fríggjadagur 10. februar 2006síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 30 – 10. februar 2006
Hóast Malan Eyðunsdóttir við
síni kenslubornu, musisku rødd
hevur hugtikið áhoyrarar í tvey
ártíggju, so er hon ikki so oftani
at hoyra longur.
Á vári 2002 gav hon út fløguna
”Malan”, saman við Kára Jacob
sen, men eftir tað hvarv hon meir
ella minni á almenna pallinum.
- Eg valdi útbúgving og
familju fram um tónleikin, sigur
Malan, sum hevur fingið tvey
børn og gingið á Læraraskúlan
seinastu árini.
Herfyri fylti Malan Eyðuns
dóttir 30 ár. Hon helt stóran
føðingardag, og hevði bjóðað
eini 50 fólkum heim til sín henda
dagin.
– Ólavur, drongur mín, segði
áðrenn stóra dagin, at hann fór at
geva mær eina føðingardagsgávu,
men so hvørt sum dagurin leið,
og gestirnir komu, var eingin
gáva frá honum í eygsjón, sigur
Malan og brosar: Brádliga reisti
hann seg upp við borðið og
spurdi, um eg vildi giftast við
sær?
– Tað var føðingardagsgávan
við lít. Eingin visti um ætlanir
hansara, og sjálvandi játtaði
eg av fullum hjarta, sigur
Malan Eyðunsdóttir, sum var
einsamøll mamma við tveimum
børnum, tá hon tilvildarliga hitti
klaksvíkingin, sum hon í apríl
kann kalla mann sín.
Tónleik sum sergrein
Í løtuni gongur Malan á Lærara
skúlan á 4. ári. Hon eigur
børnini Anniku, sum er fimm
ára gomul og fýra ára gamla
Eyðun. Á skúlanum hevur hon
tónleik sum sergrein, føroyskt og
samfelagsfrøði.
Hon valdi læraraútbúgvingina,
júst av tí at hon kundi velja tón
leik sum serlærugrein.
Tað, at hon ikki hoyrist syngja
so oftani alment, merkir ikki,
at hon hevur lagt tónleikin
á hillina. Hann er framvegis
høvuðsáhugamál hennara, tó at
tað er undir øðrum umstøðum
enn áður. Eitt nú veitir hon
privatundirvísing í sangi.
Tónlistarliga hevur hon við
hvørt sungið saman við Jóhan
Ziskason á Jinx og aðrastaðni,
men hon er eisini við í dóms
nevndini, tá sangkappingar
hava verið kring landið, eitt nú í
Ársins sangrødd, Barnaprix og nú
seinast var hon dómari á Planet
Awards tiltakinum í Havn.
Malan gekk á Venjingarskúla
num, og har høvdu tey framúr
góðan tónleikaralærara. Tað
var Jógvan Telling, sum m.a.
eisini skipaði ein tónleikabólk
við næmingum á skúlanum.
Millum teirra vóru eitt nú Malan
Eyðunsdóttir og Jóhan Ziskason.
Áhugin fyri sangi og tónleiki
gjørdist ikki minni, tá tey vóru
liðug í barnaskúlanum. Hesin
bókurin, sum byrjaði hjá Jógvan
Telling, bleiv tá til bólkin
Arsenik, har Jóhan Ziskason
bað Maluna koma við. Tey
spældu nógv m.a. á nýggjárs
konsertunum. Tá hevði Jóhan
eisini ein annan tónleikabólk,
sum seinni bleiv til Mark No
Limits.
Mark No Limits og
Prix Føroyar
– Teir bóðu meg eisini koma at
syngja í hesum bólkinum, har
m.a. eisini Teitur Lassen var.
Hann var tá eini 15 ára gamal,
lítil og klæntrasligur. Í fyrstuni
gjørdu Mark, Jóhan og Teitur
tónleikin og sungu fyri, meðan
eg var kórgenta.
Seinni fór Teitur undir at skriva
duettir til okkum bæði, eins og
hann skrivaði onkran sang til
mín, sigur Malan.
Kendasta lagið hjá Mark No
Limits er helst ”Syngja sama
lag”, eftir Ólav Jacobsen, sum
var við til at gera tónleikabólkin
kendan, og tey skipaðu fyri
konsertum víða um í Føroyum.
Síðani góvu tey eina fløgu út
og luttóku m.a. í Prix Føroyar
og komu við í finaluni í 1995
og vunnu í 1997. Tá kom
rættilig ferð á, og tey spældu til
nógvar konsertir Í Føroyum, og
fóru á konsertferð til Noregs,
Svøríkis og Danmarkar. Á
ferðini fingu tey nógvar fyri
spurningar um at framføra á
ymsum tónleikafestivalum í
Norðurlondum.
– Vit fylgdu ikki fyrispurning
unum upp, ivaleyst tí vit tá ikki
vóru so yrkislærd, sum teir ungu
tónleikararnir eru í dag, sigur
Malan.
Dámar bara væl at syngja
– Eftir studentsprógvið fekk
Malan sangtímar hjá Trille
Palsgaard, sum bað hana fara til
upptøkuroynd fleiri ferðir, men
hon var ikki rættiliga áhugað fyri
hesum, so tað bleiv av ongum.
Malan: – Eg havi sungið,
síðani eg var smágenta, av tí
at mær dámdi so væl at syngja,
men eg havi ongantíð havt
ambitiónir um at fara víðari út í
heim.
Hon stovnaði tó Malan
Eyðunsdóttir Band í Danmark
og var við í øðrum bólki, sum
kallaðist Luciunation, har
m.a. Niels Uni Dam, Tróndur
Bogason, Torkil Olsen o.a. vóru
við. Tey framførdu ymsa staðni í
Keypmannahavn.
Aftan á studentaskúlan fór
Malan á musikkskúla, sum var
fyrireiking til konservatoriið,
men áðrenn tað kom so langt,
var Malan við barn og søkti tí
ongantíð inn á konservatoriið.
Hon visti rættiliga skjótt, at tað
ikki fór at ganga millum hana og
pápan at børnunum, men av tí at
hon longu tá var við barn aftur,
valdi hon at fara heimaftur til
Føroya.
Einsamøll mamma við
tveimum børnum
– At fáa tvey børn við einum ára
millumbili er strævið. Tað vita
øll, sum hava roynt tað. Tá tú
ert einsamøll, er tað uppaftur
Hon syngur
við sama lag
– Eg havi sungið, síðani eg var smágenta, men havi ongantíð
havt ein dreym um at gerast sangstjørna úti í heimi, sigur
Malan Eyðunsdóttir, sum framvegis fæst við tónleik og sang,
tó at hon í løtuni brúkar orku sína til útbúgving og familjuna
Dagny
Joensen
Gerandisdagurin hjá Maluni er fullsettur. Umframt at ganga á Lærara
skúlanum, undirvísir hon nakrar tímar í skúlanum á Velbastað og arbeiðir í
sambýli fyri sinnisveik
– Eg havi sungið, síðani eg var smágenta,
av tí at mær dámdi so væl at syngja, men eg
havi ongantíð havt ambitiónir um at fara
víðari
”