fríggjadagur 10. februar 2006síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 – 10. februar 2006
34
Kór
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Tórshavnar Manskór er virkið
kór og hevur m.a. verið á ferð
í Íslandi fyri stuttum. Tann
26. januar hevði kórið konsert
í Miðlahúsinum í Vágsbotni og
á skránni var m.a. eitt verk, ið
er forvitnisligt, tá tað verður
sett í samband við kór. Talan er
um rocklagið, klassikaran, hjá
Queen, Bohemian Rhapsody.
Men hví valdi Tórshavnar
Manskór kenda rock klassikaran?
– Allir í kórinum hava altíð
dámað lagið sera væl. Og tað
hevur eisini nakað við stílin
hjá Queen, tá teir komu fram,
at gera, sigur Bjarni Restorff,
kórleiðari.
Queen fekk nýggj element
inn í rocktónlekin. Teir útbygdu
og fingu klassiskan tónleik
og kirkjulig tonal element inn
í rocktónleikin, sigur Bjarni
Restorff.
– Klaver og sangur fingu
framstandandi leiklut. Teir vóru
eisini góðir tónleikarar, studio
tónleikarar, um eg ikki fari
skeivur. Teir høvdu umstøður og
tíð og gjørdu kór til løgini. Og so
høvdu teir jú góðan forsangara.
Teir tóku nýggju elementini inn í
tónleikin og fingu eitt snið, sum
okkum dámar. Tí hildu vit tað
vera stuttligt at royna okkum við
hesum verkinum, sigur Bjarni.
Torført
– Queen syngur verkið í upptøku
hølunum við Freddy í fremstu
røð. Vit syngja tað sum kór.
Teir hava havt stundir at gera
ymiskt, sum teir ikki hava roynt
í veruleikanum. Ístaðin hava teir
so nýtt royk og ljós, tá verkið
hevur verið framført á palli,
kanska eisini við playback. Og
tey torføru støðini í verkinum
hava fingið heilt annan dám av
hesum, so lætt er verkið ikki
at framføra, staðfestir Bjarni
Restorff.
Hann sigur, at Súni Christian
sen, kórlimur, leitaði longi eftir
eini útseting av verkinum fyri
manskór og at enda funnu teir
tvey og valdu eina útseting fyri
manskór og klaver. Árni Hansen
leikti klaver, men við stuttari
freist kom eisini Herluf Lützen
uppí við guitara, fyri at fáa rætta
dámin yvir framførsluna.
Tórshavnar Manskór, ið fyri
stuttum hevur verið á íslandsferð,
sang eisini ymsar aðrar sangir, ið
teir eisini sungu á ferðini, m.a. Er
lívið ikki herligt, har Tór Verland
Johansen er solistur. Aðrir solist
ar vóru Petur Niclasen, Andreas
Reinert og Fróði Sandoy.
– Vit høvdu eina konsert uppá
1 tíma og 15 minuttir, men hon
gjørdist ongantíð keðilg, sigur
kórleiðarin.
Um ætlanirnar sigur hann, at
onkrar ætlanir um ferð til Dan
markar hava verið, men onki er
víst hesum viðvíkjandi. Sjálvur
kundi kórleiðarin hugsað sær at
havt onkra konsert til várs, ið
verður eitt sindur øðrvísi.
– Tað vil siga, at vit taka okkurt
seriøst og okkurt óseriøst við. Og
nú Herluf er við á guitari, so eru
eisini nýggir møguleikar, sigur
Bjarni Restorff.
Um fløguætlanir sigur hann,
at teir taka upp alla tíðina og at
teir í fjør gjørdu fleiri góðar upp
tøkur, men onki liggur
fast um eina komandi útgávu.
Tórshavnar Manskór hevur tvær
útgávur á baki.
Jógvan Dahl, lurtari
– Komu væl frá tí
Ein av lurtarunum í Miðlahúsinum, tá Tórshvnar Manskór
hevði konsert 26. januar, var Jógvan Dahl, tónleikari.
Hann helt talan vera um eina hugnaliga løtu:
– Kórið sang væl og var avslappað og teir dugdu væl at
gera løtuna hugnaliga og stuttliga. Teir dugdu væl at gera
løtuna so, at tað gjørdist óformelt. Og teir spentu víða
tóneikaliga og sungu á fleiri málum, sigur Jógvan Dahl.
Rhapsody
Jógvan Dahl er sjálvur tónleikari og er partur av ættarliðnum,
ið óivað hevur fylgt við Queen og hevur lagt til merkis, tá
verkið Bohemian Rhapsody kom út í sjeytiárunum.
– Tað er eitt torført verk og er sera troført at framføra.
Manningin í Queen hevur jú nýtt nógvar snildir, ið bert eru
møguligar í upptøkuhølunum. Men Manskórið kom væl frá
framførsluni og talan var um eina góða heildarmynd. Eg má
siga, at eg hevði eina jaliga uppliving, sigur Jógvan Dahl um
konsertina í Miðlahúsinum við Tórshavnar manskóri.
Bohemar í Manskórinum
Bohemian Rhapsody hjá Queen er eitt av yndisverkunum hjá
limunum í Tórshavnar Manskóri. Hóskvøldið 26. januar framførdu
teir verkið í útseting fyri kór og klaver, men eisini guitari var við. –
Queen fekk nýggj element inn í rocktónlekin. Teir útbygdu og fingu
klassiskan tónleik og kirkjulig tonal elemnet inn í rocktónleikin,
sigur Bjarni Restorff, kórleiðari