Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. februar 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 31 - 13. februar 2006 Lagnan hjá einum av teimum mest umrøddu føroysku stjór­ un­um tey seinastu árini, Klæmint Weihe, verður avgjørd í skrivandi stund. Stýrið skuldi fyrrapartin umrøða svarið hjá stjóranum til hoyringsskrivið hjá stýrinum fyri SEV um uppsøgn. Somuleiðis skuldi stýrið taka støðu til, um tann ætlaða uppsøgnin skuldi setast í verk ella ikki. Uttan at taka støðu fyri ella í móti ætlanini at siga stjóran úr starvi slepst ikki uttan um, at tað hevur verið heldur buldrasligt um hetta stjórastarvið seinastu árini. Stjórin kom í andstøðu í SEV fyri leiklut hansara sum formaður í P.f. Vágatunnlinum og tá hetta felag keypti eitt neyðaggregat frá el-felagnum SEV. Málið varð tikið upp á umboðsnevndarfundi, sum er hægsta valdið í SEV. Spurningurin var tá, um ein embætis­manna­ kanning skuldi gerast. Men ein meiriluti vildi ikki gera hesa kanning. Afturímóti varð samtykt at fyrireika eina átalu og harafturat varð samtykt, at viðtøkrunar fyri inter- kommunala el-felagið skuldu endurskoðast. Men átalan gjørdist ongatíð aktuell, tí Klæmint Weihe og tann valda leiðslan gjørdi eina semju um, hvussu stovnurin skuldi stjórnast o.s.fr. Nýggjar viðtøkur eru gjørdar, men sum skilst hevur ikki gingið sum oman eftir ánni at fremja hesar í verki. Hetta er kanska eisini ein orsøk til, at allir partar ikki eru nøgdir. Ein annar partar í øllum hesum hurlivasanum var, at stjórin fór frá sum nevndarformaður fyri Vágatunnilin. Annars ljóðaði tá, at hann hevði klárað seg væl sum formaður fyri hesi stóru verkætlanini. Stutt eftir tók hann við sum formaður í eini fyritøku, P.f. Smyril Line, sum kom í rættiliga tungan sjógv. Formanssessurin kravdi nógv, og nevndarformaðurin var ofta at hoyra sum formaður fyri Smyril Line. Spurningurin er, um stjórar í týðandi stovnum, eiga at átaka sær so stórar uppgávur. Vist hevði hann fingið loyvi, men slíkur týðandi sessur við síðuna av arbeiðnum skapar eisini eina ávísa ónøgd. Harafturat kann sigast, at ein maður í stjórastarvi hevur nógvar leiðsluroyndir og ger hann væl kompetentan til formansarbeiðið í eini nevnd. Men hetta mál hevur kortini einki við aktuellu støðuna í SEV at gera. Meirilutin í stýrinum, sum hevur samtykt ætlaðu uppsøgnina, hevur mist álitið á stjóranum - og tað er rættiliga álvarsamt. So álvarsamt, at aðrir stjórar høvdu allarhelst pakkað saman, um teir fingu at vita, at nevndin ikki hevði álit á teim­um. Hinvegin kann hugsast, at Klæmint Weihe heldur grundgevingarnar fyri uppsøgnina vera so órættvísa, at hann vil stríðast fyri tí, sum hann heldur vera rætt. Á hesum stað skulu vit ikki nema við grundgevingarnar fyri at siga Klæmint Weihe úr starvi. Heldur ikki nema við tað sum meiriluti ella minniluti føra fram. Hinvegin skulu vit bara staðfesta, at tað er harmiligt, at eitt slíkt persónligt mál verður viðgjørt almennt. Helst tí at 20 um­boð fyri Tórshavnar kommunu verða kallað til fundar at umrøða málið. Sum fjølmiðil taka vit undir við fullum gjøgnumskygni, men eitt slíkt mál eigur eitt stýrið at avgera og eingin annar! DAGSINS MEINING Sosialurin Ein heitur stjórasessur VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Ikki fyrr enn dálkingin er so umfatandi og náttúran so útarmað, at tað stendur lýsandi klárt fyri øllum, fer landsstýrið kanska at lata við seg koma og siga, at her má okkurt gerast. Men tá er ov seint, skrivar Janus Hansen, lívfrøðingur Ofta verður sagt, at tað er eingin orsøk til at uppfinna tann djúpa borðiskin um­aftur. Helst var tað tað, sum løgtingið hugsaði í 1993, tá ið tað góðkendi altjóða sáttmálan um lív­ frøði­ligt margfeldi. Tað áligg­ ur landstýrinum at røkka ásetingunum í sáttmálanum, og tá tað er gjørt, hava vit ein vælvirkandi náttúru­poli­ tikk. Sáttmálin býður lands­stýr­ inum at friða lendi og sløg. Sáttmálin býður lands­ stýri­num at nýta hugtakið lív­frøðiligt margfeldi í øll­ um viðkomandi umsitingar­ ligum arbeiði. Sáttmálin býður lands­stýr­ inum at skipa ein náttúru­ politikk og umsita hann rætt. Við at góðtaka henda sátt­ mála leggur løgtingið upp til ein virknan náttúrupolitikk, og tað sama gera politisku flokkarnir í teirra stevnu­skrá­ um, men hóast tað, so hava vit í 2006 ongan náttúru­ politikk í Føroyum. Heimsins reinasta hav Tað er lítið at ivast í, at tann náttúra, ið vit síggja í dag, ikki kann roknast sum órørd náttúra, tí lendið hevur verið bitið síðan landnám. Norðmenn rokna villa náttúru sum tað, ið liggur 5 km frá næsta størri inntrivi, eitt nú húsum og vegum. Eftir hes­um mátistokki er eingin vill náttúra í Føroyum. Við øðrum orðum, alt Føroyaland er longu tvey stig niður eftir stiganum frá veruliga villari og órørdari náttúru. So mikið meira syndarligt er tað, at tann náttúra, sum vit hava, als ikki verður vard. Henda vantandi verja sæst eisini aftur: Fuglastovnarnir hava leingi verið í minking. Svart­­fugl­ urin er minkaður við meira enn einari helvt. Blá­dúgvu­ stovnurin verð­ur blandaður við tam­dúgvur, so ein tann sein­asti blá­dúgvustovnurin í heiminum er burtur um fá ár. Drunnhvítastovnurin í Nólsoy, sum kanska hýsur 90% av heimsstovninum, er eisini burtur um fá ár. Loyvi verður givið at oyða størsta ternubølið í Streymoynni. Ikki beinleiðis, men tá loyvi verður givið til stuttleika­ skjóting beint við, so kann eingin ivast í, hvat úrslitið verður. Náttúran verður dálkað í stóran mun, og hóast al­ mennur politikkur er at látast sum einki, so kann ein og hvør síggja, at nógva­staðni hevur taðingin fingið valdið á náttúruni; hetta verð­ur kall­ að lívrunnin dálking. Føroyar eru fevndar av Ramsar-sáttmálanum, har vit eru bundin at verja vátlendi, men tey verða avveitt sum ongantíð áður. Hvørt ár síggja vit nýggj plantu- og skordýrasløg, sum kunnu troka og oyða okkara upprunaligu sløg. Kanska vit einaferð høvdu reinasta havið og eina órørda náttúru, men ikki í dag. Í dag eru vit, sum nógv onnur, eitt framkomið land, har vit byggja og dálka, men mót­ sett øðrum framkomnum londum hava vit ongan náttúru­politikk. Lógirnar hjá okkum Landsstýrismaðurin í náttúru- og umhvørvismálum í 2000 sá trupulleikan og setti ein serfrøðingabólk til at geva tilmæli til, hvussu ein náttúru- og umhvørv­ ispolitikkur skuldi skipast. Frágreiðingin frá bólkinum kom í 2001. 10 tilmæli vórðu givin, m.a., at skipa eina fyrisiting, at gera eina nýggja náttúruverndarlóg og at raðfesta altjóða avtalur. Vit hava eina náttúrufrið­ ingarlóg, sum skal eitast at verja náttúruna, men ser­ frøðingabólkurin skrivaði: “Náttúrufriðingarlógin nøktar als ikki tann tørv, sum er á náttúrufyrisiting í dag. [...] Lógin er upprunaliga gjørd eftir tí donsku lógini og hóskar tí ofta illa til føroysk viðurskiftir. Lógin er eisini avoldað nú [...]”. Um økis- og yvirfrið­ingar­ nevndirnar verður skrivað: “Nevndirnar fáa einki gjørt við ikki-dálkandi lang­ tíðarvirkandi broytingar, sum t.d. landslagbroytingar, vatnorkubyrgingar og ikki sjón­ligar broytingar, sum t.d. oyðing av vøtnum”. Við øðrum orðum, nevnd­ ir­nar eru til lítla og onga nyttu. Lógin, sum skal verja náttúr­una fyri fremmandum djóra- og plantusløgum, er frá 1938. Um hana skrivaði bólkurin: “Í løtuni er einki virkið eftirlit við, hvørjar plantur ella dýr verða innflutt til Før­oya, og sostatt heldur eing­in meting av, hvønn skaða tey møguliga kunna gera á okkara upprunaliga vøkstur.” Ein kann spyrja seg sjálv­ an, hvat endamálið er við einari frágreiðing, sum koll­ dømir nærum allar tær lógir, sum viðvíkja náttúruni, tá ið tað 5 ár seinni als einki er hent. Kanska politiski myndugleikin metir, at lóg­ irnar tæna onkrum endamáli, men tað má vera meira politiskt enn nakað annað, tí náttúruni tæna tær so ikki. Náttúrupolitikkur framyvir Í 2003 avgjørdu londini, sum eru fevnd av sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi, umframt Sameindu Tjóðir, at seta sær nøkur felags mál, sum skulu røkkast í 2010. Yvirskipaða málið er ein­falt: í 2010 skal aftur­ gongdin av lívfrøði­ligum margfeldi verða steðgað. Sera nógv verður gjørt í okk­ara grannalondum fyri at røkka hesum máli. Tað hevði verið eitt gott høvi hjá landsstýrinum at víst ábyrgd og sagt, at vit seta okkum somu mál sum grannalondini, men gakk, her verður koyrt í sama spori sum síðstu 15 árini: So leingi fólk hava onkra hugmynd av einum reinum havi og vakrari náttúru, verð­ ur einki gjørt. Ikki fyrr enn dálkingin er so umfatandi og náttúran so útarmað, at tað stendur lýsandi klárt fyri øllum, fer landsstýrið kanska at lata við seg koma og siga, at her má okkurt gerast. Men tá er ov seint. Náttúrupolitikkur Lívfrøðingur Janus Hansen