Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-10, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. februar 2006síða 39

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 30 - 10. februar 2006 39 UTTAN ÚR HEIMI Fuglakrím er farið at gera um seg í Nigeria, og tað fær nú heimsheilsustovnin WHO til at mæla øðrum afrikonskum londum til at tilbúgva seg betur fyri at forða fyri, at sjúkan skal breiða seg. Tað er nakað síðani, fugla­krímið bleiv staðfest í Nigeria, men ikki fyrr enn nú hava myndugleikarnir gjørt av at berja sjúkuna nið­ ur. Tær seinastu vikurnar eru umleið 100.000 høsn og aðrir búfuglar avlívaðir, men WHO heldur, at sjúk­an kann fáa tíð til at breiða seg til onnur lond í Vesturafrika. – Tað er einki at dylja yvir, at tey afrikonsku lond­ ini hava drálað ov leingi, og at okkurt má gerast nú. Sjúkan í Nigeria er ein stór hóttan ímóti bæði fólki og djórum, sigur aðalskrivarin í WHO, Lee Jong-wook, við AP. Fuglakrím í Afrika Franska stjórnin hevur sam­­tykt eitt uppskot hjá Nicolas Sarkozy, inn­an­ ríkisráðharra, sum hevur til endamáls at avmarkað talið á fremm­anda­fólki, sum leita sær til Fraklands, samstundis sum tað verður truplari hjá fólki at fáa longt uppi­halds­loyvi. Eitt nú sigur uppskotið, at fremmandafólk, sum hava fingið uppihaldsloyvi, skulu læra seg franskt, áðrenn tey kunnu fáa loyv­ ið longt. Talið á teim­um, sum yvirhøvur fáa uppi­ haldsloyvi, skal eis­ini skerj­ast, og her miðj­ar stjórn­in eftir, at fremm­ andafólk við útbúgv­ing skulu hava ein fyrimun. Fremm­andafólk, sum hava studentsprógv, skulu eisini sleppa til Fraklands at gera útbúgvingina lidna. Dominique de Villepin, forsætisráðharri, leggur dent á, at ætlanin er ikki at taka læknar, verkfrøð­ ingar og onnur við høgari útbúgving frá teimum fá­tæku londunum. Tvørtur­ ímóti ætlar stjórnin at eggja teimum flestu at fara heimaftur, tá útbúgvingin er liðug, sigur hann. Tann sosialistiska and­ støðan skuldsetir stjórnina fyri at skerja rættindini hjá teimum fremmandu, men stjórnin sigur tað vera neyð­ugt at avmarka talið á teimum, sum koma til landið. Útbúgvin fólk vælkomin Fyrrakvøldið varð løg­regl­ an í Måløy í Noregi boð­ send umborð á eitt fiski­ skip, tí ein 30 ára gamal maður hevði hótt tveir av sínum skipsfeløgum við skammbyrsu. Tá løgreglan kom um­­borð, hevði manningin tikið skamm­byrsuna frá tí 30 ára gamla, og teir báðir, sum hann hevði hótt, vóru farnir í land. Løgreglan tók skammbyrsumannin við sær, og í dag skuldi hann í rættin til avhoyringar. Løgreglan sigur, at tann 30 ára gamli maðurin hevur loyvi at hava vápn, men at tað er ógreitt, hví hann hevði tikið skammbyrsuna við sær umborð. Tað er eisini greitt, at hann verður sektaður, tí vit meta tað álv­ arssamt, at maður hóttir onn­­ur við skammbyrsu, sig­­ur løgregluovastin, Rein­ hardt Søgård, við Sunn­ mørs­posten. Til skips við skammbyrsu Tann 22. januar vórðu tann 27 ára gamla Rachel Entwistle og níggju mán­ aðar gamla dóttur hennara funnar myrdar í heimi teirra í USA. Nú er Ned Entwistle, maður Rachel og pápi ta lítlu gentuna, tikin og skuldsettur fyri at hava skotið tær. Tær báðar fóru til gravar tann 1. februar, men Ned Entwistle var ikki og fylgdi teimum. Amerikanska løg­ reglan hevur fyrt sagt, at hann fór til Bretlands um tað mundið, tá konan og dótturin vórðu myrdar, og tí bleiv hann boðsendur til avhoyringar á amerikonsku sendistovuni í London fyrr í vikuni. Tað er ikki greitt, hvat kom fram und­ ir avhoyringini, men løg­ reglan í Middlesex sigur við Reuters, at Ned Entwistle situr í varðhaldi har, og at hann er skuldsettur fyri morð. Kenningar hanmsara siga við Sky News, at hann hevði fíggjarligar trup­ul­leikar í Bretlandi. Tí gjørdi hann av at flyta til USA, men heldur ikki har hevði hann eydnuna við sær. Leysatíðindi vilja vera við, at hann fekst eisini við at selja porno á alnótini. Myrdi konu og dóttur Fyri aðru ferð hevur ísraelski kjarn­orku­ verk­frøð­ingurin Mordechai Vanunu biðið Noreg um hjálp til at sleppa av landinum Ísrael Árni Joensen fartekst@mail.dk Fyri skjótt tveimum árum síð­ ani bað Mordechai Va­nunu táverandi norska for­­sæt­is­rá­ ðharran, Kjell Magne Bonde­ vik, hjálpa sær at sleppa úr Ísrael, men hann fekk ikki svar. Nú roynir hann aftur. – Eg heiti inniliga á norsku stjórnina um at verja míni mannarættindi. Tí biðið eg tygum og stjórn tygara gera tykkara til, at ís­raelska stjórnin letur meg sleppa av landinum, skriv­ar Vanunu í einum brævi til Jens Stoltenberg, for­sætis­ ráðharra. Mordechai Vanuno sat í íosraelskum fongsli frá 1986 til 2004, tí hann hevði almannakunngjørt loyniligar upplýsingar um ísraelsku kjarnorkuvápnini. Sjálvt um hann varð latin leysur fyri tveimum árum síðani, hava myndugleikarnir framvegis sera strangt eftirlit við hon­ um. Eitt nú hevur hann fing­ið forboð fyri at fara úr Ísrael, og hann hevur held­ur ikki loyvi at tosa við út­lendsk tíðindafólk. ES heldur, at fjøl­miðl­ arnir í Evropa skulu vísa størri varsemi, tá talan er um átrúnað Skrivifrælsi Árni Joensen fartekst@mail.dk Muhammedstekningarnar hjá Jyllandspostinum hava fingið fleiri at spyrja, um tali- og skrivifrælsið er óav­markað og ófrávíkiligt. Í Danmark hevur Anders Fogh Rasmussen blankt víst aftur at biðja um almenna umbering fyri tekningarnar við teirri grundgeving, at tað stendur fjølmiðlunum frítt at siga og skriva tað, teimum lystir. Leiðslan í Jyllandspostinum hevur somu grundgeving fyri ikki at biðja um umbering fyri tekningarnar. Nú hevur ES valt at taka spurningin upp. Kommi­ser­ urin í lógarmálum, italiu­ mað­urin Franco Frattini, sig­ur við bretska blaðið The Daily Telegraph, at hann kundi hugsað sær eina reglu, sum eggjar fjølmiðlunum til at vísa serligt varsemi, tá teir umrøða átrúnað. Sjálv­ur heldur hann, at ein tílík skipan hevði verið ein týðandi politiskur boðskapur til tann muslimska heimin. Men ES heldur fast um tali- og skrivifrælsið, og tí verður ikki talan um at áleggja fjøl­ miðlunum nakað í hesum sam­bandi. Tvørturímóti kunnu fjølmiðlarnir sjálvir velja, um teir vilja gera eftir nýggju regluni, sigur Franco Frattini við The Daily Telegraph. Uganda er í ferð við at tøma heimsins størsta vatn Afrika Árni Joensen fartekst@mail.dk Ein nýggj kanning hjá ST hevur nú avdúkað, at heim­ sins størsta vatn, Vicroria- vatnið í Afrika, er minkað trý prosent tey bæði seinastu árini. Úrslitið er, at nógvar bygdir hava einki vatn long­ ur, fiskifør bera við botn í heil­um, og ferjur liggja strand­aðar langt frá teimum gomlu bryggjunum. Londini, sum eru kring Victoria-vatnið hava eina 60 ára gamla avtalu, sum ásetir, hvussu nógv vatn tey kunnu taka úr vatninum, men kanningin hjá ST kemur til ta niðuirstøðu, at Uganda brúkar nógv meiri vatn, enn tað kann sambært avtaluni. Daniel Kull, sum hevur staðið fyri kanningini, sigur við New Scientist magazine, at tey bæði seinastu árini hevur Uganda tikið umleið 55 prosent meiri vatn úr Victoria-vatninum, enn land­ ið hevur loyvi til. Orsøkin er eitt vatn­orku­ verk, sum Uganda bygdi fyri í 2002. Daniel Kull sigur, at longu stutt eftir at verkið varð tikið í brúk, fóru fólk at kæra seg um, at Victoria- vatnið var farið at minka. Nú hava kanningar so víst, at Victoria-vatnið hevur ikki verið so lítið seinastu 80 árini, sum tað er nú. – Minkar vatnið meiri, fer tað at fáa álvarssamar avleiðingar, tí Victoria-vatn­ ið er lívsgrundarlagið hjá umleið 30 milliónum fólk­ um, sigur Daniel Kull. Victoria-vatnið ella Lake Victoria er 70.000 fer­­kilometrar stórt og er í Uganda, Kenya og Tan­ zania. Victoria-vatnið minkar Fjølmiðlar skulu vísa størri varsemi Vil sleppa úr Ísrael Mordechai Vanunu vil hava Jens Stoltenberg at hjálpa sær at sleppa úr Ísrael Mynd: Reuters