mánadagur 13. februar 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 31 - 13. februar 2006
9
Í nýggja álitinum,
sum er handað
Tórshavnar býráð,
verða m. a. rús
drekkavanar hjá
ungum í kommuni
lýstir. Kanningin
staðfestir, at fleiri
gentur enn dreingir
hava verið ávirkaðar
av rúsdrekka, men
dreingirnir drekka
lutfalsliga oftari enn
genturnar
BØRN OG UNG
Theodor E. D. Olsen
Hóskvøldið varð nýtt álit
handað Tórshavnar Býrað
um ung í kommununi. Ein
arbeiðsbólkur hevur í nøkur
ár kannað viðurskiftini hjá
børnum og ungum høv
uðsstaðarøkinum og orð
að tilmæli til býráðspolit
ikararnar.
Í arbeiðsbólkinum hava
sitið Bogi Andreassen fyri
Margarinfabrikkina, Elin
Heðinsdóttir Joensen fyri
Barnaverndina, Jákup Fjalls
bak fyri Føroya Ungdómsráð,
Katrin Petersen fyri Trivn
aðardeildina hjá Býraðnum
og Rigmor Dam, sum hevur
verið skrivari.
Sjálvt álitið er grundað
á samrøður við fólk og fel
øg, sum á einhvønn hátt
hava tilknýti til ung fólk
í Tórshavnar kommunu.
Harafturat eru úrslit frá
eini ungdómsráðstevnu á
Háskúlanum og ein spurnar
kanning um trivnað, nýtslu
og tilmæli hjá næmingum í
framhaldsdeildini brúkt sum
grundarlag undir álitinum.
Ein partur av álitinum
snýr seg um nýtslu og mis
nýtslu av rúsevnum millum
ungfólk.
Helmingurin av teim
um, sum svaraðu í spurnar
kanningini, ið álitið er
grundað á, høvdu drukkið
rúsdrekka og verið ávirkað.
Dreingirnir
drekka oftari
Munurin er ikki stórur, men
tølini frá kanningini vísa,
at fleiri gentur enn dreingir
hava roynt at verið ávirkaðar.
57,6 % av gentunum hava
roynt at verið ávirkaðar,
meðan talið er 52,3 %.
Fleiri dreingir enn gent
ur hava tó roynt at verið
ávirkaðir, áðrenn teir eru fyltir
13 ár. Her eru tølini 12,& %
ímóti 3,8 %. Hinvegin broytist
støðan eftir 13 ára aldur, tá
27,8 % av gentunum hava
verið ávirkaðar ímóti 20 %
av deingjunum.
Til spurningin, hvussu
ofta tey ungu smakka sær
á, svaraði ein triðingur, at
tey drekka 2-3 ferðir um
mánaðin. Ein fimtingur svar
aði eina ferð um mánaðin,
og 15 % svaraðu eina ferð
um vikuna.
Hóast fleiri gentur enn
dreingir siga seg hava roynt
at verið ávirkaðar, so drekka
dreingirnir lutfalsliga oftari
enn genturnar. 59 % av
deingjunum smakka sær á
2-3 ferðir um mánaðin. Hjá
gentunum er talið 47 %.
Halda seg duga
betur enn hini
Tað er minni enn so altíð,
at foreldrini vita, at børnini
hjá teimum drekka. Serliga
genturnar velja at krógva
hetta fyri foreldrunum. Heili
43 % av gentunum, ið siga
seg hava verið ávirkaðar,
svaraðu, at foreldrini ikki
vistu av hesum, og 23 %
ivaðust í, um foreldrini vóru
kunnig við hetta.
Dreingirnir eru meira opnir
um nýtsluna av rúsdrekka.
20 % av teimum halda tað
loyniligt fyri foreldrunum,
meðan 64 % av dreingjunum
svaraðu, at foreldrini hjá
teimum vóru vitandi um, at
teir drukku.
Munur er eisini á, hvaðani
tey ungu fáa rúsdrekka.
40 % av dreingjunum
svaraðu, at teir fingu sterkan
løg frá foreldrunum, meðan
17 % av gentunum fáa kundu
siga tað sama.
Sjálvi halda tey ungu
sambært spurnarkanningini,
at tey halda seg duga væl
at stýra sær sjálvum, tá
tey drekka. Hinvegin ivast
tey í, um vinfólkini og
javnaldrarnir duga líka væl.
Í álitinum, sum Tórshavnar
Býráð hevur fingið, verður
staðfest, at hetta kann
merkja, at umleið helvtin
av teimum ungu ikki heldur
tað vera nóg gott skil á, tá
javnaldrarnir drekka.
Óvæntað tøl
Firouz Gaini er mannfrøð
ingur ella antropologur og
skrivar í løtuni eina Ph.D.-
ritgerð um ungdómsmentan
í Føroyum. Hann sigur
seg ikki hava kannað so
gjølla, hvussu nýtslan av
rúsdrekka millum ungfólk
er í Føroyum, men sigur,
at hann ikki hevði væntað,
at fleri gentur enn dreingir
hava verið ávirkaðar, hóast
munurin ikki er so stórur.
Hann sigur, at sjálvur vildi
hann mett, at fleiri dreingir
enn gentur høvdu verið
ávirkaðir, ella at tølini vóru
nøkurlunda líka.
Firouz Gaini sigur seg
ikki tora at gera nakra
beinleiðis niðurstøðu, men
nevnir býarlív og broyting
í lívsstíli, sum ein ikki bein
leiðis leggur til merkis, sum
møguligar orsøkir.
Annars verður nýtsla
av alkoholi mett sum ein
maskulin nýtsla, meðan
gentur ofta verða settar í
samband við onnur rúsevni,
t.d. pillarar. Firouz Gaini
heldur tølini vera áhugaverd
og kunnu vísa okkum, hvussu
broytingar í lívsstílum og
kynsmunum henda, sum
man annars ikki leggur
merki til. Hinvegin skulu vit
eisini taka slíka kanning við
fyrivarni, tí svarprosentið í
kanningini var 56 %, ið
svarar til 499 ungfólk. Firouz
Gaini vísir, at spurningarnir
vóru sendir í teldubrøvum til
framhaldsdeildarnæmingar,
og hetta kann vera við til at
skapa distansu, sum hann
tekur til. Tað er nevniliga
ymiskt, hvussu nógv brúka
teldupost, og eisini kemur
nógv ymiskt við telduposti,
og tí er ilt at siga, hvussu
og hvør hevur valt at svara,
sigur Firouz Gaini.
Føroyingar
taka
fuglakrím
í álvara
Tríggir deyðir svan
irnir vóru í gjár
funnir við Sandsvatn.
Fólk valdu at lata
Heilsufrøðiligu
Starvsstovuna taka
fuglarnar upp,
nú tíðindini um
fuglakrím gerast alt
vanligari
FUGLUR
Theodor E. D. Olsen
Í gjár vóru tríggir deyðir
svanir funnir við Sandsvatn,
og fólk, sum komu fram
á svanirnar, valdu at seta
seg í samband við vaktina
hjá Heilsufrøðiligu Starvs
stovuna, sum síaðni send
fólk hagar at taka svanirnar.
Orsøkin til, at fólk eru varin,
tá tey síggja deyðan fugl,
eru tey nógvu ótespiligu tíð
indini um fuglakrím, sum
hava verið at frætt seinastu
tíðina, og í heyst hava fólk
sett seg í samband við
Heilsufrøðiligu Starvs
stovuna um deyðar hønur,
dunnur og annan fugl, sum
fólk eru komin framá.
Teir tríggir svanirnir
verða eins og hinir fuglar
nir, ið eru funnir, sendir
niður til ein danskan kann
ingarstovn.
Áðrenn fuglakrímið tók
seg upp, var annars ikki
vanligt at senda fugl niður til
Danmarkar, og heldur ikki
var vanligt, at fólk ringdu
og bóðu Heilsufrøðiligu
Starvssovuna koma og taka
fugl upp, men av starvs
stovuni siga tey, at slíkt
skal takast í álvara, og at
tað er týdningarmikið at
seta reinføri í hásæti, um
nortið verður við fugl.
Ingibjørg Egholm av
Heilsufrøðiligu Starvs
stovuni sigur, at tey eru
í ferð við at skipa eina
sýnistøkumannagongd við
víkjandi fuglakrími, eins og
tey hava í flestu londum í
Evropa.Hon sigur, at hóast
sannlíkindini eru ógvuliga
lítil fyri, at fuglakrím kemur
til Føroya, so ber ikki til at
siga, hvussu leikur fer, nú
flytifuglurin fer at koma
aftur til várs.
Fuglakrímið
er
tó
fyri tað mesta staðfest
í Suðurevropa, og flyti
fuglurin, ið kemur hendan
vegin, er so at siga bert í
Onglandi og Skotlandi.
Fleiri gentur smakka
sær á enn dreingir
Um drykkjuvanar
(Svarprosentini eru bert fyri tey, ið hava roynt at verið ávirkað)
Ja
Nei Veit ikki
Vita foreldur tíni, at tú drekkur?
49,3 %
31,3 %
19,4 %
Fært tú sterkt øl, vín ella brennivín frá foreldrum tínum? 27,2 %
70,5 %
2,3 %
Keypa eldri vinir øl, vín ella brennivín fyri teg?
62,3 %
36,2 %
1,5 %
Hevur tú ofta moralskar timburmenn dagin eftir?
23,1 %
68,3 %
8,6 %
Ert tú ofta so full/ur, at tú missir vitið (blackout)?
11,2 %
84,3 %
4,5 %
Heldur tú teg sjálvan duga væl at stýra tær, tá tú drekkur? 71,6 %
11,9 %
16,5 %
Heldur tú, at vinir tínir duga at stýra sær,
tá teir/tær drekka?
37,3%
36,2 %
26,5 %
Drekkur tú óblandað brennivín, tá ið tú ballast?
32,1 %
59,3 %
8,6 %
Drekkur tú nakrantíð rúsdrekka, so tú verður
ávirkaður
Øll
Dreingir
Gentur
Ja
54,8 %
52,3 %
57,6 %
Nei
45,2 %
47,7 %
42,4 %
(Talvurnar eru úr (Álit um ung”)
Hvussu gamal/gomul vart tú fyrstu ferð?
Øll
Dreingir
Gentur
Yngri enn 13
8,6 %
12,6 %
4,6 %
13
23,9 %
20 %
27,4 %
14
41,8 %
39,3 %
43,7 %
15
22 %
22,2 %
21,8 %
16 ella eldri
3,7 %
5,9 %
1,6 %