Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-10, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. februar 2006síða 46

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Nr. 30 - 10. februar 2006 Innan Almanna- og heilsumálaráðið og stovnum undir tí, við fyribils tænastu á Sambýlunum á Mýrini 4-6 í Hoyvík, er 1 pedagogstarv leyst at søkja til setan 1. mars 2006 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fulltíðarstarv, og er arbeiðstíðin 40 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, og roknast skal við morgun-, kvøld-, náttar- og vikuskfitisarbeiði. Sambýlini á Mýrini eru heim hjá 10 vaksnum menningartarnaðum búfólkum. Arbeiðið fevnir millum annað um at vegleiða búfólki í øllum tí, sum tey hava tørv á. At menna hvønn einstakan til at húsast saman í felagsskapi. At skapa trivna og á ein pedagogiskan hátt tryggja búfólkinum menningarmøguleikar og saman við teimum finna útav, hvussu innihaldið í gerandisdegnum skal virka. Dentur verður lagdur á, at tann ið sett/ur verður, hevur evni og vilja at samstarva og samskifta við okkara avvarðandi og starvsfelagar, er sjálvstøðug/ ur, likamliga og sálarliga væl fyri, fleksibul, kreativ/ ur, dámar væl avbjóðingar, er ágrýtin og opin fyri nýhugsan. Løn- og setanartreytir: Starvið er tænastumannastarv, sett sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið og lønt stigini, 24, 25, 27, 28 og 30 til 33. Nærri fæst at vita um størvini frá Hans E. Fuglø, leiðara á tlf. 211478. Um eingin pedagogur søkir starvið, verður starvið sett við hjálparfólki sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið. Umsókn: Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum v.m. skal sendast til: Sambýlini á Mýrini Att.: Leiðarin Á Mýrini 4-6 188 Hoyvík Umsóknarfreist er 20. februar 2006 kl. 12.00. Heimarøktin og Serforsorgin Serstovnadeildin Pedagogur til Sambýlini á Mýrini Umboðsráðsval Sambært § 28 í høvuðssamtyktini verður lýst til val hósdagin 16. mars 2006. 4 umboð í Tórshavnar valdømi eru uppá val og 1 umboð í Nólsoyar valdømi er uppá val. Uppskot til umboð skulu skrivliga verða sjúkrakass- anum í hendi ikki seinni enn 28. februar 2006. Havnar Sjúkrakassi Tórshavn, 8. februar 2006 Eykaaðalfundur Boðað verður við hesum til eykaaðalfundar í Suðuroyar Sparikassa mánadagin 27. februar 2006, kl. 18.00 á Hotel Bakkanum, Vágur, við hesi dagsskrá: 1) Val av fundarstjóra. 2) Avgerð um umlegging av Suðuroyar Sparikassa til partafelag. 3) Ymiskt. Til avgerð sambært pkt. 2 krevst sambært §10 í viðtøkum sparikassans, at minst helmingurin av umboðsráðslimunum eru á fundi, og at í minsta lagi 2/3 teirra atkvøða fyri. Fráboðan um eykaaðalfundin verður eisini send umboðsráðslimunum við post saman við fusiónsætlan, uppskoti til viðtøkur fyri fram- haldandi partafelagið og nýstovnaða grunnin, fusiónsfrágreiðing, felags roknskaparuppstilling og byrjunarfíggjarstøðu, umframt útsøgn frá metingarmonnum viðvíkjandi ætlan um saman- legging pr. 1. januar 2006 millum Suðuroyar Spari- kassa og P/F SPARSU. Sambært § 134 í partafelagslógini, liggja nevndu skjøl frammi á skrivstovum sparikassans, saman við ársroknskapum fyri Suðuroyar Sparikassa og P/F SPARSU. Víst verður til nevndu skjøl, harundir uppskotið til nýggjar viðtøkur fyri framhaldandi partafelagið, har ið ásetingar m.a. eru um ognaravmarking í § 5, atkvøðuavmarking í § 12, stk. 2 og rætt hjá ábyrgdarum at skifta ábyrgdarfæ teirra til partapening ella at fáa ábyrgdarfæið útgoldið kontant í §§ 17 og 21. Vágur, hin 9. februar 2006 Umsjónarráðið SUÐUROYAR SPARIKASSI Postboks 2 · FO-900 Vágur Tel. 359870 · Fax 359871 Suðuroyar Sparikassi