Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. februar 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 31 - 13. februar 2006 11 Marknaðarrák Farna vika var friðarlig á fíggjarmarknaðunum. Ong­ ar serliga álvarsamar fíggj­ ar­ligar kunngerðir vóru á skránni, og broytingarnar á ymsu marknaðunum vóru smáar. Nógv verður prátað um ávirkanina á danska bú­skapin av Muhammed- tekn­ingunum. Danski parta­ brævamarknaðurin lækkaði 3% í farnu viku, men hetta er neyvan orsakað av tekn­ ingunum. Lundbeck lækkaði 11%, og A. P. Møll­er- Maersk lækkaði 8%. A. P. Møller-Maersk fyllir um­leið triðingin av danska parta­ bræva­vísitalinum, so hetta gjørdi munin. Harumframt lækkaði Danske Bank eisini 2%, hóast roknskapur teirra var sera góður. Novo Nordisk, sum selur nógv í Miðeystri, hækkaði harafturímóti eitt vet. Danski útflutningurin til tey londini, ið boykotta í løtuni, er einans 1% av saml­ aða danska búskapinum, og hetta er orsøkin til, at parta­ brævamarknaðurin tekur hur­ livas­an róliga. Lánsbrøv støðug Lánsbrøvini komu í farnu viku í eina støðuga legu, eftir at renturnar hækkaðu í seinnu helvt av januar. Útlit eru nú fyri, at renturnar kunnu lækka eitt sindur, men enn eru eingi tekin um, at 10-ára rentan skal niður á 3% í bræði. Higartil góðir roknskapir Roknskapirnir fyri 4. árs­ fjórðing, ið higartil eru kunn­ gjørdir, hava sum heild verið góðir, bæði í Norðurlondum, Evropa og USA. Av teimum 500 virkjunum í breiða amerikanska vísitalinum, S&P 500, hava 79% nú kunngjørt. Kunngerðirnar vísa, at inn­ tøkurnar eru hækkaðar út­ við 14% í mun til fyri ári síðan, og at 80% av einstøku virkj­ un­um hava kunngjørt tøl ájavnt ella betur enn tað, ið greinarar hava mett. Sostatt hava roknskapartíðindini ver­ið góð, og verið stimbr­ andi fyri gongdina á parta­ brævamarknaðunum. Vit meta at hendan gongdin fer at halda áfram. Gongdin stuðlar eisini undir okkara bjartskygni viðvíkjandi partabrøvum. Hesa vikuna Hesa vikuna verða kunngjørd álitistøl bæði í Evropa og USA, umframt tøl fyri prísvøksturin í USA. Áhugaverdir roknskapir hesa virkuna eru teir frá Dell, Hewlett-Packard og Electrolux. Tekningar lítla ávirkan Vika 7 2006 Donsk 10-ára renta Vísital fyri norrøn partabrøv Gjaldoyru Íløgufeløg Kursur +/- % Kursur +/- % USD 627,18 1,0% Lánsbrøv í DKK 102,70 0,3% JPY 5,32 1,9% Evru Lánsbrøv 171,95 0,1% GBP 1.094,11 0,0% Norrøn Partabrøv 111,89 -0,4% NOK 92,38 -0,6% Altjóða Vøkstur 74,51 0,0% Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar. 3,20% 3,40% 3,60% 13/11 14/12 14/01 1000 1040 1080 1120 13/11 14/12 14/01 Dagurin í morgin eitur dagurin »Valentinus«. Tað er dagurin tey flestu av okkum kenna frá amerikanskum filmum, har vit senda kort og geva gávur til okkara kæru. Henda siðvenja hevur fingið fótafesti í Norðurlondum og er nú eisini á veg til okkum í Føroyum Siðvenja Inna Tørnroos inna@sosialurin.fo – Tað vindur meiri og meiri upp á seg at feira Val­ entindagin. Tað sigur Nomi á Hvítanesi, sum arbeiður í blómuhandlinum Orkis á Glyvrum. Tey selja nógvar rósur bæði sum bukettir, í posa og í fløskum. Tað eru mest ungir menn sum koma inn at keypa, og alt sum er reytt er rætt, sigur Nomi. Á Hotel Hafnia hava tey eina serliga Valentinmeny. – Vit hava eina tríggja-rætta matskrá sum er ser­liga lekkur. Desertin er ein masarinkaka við berum, nougatine og vaniljmousse, siga tey úr køkinum á Hafnia. Tey hava havt eina Valentinmeny í trý ár, og undurtøkan er góð. – Millum 50-80 fólk plaga at koma, tey flesu sum pør, sigur Petur Hentze á Hotel Hafnia. Borðini eru dekkaði við reyðum rósum. Vígdi í loyndum Søgurnar aftan fyri Valent­ in­usdagin eru fleiri, men ein tann kendasta er, at tað var ein djarvur italienskur prestur, sum æt Valentius, sum vígdi forelskað pør í loyndum, eftirsum kaisari Claudius II hevði forboðið giftarmál millum ung fólk. Valentius bleiv uppdagaður og koyrdist í fongsul, og bleiv seinni hálshøgdur. Áðr­­enn hann doyði fekk hann tokka til dóttur fonga­ vørðin og skrivaði henni eitt kærleiksbræv, sum han undirskrivaði við »Tín Valentin«. Hann skal eisini hava sagt hetta, áðrenn hann doyði: »Tit skulu ikki syrgja meg, men gleði tykkum, at tit eru maður og kona, tí kærleikin er ein dýrabarur skattur, dýrabarari enn sjálvt lívið«. Alt hetta hendi í Rom ár 269 e. Kr. Siðvenjan við at feira Valentin byrjaði í Englandi og Frankaríki longu í 1300- talinum. Gávur og kær­ leiksbrøv hoyrdu til mátarnar at vísa sín kær­leika. Í 1900-talinum gjørdist tað eisini stórt í USA, og tað er tann vegin, siðvenjan er komin til Norðurlond. So tey sum pástanda, at Valentinedagurin er enn ein ávirkan úr USA, fara skeiv hetta er ein evropeisk siðvenja, sum amerikanarar hava tikið til sín, og sum nú er á veg til okkara umvegis USA. Valentindagurin vindur upp á seg í Føroyum Mátar at feira Valentindagin og gleða mannin/ konuna: • Keyp eina rósu • Send eitt kort • Bjóða henni/honum ein góðan matabita - antin heima ella úti • Keyp eitt sjokulátahjarta • Keyp eina bamsu sum sigur »Eg elski teg« • Send eitt kerligt sms ella e-bræv FAKTA