mánadagur 13. februar 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 31 - 13. februar 2006
Leygardagin læt
árliga framsýningin
hjá Øssurin Mohr
í Galleri Sct. Ger
trud upp. Í ár eru
næstan allir máln
ingarnir málaðir í
Keypmannahavn,
men motivið er enn
tað sama, heimliga
motivið er altíð hjá
honum
MYNDLIST
Orð: Niels Uni Dam,
nielsuni@sosialurin.fo
Myndir: Símun
Jóanessarson
Rættiliga fitt av fólki var
komið saman í hugnaliga
gallarínum Sct. Gertrud hjá
Kurt Svendsen í Hysken
stræde eitt hanagleiv frá
Amager Torv, mitt í Keyp
mannahavn. Tá Øssur Mohr
8. árið á rað, hevði sína
árligu februar framsýning í
gallarínum.
Tónarnir frá gittaranum
hjá Stanley Samuelsen góvu
ferniseringini eitt soundtrack,
vakurt, diskret og á tremur
við stemningi. Náttúran í
Fuglafirði liggur djúpt í báð
um listamonnunum, og teir
syngja á onkran hátt sama
lag.
Fastar framsýningar
Hølini eru smá, og hetta
gevur framsýningini ein
nærleika, ið klæðir myndun
um hjá Øssuri. Gallarí
ánarin Kurt Svendsen sat
beint innanfyri dyrnar og
roykti pípu. Vinarligi eldri
maðurin hevur stóran áhuga í
føroyskari list. Hann greiddi
erpin frá, at flestu góðu før
oysku listafólkini høvdu
stillað út her. Seinni í ár fer
Amariel Norðoy at hava 25
ára jubileum í Sct. Gertrud,
segði Kurt Svendsen. Á
hvørjum ári seinastu 25
árini, hevur Amariel stillað
út her.
Nú á døgum eru flestu
framsýningarnar rættiliga
fastar, Amariel og Øssur
eru á hvørjum ári, nakrir
íslendskir málarar eru somu
leiðis hvørt ár, eins og nakrir
danir stilla út. Gallaríið
hevur eitt gott umdømi og
nógv av fólkinum, ið vitjar
eru fastir gestir. Hetta sáðst
aftur á teimum vitjandi á
ferniseringini. Tey flestu
vóru danir, nakrir føroyingar
og so onkur íslendari.
Listarlig menning
Framsýningin vísti, at Øssur
hevði flutt seg eitt sindur sum
listamann. Motivið er enn
tað sama, men litirnir eru
broyttir, tað bláa hevur ikki
longur sama sterka lit, og
tað grøna hevur eisini skift
nuansu. Á ávísum myndum
er tann eyðkenda linjan mitt
í myndini eisini brotin. Vit
spurdu Øssur um broytingin
er komin natúrliga, ella um
hon er tilvitað. Hann segði,
at broytingin var komin rætti
liga natúrliga. Men at hann
samstundis altíð arbeðir við
sær sjálvum, og t.d. vit at
bróta lnjuna.
Nýggj list
Tað var forvitnisligt at síggja,
at flestu málningarnir á
framsýningini vóru málaðir
í 2006. Hetta vísir, at talan
er um ein sera virknan lista
mann. Øssur greiddi frá,
at hann býr í Danmark nú,
sonurin er í Danmark og
svimur, tí er Øssur farin við
honum. Hann hevur leigað
eitt atelier í Keypmannahavn,
og her hevur hann málað
flestu av hesum nógvu
málningum. Vit spurdu, um
stórbýarlívið fór at broyta
hansara val av motivið,
t.d. um vit sluppu at síggja
Copenhagen Skyline. Hann
flenti og ivaðist í, um tað fór
at henda.
Útlandið ger listina
til livibreyð
Øssur Mohr er ein av teimum
føroysku listamonnunum, ið
hava tikið stigið til at gerast
yrkislistamaður. Síðan ald
arskiftið hevur Øssur arbeitt
sum listamaður burturav og
hevur kunnað livað av tí. Tað
er eingin loyna, at áhugin fyri
Øssuri er stórur uttanlanda.
Hann greiddi frá, at honum
dámdi væl, at kunna stilla
út uttanfyri Føroyar. Tí før
oyski marknaðurin er so
avmarkaður. Men við fram
sýningum sum teimum í
hesum gallarínum, ber tað
til at liva av listini. Øssur
segði, at hansara skrá fyri
hetta árið er um at vera full.
Í mars fer hann til Hollands
at stilla út. Samstundis letur
ein framsýning upp við 20
føroyskum og íslendskum
listafólkum á Ráðhúsinum
í Keypmannhavn, so Øssur
hevur úr at gera.
Selur væl
Áhugin fyri at keypa lista
verkini var stórur. Millum
keypararnar vóru fyritøkan
Rambøll Danmark og Den
Danske Banks Kunstfor
ening, ið hevði keypt tveir
málningar. Øssur sigur, at
Den Danske Banks Kunst
forening hevur keypt máln
ingar frá honum árliga í
seinastu 10 árini. Kastað
verður síðan lut um hesar
málningar millum limirnar
í felagskapinum.
Eisini á felagsfram
sýningum
Umframt framsýningarhølið
í Hyskenstræde er Kurt
Svendsen limur í Dansk
Galleri Forbund, ið tvær
ferðir um árið stillar út
vegna tey gallaríini, ið
eru limir í felagskapinum.
Framsýningarnar eru í For
um í Keypmannahavn og
í Herning. Á hesum fram
sýningum luttaka føroysku
listafólkini eisini. Fram
sýningin verður hangandi
í 3 vikur. Opið er týs- til
fríggjadagar frá 14-17.30
og leygardagar 11-14, til og
við 4. mars.
Øssur Mohr í Galleri Sct. Gertrud
Øssur málar nú í stórbýnum, men motivið er enn føroyskt
Fitt av fólki hevði leitað sær inn í hugnaligu hølini í Hyskenstræde
Kurt Svendsen hevur havt framsýningar við flestu góðu
føroysku listafólkunum
Stanley spældi vakurt fylgispæl til ferniseringina