Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-10, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. februar 2006síða 31

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 30 – 10. februar 2006 31 torførari at fáa stundir til annað enn at vera mamma. – Sjálvandi megnar tú tað, um tú setir tær fyri, at tað skal eydnast, og tað gera eisini nógvar mammur í dag, men um eg ikki hevði so góða hjálp í foreldrunum og systkjunum, hevði tað als ikki borið til. Børnini verða eisini ógvuliga fokuserað uppá at hava bæði mammu og pápa. – Serliga minnist eg ein dagin, eg skuldi fara í barnagarðin við dóttrini. Tá vit skuldu fara við bussinum, noktaði tann lítla. Hon vildi hava bussføraran at lyfta seg upp í bussin, og eg noyddist so snópin fram til bussføraran og spurdi hann varisliga, um hann kundi hjálpa mær? – Hann flenti og lyfti dóttrina upp í bussin, og so var hon nøgd, sigur Malan. Gerandisdagurin hjá Maluni er fullsettur. Umframt at ganga á Læraraskúlanum, undirvísir hon nakrar tímar í skúlanum á Velbastað og arbeiðir í sambýli fyri sinnisveik. Hetta ber bert til, av tí at tey nú eru tvey um børnini. Helt lívsuppgávuna vera at vera mamma – Malan hevur gjørt lítið við at spæla nakað ljóðføri, áðrenn hon fór á Læraraskúlan, men hon fær nógv, góð hugskot at skriva tónleik, tó at hon dugir ikki so væl at fáa tað fram. Hinvegin er Ólavur, sum er verkfrøðingur, ógvuliga dugnaligur at skriva bæði orð og løg. – Partur av framtíðini hjá okkum er tí eisini, at vit einaferð ætla okkum at geva út eina fløgu við tónleiki, sum vit bæði hava gjørt, sigur Malan. Tá Malan var einsamøll við børnunum, søgdu fólk oftani við hana, at hon saktans fór finna sær ein mann, tí í dag er tað eingin forðing, um tú eigur børn. – Tað hugsaði eg als ikki um. Mín lívsuppgáva var at vera mamma fyri míni børn, og tað var eg nøgd við, sigur Malan. Tá hon var stødd í Klaksvík eina ferðina, har hon var dómari í Ársins Songrødd, hitti hon Ólav Simonsen tilvildarliga á gøtuni, og fast var beinanvegin. - Jú eg syngi við sama lag, men eg velji tað frá eina tíð, hóast eg brellist nógv at syngja kortini, sigur Malan, sum er bæði stolt og glað um ungu tónleikafólkini, sum satsa alt í dag í royndini at gerast yrkislærdir sangarar og tónleikarar. Ikki stoypt av sama tilfari sum Teitur og Eivør – Kortini siti eg ikki eftir við kensluni av, at eg skuldi havt gjørt tað sama. Tað kundi eg kanska, men eg eri ikki stoypt av sama tilfari sum t.d. Teitur og Eivør, sum so fyrimyndarliga við tónlistagávum og vitjastyrki hava gjørt dreymin til veruleika. – Eg vildi bara sleppa at syngja, men valdi útbúgving og familjuna fram um sangyrkið. Malan og Teitur vóru ungdómsvinir og høvdu góðar dagar í Mark No Limits og í tónleikaumhvørvinum í áttati-og nítiárunum, men so fóru tey hvør sín veg. – Kortini hava vit varðveitt sambandið, og Teitur er tann sami og altíð. Vit tosa ikki um yrkisleiðina hjá honum, tá vit hittast, men meira um, hvussu tað gongur, og hvat vit hvør sær gera o.s.fr. Viðvíkjandi tónleikaavrikinum hjá Teiti frætti eg í bløðunum og aðrastaðni, sigur Malan, sum nú gleðir seg til eitt hendingaríkt vár og summar. Hon dylir ikki, at hon helst vil hava eini tvey børn aftrat, áðrenn hon verður alt ov gomul. Viðvíkjandi sanginum, verður tað altíð ein partur av hennara arbeiði og lívinum sum heild. Bert bindur hon frið, til børnini eru vorðin størri, og hon fær stundir at gera tað, sum hon vil við sínum sangi og tónleiki. Teitur og eg tosa saman av og á, og hann er tann sami sum altíð. Vit tosa ikki um yrkisleiðina hjá honum, tá vit hittast, tí tað kann eg lesa um í bløðunum og aðrastaðni, men meira um, hvussu tað gongur, og hvat vit hvør sær gera og tílíkt, sigur Malan Eyðundsóttir – Eg eri ikki stoypt av sama tilfari sum t.d. Teitur og Eivør, sum so fyrimyndarliga við tónlistagávum og vitjastyrki hava gjørt dreymin til veruleika ”