fríggjadagur 10. februar 2006síða 47
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 30 - 10. februar 2006
47
Arbeiðshandskar
til øll endamál - bæði á sjógvi og landi
Landsins størsta úrval
frá eingangshandskum til
fóðraðar Japan-handskar
Beinleiðis frá framleiðara
Sosialurin 311820
spf
Læknaskrivara-
næmingar til
Landssjúkrahúsið
Tvey lærupláss sum læknaskrivaranæmingar
verða við hesum lýst leys at søkja. Býrjað verður á
Landssjúkrahúsinum 1. september 2006.
Talan er um eina lærutíð uppá íalt 2 ár, har 15 vikur
býttar upp í 5 modulir á 3-4 vikur verða á Handils-
skúla í Danmark, meðan hin partur er praktiktíð
við hollari undirvísing og einari rokeringsætlan á
Landssjúkrahúsinum. Fyrstu 3 mánaðirnir eru ein
royndartíð.
Upptøkukrøv:
• HG (2 ár) ella HH
• HF- ella studentsprógv + HG prógv (18 vikur) frá
Handilsskúla
Førleikakrøv:
• Hollur førleiki í føroyskum og donskum
• Góður førleiki í teldutøkni og tekstviðgerð
• Kunnleiki í latíni er ein fyrimunur
• Góð samstarvsevni
• Góð samskiftisevni
• Góður røkjuskapur
Løn- og setanartreytir sambært sáttmálan millum
Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita við at venda sær til Sæunn
Ólavsdóttir Hansen, leiðsluskrivara tlf. 304500, lokal
6103.
Umsóknarfreistin er mánadagin 20. mars 2006 kl.
12.00.
Skrivlig umsókn, merkt »umsókn til lærupláss« við
avriti av prógvum og viðmælum e.l. skulu sendast
til:
Landssjúkrahúsið
Lønar- og Starvsfólkadeildin
FO 100 Tórshavn
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um
størv við at klikka á leinkjuna »starvsfólk«
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Suðuroyar Sjúkrahús
800 Tvøroyri
Sjúkrarøktar-
frøðingar/
frítíðaravloysarar
Søkt verður eftir:
• avloysara til skurð/røntgen deildina í tíðarskeiðn-
um 1. juni til 31. august 2006
• avloysara fyri anæstesisjúkrarøktarfrøðing í tíðar-
skeiðnum 1. juli til 15. august 2006.
Talan er um fulltíðarstarv við tilkallivakt frá heim-
inum.
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjar-
málaráðið.
Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til
Astrid Tummasarson, deildarleiðara tlf. 371133 lokal
133 ella fyristøðukvinnuna lokal 128.
Skrivlig umsókn við prógvum v.m. skal sendast til:
Umsjónarmannin
Suðuroyar Sjúkrahús
Postsmoga 51
810 Tvøroyri
Umsóknarfreist 1. mars 2006.
Suðuroyar Sjúkrahús
800 Tvøroyri
Sjúkrarøktar-
frøðingar
Søkt verður eftir frítíðaravloysarum fyri sjúkra-
røktarfrøðingar á sjúklingadeildini í tíðarskeiðnum
1. juni til 30. september 2006.
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjar-
málaráðið.
Nærri upplýsingar viðvíkjandi størvunum fáast við
at venda sær til Sonny Ellendersen, deildarleiðara
tlf. 371133 lokal 110 ella fyristøðukvinnuna lokal
128.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum v.m. skal
sendast til:
Umsjónarmannin
Suðuroyar Sjúkrahús
Postsmoga 51
810 Tvøroyri
Umsóknarfreist 1. mars 2006.
Suðuroyar Ellis- & Røktarheim
800 Tvøroyri
Frítíðaravloysarar
Søkt verður eftir frítíðaravloysarum í tíðarskeiðnum
1. juni til 30. september 2006 fyri:
• sjúkrarøktarfrøðingar
• sjúkrahjálparar/heilsuatstøðingar
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála við ávika-
vist Felagið føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar/ Al-
manna- og Heilsurøktarfelagið og Fíggjarmálaráð-
ið.
Nærri upplýsingar viðvíkjandi størvunum fáast við
at venda sær til fyristøðukvinnuna Sunnevu Peter-
sen tlf. 37 16 66 lok. 147.
Umsóknir við avriti av prógvum v.m. skulu sendast
til:
Suðuroyar Ellis- og Røktarheim
Att: umsjónarmaðurin
800 Tvøroyri.
Umsóknarfreist 1. mars 2006.
Ársaðalfundur
Eysturoyar Handverksmeistarafelag heldur ársaðal-
fund
mánakvøldið 13. februar 2006 kl. 20.00
á Sjókaféini í Runavík.
Skrá sambært lógum felagsins.
Gestarøðarar verða Jón Danielsen og Hendrik Old.
Verið vælkomin á aðalfund.
Eysturoyar Handverksmeistarafelag
Sólarkaffi
Árliga sólarkaffi verður í Bygdarhúsinum sunnu-
dagin 12. februar. Byrjað verður kl. 15.00.
Monica og Dánial spæla góðan tónleik.
Høvið verður at síggja tey ymisku vega- og
tunnilsuppskotini.
Vælkomin!
Bygdarhúsfelagið
520 Leirvík