fríggjadagur 10. februar 2006síða 37
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 – 10. februar 2006
37
TINGHELLUKRONIKKIN
Við støði í viðgerðini í
desember í fjør av broyt
ingunum í løgtingslógini
um bókasøvn lýsir
Ingibjørg Berg, stjórn
málafrøðingur og skrivari
í Kommunusamskipan
Føroya, hvussu fyritreyt
irnar hjá teimum eru,
sum verða biðin um
at ummæla uppskot til
nýggjar løgtingslógir
og broytingar í løgtings
lógum, og hvussu fíggjar
lógin stýrir arbeiðnum
hjá løgtingsnevndunum
Tá ein vika var farin av desember
í 2005, møttu 6 umboð fyri bæði
kommunufeløgini væl fyrireikað
á fundi, sum tey vóru boðin á
við mentanarnevndina hjá løg
tinginum. Men bilsin, nipin og
ongul í reyv fóru kommunalu
umboðini av aftur fundinum, tí
frá fundarbyrjan gjørdist greitt,
at mentanarnevndin hvørki
tóktist kunna ella vilja broyta
nakað sum helst í málinum, sum
fundurin var um.
Hvat var tað so sum hendi
hendan desembermorgun, tá vit
øll so smátt vóru farin at hugsa
um jólagávurnar.
Málið um fólkabókasøvnini
Mánaðirnar undan jólum var
aftur ein sannur ruðuleiki av
lógum og kunngerðum, ið alt
skuldi setast í gildi áðrenn
evstu freist at samtykkja løg
tingsfíggjarlógina. Ein teirra var
broytingarlógin til løgtingslóg
um bókasøvn, sum ørkymlaði
ikki so fá av okkum, sum høvdu
við málið at gera.
Tað byrjaði sum í so nógv
um øðrum førum við, at
Mentamálaráðið fekk boð frá
Fíggjarmálaráðnum um at spara
ávísa upphædd í rakstrinum í
2006. Mentamálaráðið gjørdi
tí uppskot til lógarbroyting, ið
legði upp til at broyta býtið
av fíggjarligu ábyrgdini fyri
fólkabókasøvn millum land og
kommunur. Higartil hevði landið
rindað 60%, kommunurnar 40%.
Nú skuldi tað vera øvut – og
Mentamálaráðið roknaði við at
spara 1,7 mió kr. í rakstrinum.
Tað kann væl vera, at hetta er
eitt rættari býti, um vit hugsa
um, at tað eru kommunurnar,
sum taka stig til og varða av
fólkabókasøvnunum; men einki
hevur tað verðið umrøtt mill
um land og kommunur framm
anundan. Kommunurnar fingu
eitt kunningarskriv, og nakrar
dagar seinni eitt hoyringsskriv,
sum tær høvdu umleið tvær
vikur at umrøða – hetta var ein
mánað eftir, at freistin hjá komm
ununum at gera fíggjarætlan var
úti, og hálvt ár eftir, at Lands
bókasavnið hevði góðkent fíggja
rætlanirnar fyri fólkabókasøvnini.
Fíggjarlógin lex
fundamentalis
Málið um fólkabókasøvnini er
í sjálvum sær ørkymlandi fyri
tey, ið varða av. Men meira
ørkymlandi er tað, tá vit hugsa
um, at kommunurnar hava boðað
Mentamálaráðnum frá, at tær
fegnar vilja viðgera málið í síni
heild, við tí fyri eyga at gera økið
kommunalt, heldur enn at fáa
útreiðslurnar av tí í hissini bitum.
Hetta var eisini tað, sum
kommunufeløgini bæði tóku
við sær, tá tey væl mannað og
vónrík fóru á hoyringsfund hjá
mentanarnevndini í løgtinginum.
Vit rokna jú øll við, at tað er her,
at tey umboðini, sum vit hava
kosið okkum til hetta arbeiðið,
teinkja stóru politisku tankarnar
og taka tær stóru innihaldsligu
avgerðirnar okkara vegna. Men
ikki meira enn komin innum
dyrnar í nevndarhølunum, fingu
feløgini at vita, at einki fór at
verða broytt í uppskotinum, tí
hetta var avleiðing av fíggjar
lógini, sum samgongan var
vorðin samd um !
Heldur enn at vera amboðið
at tryggja sambandið millum,
hvussu tingið raðfestir uppgáv
urnar, og soleiðis sum lands
umsitingin í verki skal arbeiða,
hevur løgtingsfíggjarlógin síðani
kreppuna havt støðu sum lex
fundamentalis, sum nærum allar
aðrar lógarbroytingar verða
elvdar av.
Hóast sera stuttu hoyrings
freistina brúktu fleiri fólk í
landinum fleiri dagar at viðgera
uppskotið frá landsstýrinum í
bráðskundi. Hóast málið var lítið
í landsroknskapinum, so kundi
tað fáa stóran týdning fyri nakrar
borgarar og teirra kommunur.
– Eitt mál, sum var avgjørt
frammanundan, í eini semju um
eina fíggjarlóg, og sum eingin
kortini hevði vilja til at broyta av
ótta fyri at ávirka hesa semju.
Hoyringar – demokratiskt
amboð ella kávalæti
Talan var í hesum føri um
kommunur og eitt mál, sum kann
fáa stóran týdning fyri borgarar,
sum brúka fólkabókasøvnini;
men talan kundi eins væl verið
um eitthvørt annað mál, sum
kundi fingið størri týdning fyri
onkran annan samfelagsbólk.
Stuttu freistirnar, og tey nógvu
uppskotini, sum koma í senn,
gera tað oftast ógjørligt at gera
kvalifiseraðar viðmerkingar
– og ofta tykist hetta eisini
nyttuleyst, tí at viljin til at gera
broytingar ikki reelt er til staðar.
Tá samanum kemur, er tí eingin
onnur meining við hoyringunum
enn at kunna siga, at hoyrt hevur
verið.
Um hoyringar skulu hava
nakað veruligt endamál, skuldi
ein trúð, at fyrisitingin, ið
sum oftast ger uppskotini til
lógirnar, vildi tryggja, at øll,
sum hava áhuga í og vitan um
málini, kunnu geva verulig
íkast til arbeiðið. Hetta skuldi
verið sjálvsagdur partur av eini
demokratiskari lóggávugongd.
Vit hava onkur góð dømi
um góðar hoyringsgongdir:
uppskot til nýggja kappingarlóg
var t.d., umframt at verða sent
viðkomandi samfelagsbólkum
í góðari tíð, eisini lagt á
netið til øll at viðmerkja, og
nýggja barnaverndarlógin varð
gjørd í tøttum samskifti við
kommunurnar, sum umsita
størsta partin av økinum.
Men, tíverri, so eru dømini
ógvuliga fá. Tað vanliga er, at tað
sýnist sum um, at miðfyrisitingin,
landsstýrið ella bæði - tilvitað
ella ótilvitað - eru sannførd
um, at tey eru tey einastu sum
hava skil fyri, hvat skal standa í
lógunum, og at tey tí mugu verja
“sínar” lógarbroytingar og “síni”
lógaruppskot móti óvitandi og
minni mentum umboðum fyri
onnur áhugamál.
Hetta er satt at siga hugvekj
andi, tá vit hugsa um, hvussu
lítla orku stjórnarráðini hava
hvør sær. Veruleikin er jú, at
tey eru so tunt mannað, at
fleiri stórar vinnufyritøkur og
stórar kommunur, hvør í sínum
lagi, hava upparbeitt væl størri
servitan á fleiri økjum. – Kortini
minnir vanliga lóggávugongdin
meira um pokerspæl enn um
demokratiska tilgongd, har
miðjað eigur at vera eftir at lýsa
málini so væl sum til ber.
– Og so kundi tað eisini sæð
út til at vera nógv um at gera,
at tingið ikki fær innihaldsliga
ávirkan á lógirnar. Tí verða
tær trunkaðar saman um tvey
evstumørk, og lagdar fram við
stytst møguligu freist, ella enn
betur: við fráviki frá freistunum.
Tað var tí ikki minni enn ein
sensasjón, at trivnaðarnevndin
gjørdi 62 viðmerkingar til
barnaverndarlógina. Heldur
enn at smírast og spyrja um
nevndarformaðurin keðir seg,
eiga vit at frøast um hetta dømið.
Um tingið skal liva upp til sín
myndugleika sum lóggávuvald,
mugu tingfólk í nógv størri mun
fyrihalda seg til innihaldið í, og
taka ábyrgd av, lógunum, sum
tey samtykkja. Tingnevndirnar
kunnu, í nógv størri mun enn tær
gera í dag, hoyra áhugabólkar
og fólk við fakligum innliti, ella
hava almennar hoyringar har
øll við áhuga í málinum kunnu
siga sína hugsan – serliga um
stjórnarráðini ikki eru sína
uppgávu vaksin á hesum øki
Søgan um fólkabókasøvnini
varð ikki tikin fram, tí málið
var serliga ófantaliga ella illa
avgreitt – tvørturímóti er tað
viðkomandi, tí tað er eitt vanligt
dømi heldur enn eitt undantak.
Tað er fíggjarlógin heldur enn
sakkunnleikin sum stýrir
Stjórnmálafrøðingur
IngIbjørg
berg
Lógin um bókasøvn varð broytt eftir stuttari tíð, og fíggjarlógin fyri 2006 bar við sær, Mentanarnevndin hevði ikki umstøður at lurta eftir teimum, sum høvdu fyrireikað seg at gera viðmerkingar til
broytingarnar