Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. februar 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 31 - 13. februar 2006 7 Kári á Rógvi, løgfrøð­ ingur og formaður í Javnstøðunevndini, er í øðini um, at Lisbeth L. Petersen er koyrd frá sum forkvinna í nevndini, sum skal arbeiða fyri øktum kvinnuleikluti í politikki. – Hatta er ein óneyð­ ug og formalistisk avgerð. Um hon skal frá, skulu løg­tings­ limir held­ur ikki vera í Grund­lógar­ nevndini, sigur hann Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Í mong ár hevur grand old lady í føroyskum politikki, Lisbeth L. Petersen, arbeitt við javnstøðumálum, og sein­asta bragd hennara var at gerast forkvinna í ný­­stovnaðu nevndini, sum skal virka fyri at fáa fleiri kvinnur upp í politikk. Sambært henni sjálvari var hetta ein góður møgu­ leiki veruliga at gera nak­ að á økinum, ikki minst í samstarvi við Javn­støðu­ nevndina, hinar polit­isku flokk­arnar og Útnorður­ráð­ ið. Men nú er Lisbeth ikki forkvinna í nevndini long­ ur, tí í skrivi frá løg­mans­ skrivstovuni til tey bæði løg­tingsumboðini, Lis­ beth L. Petersen og John Jo­hannesen, verða tey kunn­ að um, at tey ikki longur eru ávikavist forkvinna og limur í nevndini. Grundgevingin fyri upp­ søgnini er at finna í grein 8 í stýrisskipanarlógini, har løgtingslimir verða forðaðir at sita í nevndum, ið politiska skipanin sjálv hevur eftirlit við. „§ 8. Tá ið góðkent er, at løgtingsmaður er valdur, skal hann leggja frá sær øll álitisstørv í nevndum, ráðum o.t., sum eru undir eftirliti landsstýrisins ella, sum landsstýrið hevur skip­að hann í, tó undantikin bein­ leið­is fólkavald umboð.” Soleiðis stendur at lesa í stýr­ isskipanarlógini, og skuldi hendan ásetingin stýris­skip­ anarlógini forða fyri, at løg­ tingið far útinnandi vald. Lisbeth sigur við Sosialin, at hon er ómetaliga vón­ brot­in av at vera koyrd úr nevndini, og hon skilur als ikki, hví hetta hendir júst nú. Samstundis undrast hon á, at løgmansskrivstovan metir nevndina vera eina nevnd, sum hevur útinnandi vald, tí uppgávan hjá henni er bert at kunna og kanna, og at geva eitt tilmæli um tvey ár. Ivasom avgerð Kári á Rógvu, løgfrøðingur og nýliga settur formaður í Javnstøðunevndini, er ikki sørt skakaður av hendingini. Hann hevur samstarvað nógv við forkvinnuna í nevnd­ini, og hevur mangan verið sera hvassorðaður, tá embætisfólk og reglutrælir lesa lógargreinir fram um vit og skil, og ikki minst politiska viljan. Hann sigur, at tulkingin hjá løgmansskrivstovuni av grein 8 er skeiv, av tí, at í hesum føri er talan um lógarfyrireiking og aðra fyri­ reiking – ikki umsitingar ella avgerðarheimildir. – Verður tulkingin hjá løg­ mansskrivstovuni standandi, so verður helst neyðugt hjá tingfólki at taka seg úr aftur stjórnarskipanarnevndini (grund­lógarnevndini), sigur hann, samstundis sum hann langar út eftir løg­mans­ skrivstovuni. – Løgmansskrivstovan hev­ur, uttan nakað ítøkiligt høvi ella áhugamál, og á sera formalistiskum og løg­frøði­ liga ivasomum grundarlagi, koyrt Lisbeth L. Petersen frá sum forkvinnu í nevndini, sum skal arbeiða fyri øktum kvinnuleikluti í politikki. Neyðug lógarmýking – Tað er júst við at mýkja lógirnar í tulking, at vit gera framstig. Vóru embætisfólk líka formalistisk í 1948, so hevði Petur Mohr Dam fingið at vita, at heima­ stýris­lógin var í stríð við grein 3 í grundlógini, sum ásetur, at lóggávuvaldið er hjá fólkatinginum, sigur løg­frøðingurin, og greiðir frá sínari tulking av grein 8 í stýrisskipanarlógini: – Grein 8 er partur av hyster­iska tvassinum, sum varð tvangsfóðrað nið­ur í tingfólk, tá eldra stýris­skip­ anarlógin gjørdist synda­ bukkur fyri politisk mis­­tøk. Løg­ting­ið hevur, í sam­­band við nevnd­ina um kvinnu­ lut­tøku, valt at tulkað hana soleiðis, at prinsippið í § 5 um, at løgtingið verður valt at umboða fólkið og fáast við almennar spurningar og lógarfyrireiking, skal vinna á § 8. Tí skulu tingfólk sjálv­ sagt taka lut í at gera tann tiltrongda eftirfylgjaran av stýrisskipanarlógina og í arbeið­inum at fáa fleiri kvinnur uppí politikk, sigur Kári á Rógvi. Og hann metir samstundis, at tað sjálvsagt rætt at fáa tingnevndirnar burt­ur úr fyrisitingini, so­leiðis at ting­fólk kunnu fáast við tað prin­sippi­ella og al­menna. – Men nú verður § 8 brúkt at fáa tingfólk burturúr júst tí prinsippiella og almenna. Stovna felag Og Kári á Rógvi undrast á, at hvørki embætisfólk, ting­ fólk, løgmansskrivstovan ella onnur varnaðust, at nak­að skuldi verið galið, tá upp­skotið til samtyktar um at seta nevndina varð fyri­ reikað, viðgjørt, samtykt, kunn­gjørt og Lisbeth sett sum forkvinna. – Sambært tulkingini hjá løgmansskrivstovuni kundu vit stovnað eitt felag við heitinum: “Felagið fyri økt­um kvinnuleikluti í politikki”. So kundi Lisbeth verið for­kvinna, og landið latið nevnd­ini 150.000 í stuðli. Men nú bleiv arbeiðið lagt í nevnd, sum varð stovnað við samtykt á Føroya Løgtingi. Hetta enntá eftir tilmæli frá Útnoðurráðnum, tí í øllum øðrum norðanlondum eru tað tey fólkavaldu, sum natúr­liga eru við í slíkum arbeiði, sigur Kári á Rógvi við Sosialin. Og hann metir ongan við­kom­andi mun vera á stjórn­arskipanarnevndini, tí har er eisini talan um, at lands­stýrismaðurin “hevur ábyrgd av,” at ting­fólk sita, hóast ásetingin í § 8 stýris­ skip­anar­lógini kann lesast sum absolutt forboð móti, at tingfólk eru við í almennum nevndum, sum landsstýrið varðar av. Lisbeth best skikkað Kári á Rógvu og Lisbeth L. Petersen hava samstarvað nógv seinastu tíðina, eftir at javnstøðumál vórðu flutt frá Almanna- & Heilsu­­mála­ ráðnum út í Vinnumálaráðið, og ætlanir vóru um at báðar nevndirnar skuldu hava fe­lags skrivstovu og skrivara. Millum annað tí kennir Kári á Rógvi tað serliga svárt og meiningsleyst, at Lisbeth L. Petersen nú er koyrd frá. Og hann skírir tað eitt rætti­ ligt slag á nevið hjá sam­ gongufeløgum løgmans, Lis­beth L. Petersen og ikki minst Hans Paula Strøm, sum hevði valt Lisbeth at standa fyri kanningunum og frágreiðingararbeiðinum hjá nevndini. – Tað lá í kortunum bein­ an­vegin, at Lisbeth var tann upplagdi leiðarin í arbeið­ num, um flokkur hennara valdi hana. Hon er fyrr­ver­ andi borg­meist­ari, floks­ leið­ari, fólkatingslimur og løg­mansevni, og er tann kvinnan, ið komin er longst í politikki í Føroyum, sigur Kári á Rógvi, og hann heldur fram: – Tað er heilt ófatiligt, at løgmansskrivstovan skal leggja seg út í hetta, og forða tí mest sjálvsagda og best skikkaða persóninum at standa á odda fyri hesum arbeiðið. Javnstøðunevndin hevur havt sera gott samstarv við hesa nevndina, og vóru vit júst farin undir at seta skrivara til nevndirnar báðar og leggja nevndararbeiðið til rættis. Nú fáa báðar nevnd­ irnar eitt stórt afturstig, sigur Kári á Rógvi. – Har sum løg­mansskriv­ stovan fer skeiv, er, at hon handlar uttan heimild ella áhugamál og uttan at lata Lisbeth ella okkum onnur fáa høvi at siga, hvat vit halda um spurningin. Um so er, at løgmaður vil brúka sína heimild at hava eftirlit við landsstýrismonnum, so eigur hann í øllum førum at lata tey við áhuga í málinum verða hoyrd og søkja sær umboðan, áðrenn avgerðin verður tikin, greiðir hann frá. Harmar lands­ stýrismann Tað var Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í Al­­manna- og heilsumálum, sum á sinn­ið setti fram upp­­skot til samtyktar um at seta nevnd at arbeiða fyri økt­ari kvinnu­ ligari luttøku í politikki. Hann er sera harm­ur um støð­una, sum er íkomin, men sigur seg kortini taka av­gerðina hjá løgmanni til eftirtektar, um nakað er farið skeivt fram. Hans Pauli Strøm sigur, at endamálið við at seta ting­­limir í nevndina júst var, at flokkarnir skuldu fáa gagn av arbeiðinum og so­leiðis samantvinna tað við flokspolitiska arbeiðið. – Vón mín var, at saman­ setingin við løgtingslimum og fólki uttan fyri løgtingið fór at seta gongd á at fáa fleiri kvinnur upp í politikk, sigur landsstýrismaðurin. Og hann harmast um, at Lis­beth L. Petersen ikki long­ur sleppur at vera við í nevndini, sum hon hevur tikið stig til og virkað fyri í mong ár, eitt nú í samband við útnorðurráðið. – Eg haldi ikki at Lisbeth L. Petersen hevur uppiborið at vera kveistrað til viks nú. Hon hevur nú í mong ár arbeitt við hesum málinum og hetta kann fyri vist rópast hjartabarn hennara, sigur landsstýrismaðurin. Løgin uppsøgn Hitt løgtingsumboðið í nevndini er John Johannesen úr Javnaðarflokkinum. Hann sigur seg eisini harmast, at arbeiðið, ið júst skuldi byrja, nú dettur niðurfyri, og at hann hevði sæð fram til at fara undir arbeiðið. So hóast hann ímyndar sær, at tey, sum ikki eru í løg­ting­ inum, eins væl kunnu gera arbeiðið, metir hann tað vera eitt bakkast fyri nevndina og samskiftið hennara við flokkarnar, at eingin parla­ mentarikari er við. – Ikki minst haldi eg tað vera spell, at Lisbeth L. Peter­sen, sum í so mong ár hevur verði íðin á økinum, verður koyrd úr nevndini, sigur hann. Annað, sum undrar John Johannesen er brævið, sum hann fekk sendandi hendan dagin. Hann sigur, – Eg havi ongantíð sæð eina løgnari uppsøgn. Brævið, sum varð sent mær, var eitt bræv frá løgmanni til Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnumálum. Í brævinum verður víst á eitt ótal av lógum og lógargreinum, sum skulu undirbyggja, at løgtingslimir ikki kunnu manna nevndina fyri øktum kvinnuligari lut­ tøku í politikki, sigur John Johannesen, meðan hann set­ ir avgerðina í samband við orðið embætisveldi. Vit royndu at fáa eina við­ merking frá løgmans­skriv­ stovuni, men embætisfólkið vildi ikki endurgevast, og løg­maður sat á fundi. So tað verður eina aðra ferð. Tinganesisk formalisma Nevndin viðvíkjandi øktum kvinnuleikluti í politikki Arbeiðssetningur Nevndin skal skipa fyri tvørpolitiskum tiltøkum til tess at økja um leiklutin hjá kvinnum í politiskum avgerðum, so talið á kvinnum á Løgtingi og í kommunustýrunum økist, og umboðanin samsvarar á leið við umboðanina í hinum Norðurlondunum. Um ársskiftið 2007/2008 handar nevndin landsstýrismanninum frágreiðing um virksemi sítt og tilmæli um, hvussu framhaldandi eigur at verða arbeitt fyri at fremja javnstøðu, har politiskar avgerðir verða tiknar. FAKTA Limir í nevndini Lisbeth L. Petersen, forkvinna, John Johannessen Inga Dahl Annleyg Lamhauge Sólfríð Fjallsbak Hjørdis Háberg Petersen Kári á Rógvi Bergtóra Hanusardóttir Eyðun Christiansen Steinbjørn Jacobsen FAKTA Úr viðmerkingunum til samtyktina Nevndin skal til ársskiftið 2007/2008 arbeiða fyri, at kvinnur fáa ein øktan leiklut í at taka politiskar avgerðir. Nevndin arbeiðir støðugt við at fremja arbeiðssetningin, meðan hon er sett. Arbeiðið eigur at fevna um tiltøk, sum kunnu gera fólk varug við týdningin av, at fleiri kvinnur verða umboðaðar, har politiskar avgerðir verða tiknar. Virksemið kann vera upplýsing, lýsingarátøk, undirvísing og útgáva av ymsum kunnandi tilfari. Løgtingsvalið, sum eftir ætlan verður í januar 2008, verður eitt gott høvi at máta úrslitið av arbeiðinum hjá nevndini. FAKTA