Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-10, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. februar 2006síða 29

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 30 – 10. februar 2006 29 J. F. Kjølbro hann vildi gera henni tann beina at taka upp á band nakrar søgur, hon fegin vildi siga um gamlar dagar. Ætlan hennara var, at hetta skuldi vera til synir hennara sum minni um røtur teirra í Føroyum. Tað bleiv til tríggjar samrøður, sum Jóannes tók upp á band og seinni fekk lagt yvir á fløgu. Søgurnar, hon segði, vóru um barnaárini í Klaksvík og um pápa hennara, Jógvan Fríðrik Kjølbro, keypmann. – Tá eg so seinasta summar vitjaði í Klaksvík, tosaði eg við Finn Kjølbro, systkinabarnið, um hesar samrøðurnar við fastir okkara. Finn helt hetta vera áhugavert, ikki minst tí at hann sjálvur og onnur hava heilt fitt av tilfari liggjandi um abba okkara og um felagið p/f J. F. Kjølbro, sum Jógvan, saman við konu sínari Karin, bygdi upp og rak tað mesta av lívi sìnum. Vit settu okkum at blaða í nøkrum gomlum skjølum, hann hevði liggjandi og skjótt var hugskot frammi um at skipa tað tilfar, sum er í familjuni og aðrastaðni, soleiðis at tað ikki fer fyri skeyti, sigur Jóannes, sum saman við Finni Kjølbro gjørdi av, fáa fest á band nakrar samrøður við tey, ið enn minnast hesa farnu tíð. Longu tá avtalaðu teir eisini, at – um tilfarið var nóg haldgott – at geva út eina bók við nøkrum av tilfarinum og eini lýsing av persóninum J. F. Kjølbro og hansara samtíð. Kjølbro um Kjølbro Jóannes heldur í løtuni frí saman við familjuni í Føroyum og nýtir sum vera man eisini høvið at fylla onkur glopp í vaksandi tilfarinum um abban. – Familjan hevur heilt fitt av skrivligum tilfari, serliga brøv og myndir, men eisini hand­ilsskriv og annað frá skriv­ stovuarbeiðinum. Harafturat tók Nølli, farbróður, upp fleiri smalfilmar, sum eru verdir at varðveita og fáa yvir á fløgu. Abbi tosaði sjálvur lívssøgu sína inn á band, og henda upptøka er nú eisini á fløgu. Hetta og so bandupptøkur av samrøðum við fólk, sum minnast hesa tíðina, kann vónandi geva eina breiða mynd av persóninum J. F. Kjølbro og hansara samtíð og teimum monnum, sum arbeiddu saman við honum við at byggja upp virkið og bygdina, sigur Jóannes, sum letur væl at, hvussu tað higatil hevur gingist við at seta seg í samband við fólk og fáa tey at siga frá. Enn hevur bert ein einstakur borið seg undan at luttaka í eini samrøðu. Spurdur, um tað tað kann verða ein vansi at vera so nær í familju við persónin, tú skrivar um, sigur Jóannes, at tað altíð er ein vandi í sjálvur at skriva um sínar forfedrar. Men tað hevur eisini sínar fyrimunir. – Fyrimunurin er í hesum føri, at vit hava góðan møguleika at savna saman søguligt tilfar, tí vit vita fleiri áhugaverd støð at leita. Tá tilfarið so seinni møguliga skal savnast í eini bók er tað sjálvsagt ein vansi, at vit eru í ætt við høvuðspersónin og tí lætt kunnu vera heldur litaðir í okkara áskoðan. Ætlanin er tó at gera eitt so sakligt arbeiði, sum gjørligt. Allar síður við Tað er neyvan nøkur loyna, at J. F. Kjølbro í ávísan mun var ein umstríddur persónur, men hetta hava høvundarnir ongar ætlanir um at skáka sær undan – Eg visti satt at siga ikki, at J. F. Kjølbro var ein kontro­versi­ ellur persónur. Tað vildi verið áhugavert at fingið meira at vita um, hvat hetta sjónarmiðið byggir á. Eg havi tó hoyrt fólk sagt, at um tú vildi hava starv hjá Kjølbro ella tjans við einum av trolarunum, var tað tá á døgum ein fyrimunur, um tú vart limur í Brøðrasamkomuni ella baptist, sum tað æt tá á døgum. Vit eru ikki vitandi um nakað ítøkilig dømi um hetta, men um tað finst, so skal tað sjálvandi takast við í arbeiðið. Tað liggja sum vera man nógv­ ar ymsar avbjóðingar í einum slíkum arbeiði. Í fyrsta umfarið metir Jóannes tað tó hava mest týdning at savna og samskipa tað tilfarið, sum finst og at tryggja, at tað kann varðveitast fyri eftir­ tíðina. – Ætlanin er, at avrit av tí inn­savnaða tilfarinum, í tann mun ánararnir av tilfarinum ynskja tað, skal latast Norðoya Fornminnissavni ella øðrum savni við áhuga fyri slíkum. Í aðru atløgu verður tað ein stór avbjóðing at kunna siga eina søgu burturúr hesum tilfarinum, sum er verd at lesa, sigur Jóannes men leggur afturat, at ætlanin er ikki at koma við eini meting av, hvønn týding teir halda Kjølbro hava havt fyri Klaksvíkina og føroyskt vinnulív. Gongst sum ætlað, skal arbeið­ ið at savna inn tilfar verða lið­­ugt innan tvey ár. Sjálva bóka­­út­ gávuna vilja høvundarnir tó helst ikki seta neyvt dato á í løtuni. Brot úr ævisøgu: Joen Frederik Kjølbro 1887 Føddur í Gerðum í Klaksvík, har hann vanliga varð nevndur Jógvan har yvri 1909 Giftist við Karin Sofíu Biskopstø (1882-1952). Tey fingu fimm børn: Ewald, Oda, Poul Nolsøe, Kitty og Ester. Byggir hús á Biskupsstøð og verður nú róptur Jógvan á Biskupsstøð. 1953 Uppafturgiftur við Olgu Nielsen av Vatnsoyrum 1903 Fer í starv í handlinum Úti í Klaksvík hjá Jørgen Bech & Sønner, har J. C Djurhuus ”Faktorin” nevndur, var leiðari Á handilsskúla í Keypmannahavn 1909 Gerst leiðari av úthandlinum hjá J. Bech & Sønner heima á Biskupsstøð 1912 Byggir lítlan handil upp í sethúsini og fer at handla fyri Klaksvíkshandilin 1913 Keypir saman við bróðrinum Dáva fyrsta skipið ”Soli deo Gloria” úr Noreg 1914 Tekur familjunavnið Kjølbro 1915 Fer at handla fyri egna rokning, og verður tá løgd byrjanin til tað, sum seinni skuldi gerast størsta handils- og reiðaravirkið í Føroyum. Høvuðstilhaldið hjá fyritøkuni var til 1930 á Biskupsstøð 1919 Ein av stovnarunum av Norðoya Sparikassa og Skipafelagnum Føroyar 1922 Valdur í Klaksvíkar Sóknar Kommunustýri 1925 Kommunustýrisformaður 1943 Valdur løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin og var tinglimur til 1946 1946 Kjølbrofyritøkan verður broytt til partafelag – J. F. Kjølbro verður nevndarformaður og stjóri 1963 Leggur frá sær sum stjóri 1967 Andast á Landssjúkrahúsinum fáar dagar áðrenn 80 ára føðingardag sín FAKTA o, er farin í holt við at savna tilfar til eina bók um abba sín