fríggjadagur 10. februar 2006síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 – 10. februar 2006
32
Lýs teg sjálvan við trimum
orðum:
Opin, erligur og áhaldin.
Hvat orð ella hvønn setning
nýtir tú oftast?
Fínar greiðir!
Hvørjum hyggur tú at hjá
hinum kyninum?
Øllum tí, sum er
sjarmerandi :-)
Hvussu langa tíð nýtir
tú at gera teg kláran um
morgunin?
15 min.
Hvat stressar teg?
Tað sum eg mangli at
gera...
Hvat gleðir teg?
Mín familja fyrst og
fremst, og annars tá eg
røkki á mál við onkrum,
sum eg seti mær fyri.
Nær feldi tú seinast eitt tár?
Tá sonur mín var føddur
í juni, feldi eg fleiri
gleðistár.
Nær smakkaði tú tær
seinast á?
Seinasta leygarkvøld tá eg
var til Planet Awards.
Hvat var seinasta ynski,
sum tú fekst uppfylt?
At PoppKorn
var kosin Ársins
Nýggi Bólkur.
Hvar arbeiðir tú?
Í Útvarpinum.
Hvørji ráð hevur tú til fólk,
sum ætla sær at fáast við
tónleik?
At vera áhaldin og at
fylgja egnum hjarta.
Hvat er besta uppfinningin
og hví?
Kærleiki og alt tað sum
hartil hoyrir. Tí tað gevur
lívinum innihald og
meining.
Hvat hevur tú í lummunum
beint nú?
Billyklar, korthaldara og
fartelefon.
Hvat er títt besta heimaráð?
Ger tað tú ger, so gott sum
gjørligt er!
Hvør er stuttligast í
Føroyum og hví?
Daman hjá mær Malan,
tá hon er í hopla.
Malan dugir m.a. at
gera tær mest absurdu
grimassurnar við
andlitinum, so øll fara at
flenna :-)
Hvør er keðiligast í
Føroyum og hví?
Havi tíbetur ikki møtt tí
persóninum enn...
Hvussu ofta speglar tú
tær?
Um morgunin og annars
tá eg vaski mær.
Hvussu ofta ert tú hjá
frisør?
Umleið 6. hvørja viku
Hvør er tín stuttligasta
tónleikauppliving?
Tað er ringt at siga, tí
eg havi havt sera nógvar
ymiskar stuttligar tón
leikaupplivingar, bæði
í Føroyum, Danmark
og Íslandi. Men tann
fyrsta var, tá eg sum
12 ára gamal vann tón
leikakappingina í SMS við
bólki mínum, HolyStones,
og tann seinasta var
leygarkvøldið, tá dóttur
mín og hennara vinkonur
í PoppKorn vunnu
heiðurin sum Besti Nýggi
Bólkur 2006.
Eyðfinn Jensen,
ljóðtøkningur,
tónleikari,
tónasmiður,
38 ár
»Kærleiki gevur lívinum innihald«