliga vilja uppliva list, halda uppat at koma. Tað fremur sum kunnugt ofta fatanina at yvirdríva, og tað ger Gottlieb í stóran stíl, samstundis sum hansara neyvu listafrøðiligu greiningar geva retorikkinum dýbd. Í løtum kann sjónarmiðið hjá høvundanum tykjast heldur sjálvshyggið, men man kann ikki taka frá honum, at hansara verja av listarligu fakligheitini er sera sannførandi. Terrorisma fyri børn Sindre Mekjan, Fille i Eventyrland, Damm, 2006 Norski rithøvundurin og journalist­urin, Sindre Mekjan, sum í 2003 gav út bókina Liberty St um álopini á World Trade Center, roynir seg nú við enn eini bók um yvirgang – hesuferð fyri børn. 12 ára gamla sjórænaragentan Fille býr í eini gamlari dangu í stuttleikaparkini Ævintýrland. Ein dagin varnast Fille og vin­ fólkini, at onkur er farin at byggja okkurt undir eini stórari prosending, har óunniligir menn ganga og halda vakt. Ongin veit, hvat tey byggja, men gamli sjórænarin Eitteyga sigur, at onki fer at verða, sum fyrr, tá tað verður avdúkað. Fille og vinirnir seta sær fyri at finna út av, hvat fjalir seg undir prosendingini, og skjótt verða tey drigin inn í ein leik, har kríggj, yvirgangur, fundamentalisma, og sjálvmorðsatsóknir er vorðið partur av teirra barnaverð. Spurdur, um slíkt ikki er heldur ósømiligt, sigur høvundurin, at vit kunnu allíkavæl ikki verja børnini móti ræðuleikunum, sum henda úti í heimi. – Eg kann sita og leita eftir eini tónleikrás í útvarpinum og eftir fáum sekundum hava hoyrt, at 50 fólk eru dripin í einum bumbuálopi. Børnini hoyra tað eisini og halda, at tað er hent á gøtuni beint uttanfyri og kann raka tey og teirra familju hvørja løtu. Tað er týdningarmikið, at børnini hava onkran at tosa við um slíkt, sigur Sindre Mekjan við Aftenposten. So er løtan skjótt komin, har føroyskir lesarar sleppa á kann­ingarferð í eldri føroyskum bóka­útgávum. Stóra bókaútsølan nærkast við góðum bókakvettum í eyg­ sjón og kanska eini áminning um bókina, tú hevði gloymt, at tú einaferð ynskti tær Fille i Eventyrland Kári Árting í Bókasøluni í SMS letur sera væl at áhuganum fyri útsøluni av føroyskum bókum. Ì løtuni er hann í ferð við at skipa fyri stóru bókaútsøluni, sum verður í døgunum 26. mars til 6. mei Meðan milliónir av muslimum kring heimin eru í øðini yvir Moham­med tekningarnar í Jyllandsposten, hevur ongin giv­ið sær far um tekningarnar í bók­ini, sum var byrjanin til alt stríðið. Nú hevur øsingin havt við sær, at sølan av bókini Mohammed og profeten eftir Kåre Bluitgen er farin at ganga strúkandi. Við bókum, sum hesum, er tað ógjørligt at spáa um søl­una. Tá vit gjørdu av at geva hana út, mettu vit, at hon kanska fór at verða seld í á leið 2000 eintøkum yvir eitt longri tíðarskeið, sigur stjórin á forlagnum Høst & Søn. Men nú boða alsamt fleiri danskir bókahandlar frá, at bókin er út­seld og at fólk spyrja eftir henni hvønn dag. Næsta upplagið er tí longu á veg. Tað kemur óvart á høundan, at bókin selur so væl, men tað undrar hann ikki, at hon í sær sjálvum ikki hevur elvt til meir kjak. Tað var nevniliga ongantíð ætlanin við henni, sigur Kåre Buitgen. Muhammed tekningar góð reklama Mohannmed og profeten – bókin, sum byrjaði alt stríðið um Mohammed tekningarnar