fríggjadagur 10. februar 2006síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 – 10. februar 2006
38
TINGHELLUKLUMMA
Um borgararnir ikki
taka lógina til sín, so
eru vánirnar lítlar fyri,
at hon fer at verða
hildin. Tí er alneyðugt,
at tað verður farið rætt
fram
Í november í fjør gjørdi Før
oya Pedagogfelag alment vart
við sína ónøgd, tí landsstýris
maðurin bar uppskot í Løgtingið,
uttan at felagið hevði verið við
at tilevna uppskotið. Víst var á,
at uppskotið hevði avleiðingar
fyri økið hjá felagnum, og tá
átti felagið at luttikið í lógar
arbeiðinum.
Uppskotið varð samtykt, men
landsstýrismaðurin skapti sær
óneyðugar óvinir.
Tá uppskotið um lóg um trygd
á sjónum varð lagt fyri Løg
tingið í 2001, var hetta úrslit av
samstarvi millum fleiri partar.
Sambært samgonguskjalinum
skuldi skipaeftirlitið yvirtakast
og í hesum sambandi skuldi lóg
gerast. Arbeiðssetningur orðaði
uppgávuna og ásetti at nevnd
umboðandi partarnar, ið høvdu
tilknýti til málsøkið, skuldi
setast. Nevndin lat úr hondum
bókina “Trygd á Sjónum”, sum
lýsti hvussu uppgávan kundi
loysast; og meðan restin av
samgonguni bardist við fullveldi,
varð skipaeftirlitið yvirtikið, og
løgtingslóg samtykt.
Hevði politiski myndugleikin
valt ikki at seta eina nevnd, kann
hugsast, at úrslitið møguliga
hevði fingið somu lagnu sum
fullveldið.
Landsstýrið hevur tað útinn
andi valdið, og sjálvt um Løg
tingið hevur tað lóggevandi
valdið, so er tað í allarflestu
førum landsstýrið, ið tilevnar
lógaruppskotini. Tað er sostatt
ein lítil skari av embætisfólki,
sum skriva allar landsins lóg
ir. Tískil kundi hugsast, at
tað hevði verið ein kærkomin
fyrimunir fyri hesar lógarsmiðir
at fingið ókeypis ráðgeving
frá aktørum á økinum, so
sum pedagofelagnum í oman
fyrinevnda føri.
Fyriuttan ókeypis ráðgeving
og glaðar borgarar, so eru tað
borgararnir, ið geva eini lóg
legitimitet. Heldur borgari hánt
um eina lóg, og missir virðing
fyri henni, fer hann at finna hol
ella bróta lógina. Sjálvt um lógir
flest hava sanktiónir (tann, ið
brýtur lógina, fær t.d. bót ella
missir loyvi), so er ætlanin ikki,
at sanktiónir skulu noyða stórar
skarar av fólki at makka rætt.
Sanktiónir eru fyri at fáa tey
síðstu “tungu” við.
Ein lóg missir legitimitetin,
um borgarar í stórum tali venda
lógini bakið; einkult men
lýsandi dømi um áseting, ið
misti legitimitet, var avgerðin
broyta ferðsluna rundan um
springvatnið í Gongugøtini í
Tórshavn. Í langa tíð var loyvt
at koyra runt um springvatnið,
sum var springvatnið ein rund
koyring. Knappuliga, uttan
ávaring, kunning ella hoyring,
avgjørdi onkur myndugleiki
at seta forboð. Bilar, sum
komu omaneftir gongugøtuni,
skuldu nú fara til høgru oman
Sverrisgøtu og teir sum komu
oman Sverrisgøtu, máttu nú
til vinstru oman gongugøtuna.
Úrslitið er einfalt, borgarin fekk
hvørki eyga á tær nýggju hvítu
strikurnar ella tað skilagóða í
at avmarka ferðsluna. Tí velja
fólkdagliga at bróta lógina og
harvið ikki geva ásetingini
legetimitet.
Tað kann vera skilagott at taka
onnur uppá ráð, tá lóg verður
skrivað. Áhugabólkar og partar,
sum lóg viðkemur, kunnu við
teirra vitan og royndum gera
lógirnar betri. Harafturat gerast
borgarar, ið hava havt ávirkan,
loyalir móti lógaruppskotum, tá
tað seinni gerst galdandi lóg.
Løgfrøðingur
Heðin D.
Poulsen
Fólkið tykist ikki at hava tikið ásetingarnar um ferðslu á hesum staði til sín
Tey smíða lóg
Blanding í VB
húsinum
Leygarkvøldið er væl
blandaður tónleikur á
skránni í VB húsinum,
tá bólkurin Ein
Blanding fer á pallin
Tónleikur
Leygarkvøldið verður dansur
í VB húsinum í Vági. Tað er
bólkurin Blanding, ið fer á pallin.
Bólkurin spælir bæði eldri og
nýggjari tónleik og hevur eisini
lagt seg eftir at taka tað besta,
sum er frammi júst nú, við í
sangskránna.
Ein blanding er bland av
royndum tónleikarum, sum
hava áralangar royndir úr
øðrum bólkum, og sum
sameina royndirnar í eini góðari
blanding, ið er bæði lurtara- og
dansivinarlig.
Óváttað tíðindi siga,
at ætlanir eru um
bowlinghøll í Vági.
Sunnudagin skal
aðalfundurin hjá TB
taka støðu til uppskot
um bowlinghøll á
Tvøroyri
Frítíð
Í eina tíð hava leysasøgur vilja
verið við, at ætlanir eru um
bowlinghøll í Vági. Tað sigst,
at í einum stórum bygningi á
bryggjuøkinum eru ætlanir at
hýsa høllini. Men eigararnir vilja
ikki vátta tíðindini.
Men um so er, so er óivað
møguligt at hava høllina lidna
til jóansøku, sum søgurnar eisini
hava viljað verið við, at ætlanin
er. Húsini eru stór og í góðum
standi og at leggja bowlimgbanar
tekur óivað ikki so langa tíð, tá
umstøðurnar annars eru góðar.
Men hesi tíðindi eru ikki
váttað.
Hinvegin stendur fast, at
sunnudagin hevur TB aðalfund
og á skránni er m.a. bygging
av bowlinghøll, sum ein
fyrireikingarbólkur hevur kannað
og fyrireikað.
-do-
Møguliga bowlinghøll í Vági