mánadagur 13. februar 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 31 - 13. februar 2006
Leygarkvøldið tók
eitt fullsett Ment
anarhús í Fuglafirði
hjartaliga ímóti
framførsluni hjá
Jens Lisbergi – og
ikki minst hjá dóttur
hansara, Kristel
Konsert
Snorri Brend
Mynd: Jens Kr. Vang
Fuglafjørður: Tað var
ein hugnaligur dámur yvir
konsertini frá fyrsta lagi og
til tað seinasta.
Íalt framførdu tey bæði
Lisberg omanfyri 25 løg,
og tað var ikki frítt, at áhoyr
ararnir vóru bergtiknir av
heitu og hugnaligu røddini
á pápanum.
Hann er gamal og royndur
í bransjuni, og tað hoyrdist
týðiliga at hetta við sang
inum, tað meistrar hann til
fulnar.
Vit hoyrdu teir góðu og
gomlu slagararnar á føroysk
um og enskum, enntá ein á
svenskum. Hetta var alt
við til at gera hesa løtuna
so sera hugnaligt.
At tað so mitt í konsertini
var høvið at fáa ein heitan
kaffimunn við góðum
heimabakaðum køkum,
gjørdi eisini sítt til, at stem
ningurin var í hæddini alla
konsertina, sum vardi í
góðan hálvan triðja tíma.
Besta røddin
Eitt serligt point og ein ser
støk uppliving á konsertini
var tann bert 17 ára gamla
dóttir hansara, Kristel.
Tá hon av álvara slapp
at royna seg við hennara
sangum, lyfti hetta líkasum
konsertina uppá eitt høgt
støði: Er tað nakað sum
Kristel dugir sum fá, so er
tað at syngja.
Tað var neyvan nakar
áhoyrari sum ivaðist í, at her
er talan um eitt stórt talent,
sum vónandi bara kann fáa
høvið at menna seg enn
meiri í framtíðini.
Tað vóru tó ikki bert føroy
ingar her á landi sum hava
skilt hetta. Á konsertini var
eisini ein føroyingur, sum
hevur búð handan hav í eini
20 ár.
Eftir konsertina var hann
øgiliga spentur eftir at fáa
orðið á Kristel. Og tað
eydnaðist honum eisini
backstage.
– Hey, Kristel. Tú ert ein
fantastiskur sangari, og tú
hevur eina framúr góða
rødd.
– Eg skal siga tær sann
leikan: Tað eru bara tvey
fólk í Føroyum sum veruliga
hava sangararøddir. Og ta
einu røddina, hana eigur tú!,
segði hann sera sannførdur
á málinum.
Einki varð kortini sagt
um, hvør átti hina røddina.
Millum aðrar áhoyrarar
hetta kvøldið vóru eisini
løgmaður, Jóannes Ejdes
gaard og mentamálaráð
harrin, Jógvan á Lakjuni.
Lítil ivi er um, at teir
eisini hugnaðu sær hetta
kvøldið!
Fult hús til hugnaliga framførslu
Jens Lisberg, dótturin Kristel og nakrir av frægu tónleikarum
okkara hugtóku áhoyrararnar í Fuglafirði leygarkvøldið
Føroyskir hand
verkarar streyma
av landinum og
byggivinnan rópar
neyðarróp. Tey,
sum hava brúk fyri
handverkarum skulu
fyrireika seg uppá, at
tað verður bæði nógv
dýrari og nógv longri
at bíða
Byggivinnan
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað fer at verða óluksáliga
synd í teimum, sum skulu
byggja hús. Í framtíðini
fer tað at vera nógv dýrari
at byggja hús í Føroyum.
Samstundis fer tað at vera
nógv longri at bíða eftir
handverkarum.
Tað ivast føroyskir byggi
meistarar ikki í.
Teir merkja av álvara, at
føroyskir handverkarar, og
serliga elektrikarar í hesum
døgum streyma til Noregs
at arbeiða, har teir fáa sera
góðar sømdir.
Serliga hava elinnleggjarar
seinastu tíðina mist nakrar
elektrikarar til Noregs.
Tað sær út til at mark
naðurin í Noregs mettast
ikki og tað tað sær út til,
at føryoska byggivinnan
verður mestsum drenað fyri
elektrikarar.
Byggimeistarar vita, at
yvir 30 elektrikarar hava
verið í Noregi í eina tíð og
teir hava frætt, at yvir 30
skulu yvir afturat.
– Teir, sum útvega elektr
ikarar til norska arbeiðs
marknaðinum, ringja til frá
elektrikara til elektrikara í
Føroyum og bjóða teimum
arbeiði. Og tá ið so stórt tal
fer av landinum, er eyðsæð,
at tað verða ikki nógvir eftir
í Føroyum.
Sjálvur undrast hann ikki
á, at elektrikarar taka av
tilboðnum at fara yvir til
Noregs, tí umstøðurnar eru
sera góðar. Teir arbeiða í tveir
vikur og hava frí í tríggjar
vikur, og hava yvir 20.000
krónur eftir í lummanum.
Elinnleggjarar, sum ikki
leggja í at leggja navn til,
siga, at hendan gongdin
fer at fáa avleiðingar fyri
byggivinnuni í Føroyum.
– Tað fer í fyrstu atløgu
at gera, at bíðitíðin eftir at
fáa elektrikarar, fer at vera
munandi longri, enn hon
hevur verið. Men tá ið tað er
so ringt at fáa elektrikarar, er
tað eisini skilligt, at prísurin
fer upp.
Sjálvir meta teir, at tað er
blivið eini 10% dýrari at fáa
elektrikara hesar seinastu
mánaðirnar.
Og tað er baa ein, sum
kann fáa rokningina, og tað
er viðskiftafólkini.
– Tað verður óluksáliga
synd í okkara viðskiftafólkum
framyvir, siga teir.
Taka vit eitt dømi um ein,
sum skal byggja eini hús, so
er tað ein samanhangandi
tilgongd, har timburmenn,
elektrikarar, rørleggjarar,
málarar o.s.fr. skulu arbeiða
í hølunum á hvørjum øðrum.
Og verður tað leingi at bíða
eftir elektrikaranum, fer
tað eisini at seinka øðrum
handverkarum, eitt nú timb
urmonnum og málarum.
So alt í alt fer trotið á
elektrikarum at gera, at
tað fer at verða munandi
longri at fáa eini hús bygt,
ella at fáa eitt arbeiði gjørt
vvirhøvur.
Onkur hevur nevnt, at so
er bara at fáa útlendingar
hendavegin at arbeiða.
Men tá ið tað ræðir um
elektrikarar er hetta ikki so
einfalt, tí tað er bara tann
danska útbúgvingin, sum er
góðkend í Føroyum. Sostatt ber
bara til at fara til Danmarkar
eftir elektrikarum,men har er
eisini rættiliga nógv arbeiði.
– Eg síggi fyri mær, at
føroyska byggivinnan stendur
fyri stórum trupulleikum og
eg veit ikki, hvat hetta endar
við, sigur elinnleggjari við
Sosialin.
Meiri á síðu 6.
Synd í teimum, sum skulu
byggja hús í Føroyum
Tað verður bæði dýrari og longri at byggja hús í Føroyum, siga byggimeistarar við Sosialin. Serliga stórur tørvur er kanska á
elektrikarum í løtuni, tí teir streyma í stórum tali til Noregs at arbeiða, har brúk er fyri øllum kreftum í oljuvinnuni