Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-13, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. februar 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 31 - 13. februar 2006 5 BYGGIVINNAN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Byggivinnan í Føroyum rópar neyðarróp. Onkur sigur enntá, at byggivinnan er er við sjeymílafetum á veg ímóti eini kreppu. Orsøkin er, at føroyskir handverkarar streyma av landinum, tí teir fáa nógv betri sømdir uttanlands. Av tí sama er stórt trot á handverkarum í Føroyum. Talan er bæði um timbur- menn, rørleggjarar, málarar og onnur sløg av handverk- arum. Men tað seinasta er, at Føroya Land er við at verða fullkomiliga drenað fyri elektrikarar. Orsøkin er, at tað er sera stórt trot á elektrikarum í norsku oljuvinnuni. Norska oljuvinnan bjóðar føroyskum elektrikarum ar- beiði í stórum tali og tað eru heilt nógvir, sum taka av tilboðnum. Men tað er ikki so løgið, tí teir fáa sera góðar sømd- ir. Teir arbeiða í tvær vikur og hava so frí í tríggjar vik- ur. Men tá hava teir eisini góðar 20.000 krónur eftir, tá ið skatturin er goldin. Ein av teimum, sum sendir nógvar handverkarar til Noregs, er Pam Off- shore. Stjórin har, Magnus Magnussen, sigur, at í løtuni hava teir 33 føroysk- ar elektrikarar í oljuvinnuni Noregi. Og tað skilst á honum, at tørvurin er alsamt at fleiri og fleiri og fleiri. Tá ið vit spyrja hann, um hald er í tíðindunum um, at norðmenn kunnu bjóða hvørjum einasta elektrikara í Føroyum arbeiði, sigur hann, at tað gongur tann vegin.... Í næstum skulu eisini føroyskir sveisarar sendast til Noregs. Samstundis arbeiða aðrir veitarar við at senda upp- aftur fleiri handverkarar til Noregs, bæði elektrikarar og aðrar handverkarar. Orsøkin er sjálvsagt, at tað er sera nógv at gera í norsku oljuvinnuni. Men orsøkin er eisini tann, at føroyskir handverkarar hava sera gott orð á sær, tí teir eru álítandi, arbeiðs- samir og vælgjørdir. Magnus Magnussen á- sannnar, at hetta kann fáa avleiðingar við sær fyri byggivinnuna í Føroyum. Men so mugu føroyingar hugsa øðrvísi og royna aðrar loysnir. - Men hetta er alheimsgerðin og fara føroyskir handverkarar uttanlands, verður neyðugt at fáa útlendskar handverkarar til Føroyum. Í øllum førum heldur hann, at tað eigur at bera til hjá føroysku byggivinnuni at fáa útlendskar handverkarar. - Men so nyttar ikki at tað skal taka mánaðir og ár at avgreiða umsóknir um arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, leggur hann afturat. Føroyskir handverkarar streyma av landinum Tað er púra øvugt, at politikararnir forða útlendingum at koma til Føroyar at arbeiða, samstundis sum at teir eggja handverk- arum at fara úr Før- oyum at arbeiða, sig- ur Jan Mortensen í Vinnuhúsinum BYGGIVINNAN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Tað er ein stórur trupul- leiki fyri samfelagið, at tað er so ringt at fáa fatur á Handverkarum. Ì síðsta enda steðgar tað menn- ingini av samfelagnum. Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, sigur, at trotið á føroyskum hand- verkarum er avgjørt ein trupulleiki, sum tað er neyðugt at taka í álvara. Hann vísir á, at tað er ikki bara elektrikarum, sum tað er torført at fáa fatur á. Tað er eisini galdandi fyri timburmenn og aðrar hand- verkarar. Og tað er ikki bara til Noregs, at føroyskir handverkarar streyma til. Tað arbeiða eisini ein ør- grynna av føroyskum hand- verkarum av ymsum slagi í Danmark. Men trotið á arbeiðsmegi ger seg eisini galdandi í føroysku flakavinnununi, tí í hvussu so er í miðstaðar- økinum, er tað torført hjá flakavinnuni at fáa fólk. - Eg veit, at fleiri byggi- virki hava leitað við ljós og lykt eftir handverkarum, men til fánýtis. Hann sigur, at avleiðing- in av hesi gongdini, er eyð- sýnd. - Avleiðingin er, at bíði- tíðin eftir at fáa handverk- arar, verður nógv longri. Men tá ið trotið á arbeiðs- megi er so stórt, førir tað eisini við sær, at lønin verð- ur trýst uppeftir. Avleiðingin er eisini í síðsta enda, at meinngin av samfelagnum verður seink- að, tí tað verður bæði longri og dýrari at byggja. Svingar bara annan veg Jan Mortensen sigur, at hann hevur langt síðani staðfest, at føroyski ar- beiðsmarknaðurin er ein svinghurð, sum bara sving- ar annanvegin, og tað er úteftir. - Tað ber væl til hjá før- oyingum at fara uttanlands at arbeiða. Men hinvegin er tað ómetaliga torført at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya at arbeiða í vinnum, har trot er á arbeiðsmegi. Einastu lond, vit kunnu fara eftir arbeiðsmegi, er í Norðurlondunum. - Tað bar eisini væl til í áttatiárunum, tá ið tað eisini var nógv at gera í Fø- oyum, tí tá var lítið at gera í hinum norðurlondum. Urs- litið var, at tað var onki í vegin fyri at fáa danir og íslendingar og aðrar higar í hópatali at arbeiða. - Tann møguleikan hava vit ikki longur, tí nú er eisini nóg mikið av arbeiði í hinum norðanlondunum. Men hini norðurlondini eru í eini heilt aðrari støðu enn vit, tí tey eru limir í ES ella EBS og hava tí ein sera stóran arbeiðsmarknað, sum tey kunnu fáa fólk frá. Ùrslitið er, at bæði í Dan- mark, Íslandi og øðrum londum, koma fólk úr øll- um herðashornum at ar- beiða í byggivinnuni, fisk- ivinnuni og aðrastaðni, har trot er á arbeiðsmegi. - Men hendan møguleik- an hava vit ikki í Føroyum. Meðan danir hava alt ES, sum sítt ytra mark, haðani teir kunnu fáa arbeiðsmegi, hava vit bara norðurlond og har er eisini trot á arbeiðs- megi. Stjórin í Vinnuhúsinum heldur tí avgjørt, at vit eiga at endurskoða okkara út- lendingapolitikk, so at tað verður lættari at at fáa útlendingar til Føroyar at arbeiða í vinnum, har trot er á arbeiðsmegi. Øvugtur politikkur Men samstundis heldur hann, at tað er løgtið, at landsins politikarar føra ein politikk, sum beinleiðis eggjar føroyskum hand- verkarum at fara uttanlands at arbeiða. Her hugsar hann um serliga frádráttin, sum før- oyskir handverkarar fáa, sum fara uttanlands at ar- beiða. Samstundis sum stórt trot er á arbeiðsmegi í Føroy- um, ger útlendingapolitikk- urin, at tað ómetaliga tor- ført at fáa útlendska ar- beiðsmegi til Føroya. Men samstundis hava vit skipanir við frádráttum, sum beinleiðis eggjar før- oyskum handverkarum at fara uttanlands. Hetta virk- ar heilt øvugt, heldur Jan Mortensen. - At føroyskir handverk- arar verða stuðlaðir at fara uttanlands í ringum tíðum skilji eg væl. Men skipanin má lagast til, so at teir eggj- ast at koma heimaftur, tí ið tørvur er á teimum her- heima. Í Noregi er gravgangur eftir føroyskum elektrikarum og tað elvir til stórar trupulleikar í Føroyum Trot á handverkarum steðgar menningini - Ùtlendingapolitikkurin má endurskoðast, so tað verður lættari at fáa útlendingar til Føroyar at arbeiða, heldur Jan Mortensen, stjóri í vinnuhúsinum