Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-10, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. februar 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 30 • fríggjadagur • 10. februar 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Verkætlan Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Tíðir broytast og tað gera sam­ fe­lag og skúli eisini. Skúlalógir fara og koma, so hvørt sum tillagingar eru neyðugar. Og hetta hevur nógv nýtt við sær og eisini nógvar broytingar innan skúlagátt. Verkætlanararbeiði er partur av skúlagongdini í 10. flokki. Næmingarnir velja sær evni og seta sær sjálvum spurningar, sum tey undrast á, og sum tey hava hug at kanna nærri. Síðani verður arbeitt, lutir kanska tilevnaðir, og at enda er framløga, ið gevur próvtal. Í farnu viku arbeiddu næmingarnir í 10. flokkunum í Vági við verkætlan og væl kom burturúr. Høvuðsyvirskriftin var Føroyingar. Í undirevnum arbeiddu tey við móta úr ull, føroyskum dansi, dálking og víkingum. Næmingarnir fingu roynt hugflogið og øðrvísi arbeiðs­ hættir, enn vanliga skúlagongdin bjóðar. Valt verður eftir áhuga og førleika. Bólkurin, ið arbeiddi við móta úr ull hevði til framløguna m.a. eina mótasýning at bjóða og bólkurin, ið arbeiddi við dálking hevði slagorð, ið høvdu tann greiða boðskap, at ein skal virka lokalt, tí tað virkar globalt. Bólkarnir fingu góð ummæli og góð tøl eftir framløgurnar og næmingar og lærarar fingu roynt eina øðrvísi viku við sjálvstøðugum næmingaarbeiði, har lærarar eru vegleiðarar. Og nøgdin eftir lokið verk var ikki at fara skeivur av. Hugflog og øðrvísi arbeiðsháttur At arbeiða við verk­ætlan er partur av undirvísingini hjá næmingum, sum ganga 10. flokk i í dagsins føroyska fólkaskúla. Í farnu viku arbeiddu 10. flokk arnir í Vági við verkætlan, har Føroyingar stóð sum høvuðsyvirskrift