fríggjadagur 10. februar 2006síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Ummæli
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Eg skal viðganga, at tað vóru
ikki tær stóru vónirnar, ið
eg hevði, tá eg legði fløguna
International hjá seytjan
ára gamla Thor Simonsen í
fløguspælarin. Húsin útstrálaði,
at hetta var nokkso hálvgum.
Eitt sindur av grafiskum krutli,
og ein sera ring mynd av unga
listamannium. Stutt sagt grafiskt
makkverk. Tíðindaskrivið gjørdi
ikki vónirnar nógv betur. Ein
seytjan ára gamal drongur, hevði
tikið fløguna upp sjálvur, hevði
spælt alt inn sjálvur, ljóðblandað
sjálvur og lagt til rættis sjálvur.
Tað var tí við ivasomum
spenningi, at eg setti meg væl til
rættis at lurta. Men eg hevði ikki
lurtað leingi áðrenn orðið WOW,
snýkti seg um varrarnar hjá mær.
Hetta var ordiliga gott!
Jú gamaní, fløgan hevði klætt
at blivið produsera, og upptikin
og ljóðblandað av onkrum sum
hevði størri royndir. Men tað
hevði bara flutt fløguna frá, at
verið ein sera góð fløga til at
vera ein altjóða hittfløga. Fløgan
er stutt sagt ordiliga feit!
Hetta er fyrsta ordiliga Hipp
Hopp útgávan í Føroyum. Hipp
Hopp hevur í fleiri ár selt væl í
Føroyum, men eingin tílík fløga
er útgivin her fyrr. Hetta er
poppur við góðum melodiium,
fangandi niðurløgum og rappi.
sum riggar ótrúliga væl. Tað er
týðiligt, at Thor hevur lurtað
eftir stórum Hipp Hopp nøvnum
sum Eminem, Jay Z og teimum
betru r’n’b nøvnunum. Men
her er eisini nógv annað. Hetta
kemur serliga til sjóndar á
seinnu løgunum á fløguni. Fyrstu
løgini eru rættiliga mainstream
Hipp Hopp, men tónleikurin
gerst meira eksperimenterandi í
nøkrum av seinnu løgunum. T.d.
løg sum “a tragic love ballad”
og svakliga “keep this on the
low” har fjasi fær ordiligt pláss.
Hetta heldur fram á lagnum
“hotdog stand”, ið handlar um
hotdog sølumannin og hansara
kenslur, har ljóðið av at eta gerst
tónleikur, fittur r’n’b poppur við
smaskum og tyggjan. Rappið fær
alt minnið pláss á fløguni, og tey
trý seinastu løgini, never alone,
all i’ll say og our story eru penur
poppur, sum als ikki luktar av
hipp hopp.
Hamrandi góð løg
Styrkin á fløguni er fyrst og
fremst, at løgini eru hamrandi
góð. Hetta er somuleiðis
høvuðsorsøkin, at eg kundi
hugsað mær at fingið hana
produseraða av onkrum, ið
veruliga kundi lyft hetta til tað
støðið í løgini hava uppiborið.
Tí fløgan ljóðar líka væl, sum
nógv av tí, ið kemur út, og so
øgiliga nógv betur enn eg hevði
væntað, tá eg hoyrdi, at hon var
heimagjørd.
Thor syngur við nógvari
sjarmu og innliving og rappar
betur enn nakar føroyingur hevur
gjørt áður. Mær dámar stak væl
røddina. Hann ljóðar sannførandi,
avslappaður og eitt sindur
ófantaligur á tann kula mátan.
Hetta er høg góðska.
Tekstir, ið rigga
Thor hevur skrivað tekstirnar
sjálvur. Tað er øgiliga nøktandi
at hoyra enskar tekstir frá
føroyskum hondum, ið veruliga
eru væl skrivaðir og skrivaðir á
góðum enskum. Í fyrstu løgunum
snýkir onkur føroysk regla seg
inn, og tað riggar væl. Tann eitt
sindur innantómi obligatoriski
hip hop sangurin um at
ballast Faroes by night, verður
knappiligur stuttligur, tá Thor
frá at rappa um party syngur:
“Nú ballast vit!”. Hetta eru ikki
djúpastu tekstir í heiminum,
men teir rigga og fáa heildina at
hanga saman.
Hittpotentiali
Tað er ringt at velja nøkur
hæddarpunkt á fløguni, men hitt
potentiali í løgunum Faroes by
night, flirt og lagið, ið nú roynir
seg á 15 teimum bestu “back it
up” er stórt. Persónliga dámar
mær eisini væl Iqaluit, Baby,
ið hevur fest seg í heilan hjá
mær. International er uttan iva
ein fløga, ið verður ein varði í
føroyskum tónleiki. Hon brýtur
frá øllum vit hava sætt áður og
vónandi verður hon trendsetandi,
tí føroyskt hipp hopp er ein
forsømd tónleikagrein.
Ein gimsteinur
Thor er seytjan ár og ein ein
sannur gimsteinur. Hetta er eitt
heilt serligt talent, ið kann gerast
ein stjørna bæði úti og heima.
Tað er synd fyri fløguna, at húsin
er so ringur, sum hann er, tí hann
útstrálar als ikki góðskuna, ið
fløgan tónlistarliga hevur.
Eminem hevur í fleiri ár verið fastur gestur á 15 teimum bestu,
hvørja ferð hann hevur givið eina stakfløgu út, og fleiri onnur hipp
hopp nøvn hava klárað seg væl á listanum. Men tað er ikki fyrr
enn nú, ið vit skriva 2006, at ein føroysk hipp hopp útgáva kemur
á marknaðin. Men hon hevur verið verd at bíða eftir, tí Thor
Simonsen hevur givið eina framúrskarandi fløgu út
Hipp Hopp er komið til Føroyar
– og eg elski tað!