Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-10, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. februar 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 30 – 10. februar 2006 Bókaprát Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Mynd: Jens K. Vang Tað var ikki frítt, at avbygdafólk høvdu hug at undrast yvir, at fyrsta persónsstandmyndin, sum varð reist í Klaksvík, var av einum vinnulívsmanni. Slíkar plaga jú heldur at avmynda fólk, ið hava brotið upp úr nýggjum innan mentan og list. Fyri Norðoya Sparikassa var tað hinvegin sjálvsagt at hátíðar­ halda sín 80 ára stovningardag í mei 2002 við at reisa eina stand­mynd av Joen Frederik Kjølbro á Biskupsstøð. Fyri klaks­víkingar kom valið neyvan heldur óvart á, tí teir munnu verða fáir, sum ikki beinleiðis ella óbeinleiðis framvegis hava okkurt tilknýti til tað virksemið, sum J. F. Kjølbro legði lunnar undir fyri út við 100 árum síðani. Fleiri av fyritøkunum í Klaksvík bera enn hansara navn, og er tað felag, hann bygdi upp, framvegis størsta vinnufyritøka í býnum. Íkast til føroyska vinnulívssøgu Tess meir má tað undra, at tað ikki finst nøkur bókaútgáva, sum burturav lýsir persónin J. F. Kjølbro ella Jógvan Fríð­ rik Kjølbro, sum hann eisini nevndist. Nógv bendir tó á, at um eini tvey ár ella so, fáa føroyingar høvi at kaga aftur um almennu myndina av kenda vinnulívsmanninum. Abba­ sonurin, Jóannes Kjølbro, sum býr og starvast sum verk­frøð­ ingur í Qatar, er nevnilig farin í holt við at savna inn tilfar, sum lýsir persónin J. F Kjølbro, út frá samrøðum við fólk, sum stóðu honum nær ella á annan hátt kendu hann væl. Jóannes sigur seg sjálvan hava undrast yvir, at so lítið er komið á prent um henda mann, sum hevði so stóra ávirkan á og týdning fyri sína samtíð. Hetta var eisini ein av orsøkunum til, at hann saman við øðrum valdi at fara undir arbeiðið at savna tilfar og vónar Jóannes, at tað kann verða við til at viga upp hendan skeivleika í hesum partinum av føroyskari vinnulívssøgu. Hann vísir á, at Klaksvík seinastu øldina hevur verið ein hin mest týðandi vinnudepilin í Føroyum. Fyri umleið einari øld síðani var Klaksvíkin – Norðuri í Vági, sum tað kallaðist – bert ein lítil bygd, meðan Viðareiði, har prestur eisini helt til, tá var mest týðandi plássið í Norðoyggjum. – Søgan um hesa broyting frá lítlari bygd á útoyggj til vinnu­ depil er jú ein sera áhugaverd søga, sum vit vónandi kunnu geva okkara íkast til, sigur Jóannes. Byrjanin Jóannes greiðir frá, at tankin um at skriva eina bók um abban byrjaði at spíra fyri sløkum tveimum árum síðani, tá fastir hansara Kitty Falsner, sum mesta av lívi sínum hevur búð í Keypmannahavn, spurdi, um Skrivar bók um Hóast hann var ein av Føroya mest slóðbrótandi vinnulívsmonnm finst ongin útgáva, sum av álvara fer afturum almennu myndina av J.F. Kjølbro. Við hjálp frá fólkum, sum stóðu honum nær og kendu hann væl er høvundurin og verkfrøðingurin Jóannes Kjølbro nú farin undir at savna inn tilfar um abba sín J. F. Kjølbro við bókaútgávu fyri eyga Allar síður av slóðbrótandi vinnulívsmanninum J. F. Kjølbro verða tiknar við, nú høvundurin og verkfrøðingurin, Jóannes Kjølbro Standmyndin av J. F. Kjølbro var fyrsta persónsstandmyndin, sum varð reist í Klaksvík