Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-10, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. februar 2006síða 45

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 30 - 10. februar 2006 45 HEILSUFRØÐILIGA STARVSSTOVAN Deildarleiðari til Kemi F O O D , V E T E R I N A R Y A N D E N V I R O N M E N T A L A G E N C Y Falkavegur 6, 2. hædd FO-100 Tórshavn Faroe Islands Tel. +298 35 64 00 Fax. + 298 35 64 01 E-mail: hfs@hfs.fo www.hfs.fo Tú skalt hava góð samstarvsevni, vera nærlagdur/nærløgd og duga at arbeiða miðvíst og sjálvstøðugt. Haraftrat skalt tú duga væl at fara við starvsfólki og viðskiftarum hjá stovninum. Koyrikort til persónbil er neyðugt. Tíð og setanarviðurskifti Starvið er fulltíðarstarv. Lønin verður sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og antin Magistarafelagið (viðbót á 20. stigi) ella Verkfrøðingafelagið (viðbót á 12. stigi). Sí annars heimasíðuna hjá Lønar- deildini í Fíggjarmálaráðnum: www.lnd.fo Tú skalt kunna tola broytingar í starvsinnihaldinum. Byrjað verður sambært avtalu, men best er, at tú kanst byrja skjótast gjørligt. Umsóknin Umsóknir til starvið, við avriti av prógvum og viðmælum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin hin 27. februar 2006. Stutt um kemisku deild Á kemisku deildini starvast íalt 6 fólk. Kemiska kanningarstovan er altjóða góðkend kanningarstova (sí www.danak. dk, akkr. nr.: 303). Kanningar og sýnissløg fevna víða. Arbeiðsøkið hjá kemisku kanning- arstovuni er m.a. tengt at løggilding- um innan matvøruframleiðslu og umhvørvisgóðkenningum. Serliga er talan um kanningar av drekkivatni, framleiðsluvatni, spillivatni, svimjihyls- vatni, mold, grasi, fiski og fiskaúrdráttum. Nógv av hesum hevur samband við høvuðsvinnu okkara, fiskivinnuna. Men eisini kommunur og dálkandi virki hava nógv samskifti við kanningarstovuna. Kemiska kanningarstovan bjóðar seg eisini fram innan sýnistøku á sínum virkis- øki. Lýsingin er eisini at síggja á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, www.hfs.fo, har tú eisini kanst finna tær fleiri upp- lýsingar um stovnin og virkisøkið sum heild. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Bárð Enni, stjóra, tel. 356 400. Starvið sum deildarleiðari á kemisku deild er nú leyst at søkja. Starvslýsing Deildarleiðarin á kemisku deild hevur høvuðsábyrgdina av: • Fakligu og teknisku leiðsluni á deildini. • At tryggja, at kanningarnar og arbeiðið annars á deildini altíð er í samsvari við akkrediteringina. • At fakliga menningin sum heild nøktar tann tørv, sum vit sjálvi, aðrir myndugleikar og viðskiftarar annars hava fyri kanningum og tænastum innan kemiska økið. • Fyrireiking og raðfesting av arbeiðinum á deildini, sum heild, bæði uppá stutt- og longri sikt. • Fylgja við í norðurlendsku gongdini innan kanningarøkið og tá serliga innanfyri kemi. • Standa fyri fakligari menning av deildini og starvsfólki. Annað, sum hoyrir til deildarleiðslu. Deildarleiðarin er partur av leiðslu- bólkinum á stovninum og hevur sostatt eisini stovnsuppgávur. Krøv til útbúgving og kunnleika • Akademiskt prógv innan nátt- úruvísindi frá hægri lærustovni/ universiteti innan eitt av hesum økjum: • Náttúruvísindaligt prógv frá hægri lærustovni/universiteti, við serligum denti á kemi • Verkfrøðingur á MSc. ella BSc. stigi, innan kemi • Cand. scient. ella • tilsvarandi útbúgving frá hægri lærustovni/universiteti. Tað er eitt krav, at tú hevur nøk- ur ára starvsroyndir innan kann- ingarstovuøkið og grundleggjandi vitan um akkrediteringsskipanina. Vit vænta, at tú stutta tíð eftir setan kann fáa heimild frá DANAK at undirskriva akkrediteraðar svar- seðlar. Leiðsluroyndir er ein fyrimunur, men ikki eitt krav. Hin vegin eru royndir frá starvsstovuarbeiði eitt krav. Góður kunnleiki krevst til fram- komnar EDV skipanir, eins og máls- ligur førleiki í enskum er ein fyri- munur. Kervisfyrisitari til Almanna- og heilsumálaráðið Í sambandi við at Talgilda heilsuskipanin, stytt THS, skal takast í nýtslu, leitar Almanna- og heilsumálaráðið eftir kervisfyrisitara at taka sær av yvirskipaðu umsitingini av skipanini. Uppgávurnar hjá kervisfyrisitaranum verða í høvuðsheitum hesar: • Viðlíkahalda brúkararnir í skipanini • Menna skabelónir og rapportir • Umsita trygdina í skipanini, m.a. stýring av leiklutum • Hava eftirlit við trygdini í skipanini • Samskifta við veitararnar. • Menna og viðlíkahalda skjalatilfar • Samskifta við Helpdesk, bæði innanhýsis og uttanhýsis • Luttaka sum skrivari í kliniskum ráði • Kunna seg um broytingar og samskipa uppstigingar og rættingar til skipanina • Nároyna nýggjar tillagingar av skipanini • Undirvísa kervisumsitarunum á sjúkrahúsunum. • Fyrifallandi kt-uppgávur eftir tørvi Haraftrat er møguleiki fyri, at viðkomandi í framtíðini eisini fær tillutað aðrar kt- uppgávur fyri ráðið, so sum at luttaka í øðrum kt-verkætlanum, t.d. innan kt-trygd og uppstiging av verandi skipanum. Vit leita eftir umsøkjara sum: • Hevur nøktandi kt-útbúgving og/ella royndir innan kt. • Dugir væl at samstarva • Dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt • Harafturat er tað ein fyrimunur, um umsøkjarin hevur royndir innan umsiting av skipanum, men eisini innan menning av rapportum og ávísan kunnleika til almanna- og heilsuverkið. Vit kunnu bjóða tær: • Eitt spennandi og mennandi starv í eini av tí størstu KT-verkætlan, sum higartil er sett í verk í Føroyum. • Eitt nýtt starv, sum tú í stóran mun sjálv/ur sleppur at mynda. • Eitt spennandi og mennandi arbeiðspláss har dentur verður lagdur á trivnað og skipaða førleikamenning. • Skipað verður fyri førleikamennandi tiltøkum í fyrisiting av THS-skipanini og í øðrum týðandi økjum hoyrandi til starvið, m.a. innan KT-trygd. Lønar- og setanartreytir: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag. Kervisfyrisitarin fær tilvísing til KT leiðaran. Viðmerkjast skal, at setanin fevnir um Almanna- og heilsumálaráðið og stovnar undir tí, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur aðalráð. Fyri at frætta nærri um starvið eru viðkomandi vælkomin at venda sær til Nicolai M. Balle, kt-leiðara, á telefon 304050 ella á teldupostbústaðnum nicolai@ahr.fo Umsóknir við avriti av viðkomandi prógvum og skjølum skulu sendast til: Almanna- og heilsumálaráðið Eirargarður 2 100 Tórshavn. Og verða okkum í hendi í seinasta lagi: 27. februar 2006 kl. 12.00 Vit draga eina línu • Vit seta skynsemi í hásæti • Vit vilja vita • Vit bróta slóð. Almanna- og heilsumálaráðið, umsitur almannamál, heilsumál og bústaðarmál, veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika. Í løtuni starvast 32 fólk í ráðnum.. Sí meira á www.ahr.fo Sig tína meining í Sosialinum