mánadagur 13. februar 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 31 - 13. februar 2006
UTTAN ÚR HEIMI
Myndir, sum vísa
bretskar hermenn
buka ungar irakar
hava fingið øði í
bretska almenningin
og politikararnar.
Tony Blair, forsætis-
ráðharri, hevur
lovað, at málið verður
kannað til botns.
BRETLAND
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Verjumálaráðið í London
hevur longu sett fólk at
kanna
myndirnar,
sum
blaðið News of the World
prentaði sunnudagin, og
Tony Blair, forsætisráð-
harri, hevur lovað, at teir
seku hermenninir verða
revsaðir.
Myndirnar eru ótespilig-
ar. Tær vísa bretskar her-
menn taka fýra ungar irakar
við sær inn á økið hjá
bretska herinum tætt við
býin Basra í Suðurirak. So
leggja hermenninir á teir
ungu irakarnar, sum verða
slidnir, sparkaðir og tveittir
aftur og fram. Ein av
hermonnunum tekur alt
upp á sjónband og eggjar
feløgum sínum til at geva
irakunum ein umgang.
-Ja, nú skulu tit fáa tað.
Tit hava verið óskikkiligir
dreingir, rópar hermaðurin
við filmstólinum. Sjálvur
sigur hann við News of the
World, at hann tók hending-
ina upp á sjónband til stutt-
leika.
BBC hevur eisini víst
nakrar av myndunum, og
har siga tey, at tilburðurin
vardi umleið ein minutt, og
at teir ungu irakarnir vórðu
slignir 42 ferðir hesa
løtuna.
News of the World vil
ikki siga, hvaðani blaðið
hevur fingið upptøkuna,
men blaðið hevur fingið at
vita, at myndirnar eru tikn-
ar í 2004. Blaðíð hevur víst
fleiri
heryvirmonnum
myndirnar, og teir hava
váttað, at tær eru veruligar.
Tað eru kortini tey, sum iv-
ast, tí tá blaðið Daily Mirr-
or
kunngjørdi
líknandi
myndir fyri tveimum árum
síðani, vísti tað seg, at tær
vóru falsaðar.
Men leiðslan í News of
the World sigur, at hon hev-
ur kannað málið so gjølla,
at hon er ikki í iva um, at
hesar myndirnar eru ver-
uligar. Stuart Kuttner, blað-
stjóri, sigur, at blaðið hevur
eisini fingið at vita, at
bretskir hermenn í Evropa
hava stuttleikað sær við
myndunum leingi.
Í
fjør
vórðu
tríggir
bretskir hermenn dømdir í
fongsul fyri at hava bukað
fangar í einari fangalegu í
Irak.
Í løtuni eru 8.000 bretskir
hermenn í Irak, og síðani
kríggið har byrjaði, hava
80.000 bretskir hermenn
gjørt tænastu í Irak.
Hamas er til reiðar at
viðurkenna Ísrael,
men ikki
beinanvegin.
MIðEYSTUR
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
-Er Ísrael sinnað at viður-
kenna okkara rættindi og at
taka seg aftur úr teimum
hersettu økjunum, fara
Hamas og palestinska fólk-
ið at gevast við vápnaða
stríðnum.
Tað sigur leiðarin í Ham-
as, Khaled Meshaal, í sam-
røðu við russiska blaðið
Nezavisimaya Gazeta. Orð-
ini eru tekin um, at Hamas
leggur á annan bógv, eftir at
felagsskapurin vann pale-
stinska
tjóðartingsvalið
tann 25. januar og nú fyr-
ireikar seg til at skipa
stjórn.
Síðani valið hevur felags-
skapurin verið fyri stórum
úr umheiminum, sum vil
hava Hamas at leggja vápn-
ini og at viðurkenna ísra-
elska
ríkið.
Ísraelska
stjórnin hevur kunngjørt, at
hon fer ikki at tingast við
nakra palestinska stjórn,
sum Hamas hevur ávirkan
á, og í Washington verður
sagt, at USA fer ikki at
stuðla upp undir palestinskt
sjálvræði, fyrr enn Hamas
leggur vápnini og viður-
kennir Ísrael.
Í síðstu viku frættist, at
russiski forsetin, Vladimir
Putin, hevði boðið um-
boðum fyri Hamas til
Moskva at viðgera polit-
isku støðuna. Innbjóðingin
elvdi til vreiði í Ísrael, og
USA var heldur ikki serliga
fegið um hana. Talsmaður-
in hjá George W. Bush, for-
seta segði tó seinni, at USA
góðtekur, at Russland ger
eina roynd at fáa Hamas at
binda frið.
USA og ES meta Hamas
sum ein yvirgangsfelags-
skap, men tað ger Russland
ikki.
Kalt grannalag
Viðurskiftini
ímillum
grannarnar Ukraina og
Russland hava ongantíð
verið so køld sum nú, og
summir eygleiðarar lýsa
tey sum eitt nýtt kalt
kríggj. Meiningakann-
ingar í Ukraina hava
víst, at meiri enn 40 pro-
sent av fólkinum hava
ikki álit á Russlandi, og
kanningar í Russlandi
vísa á leið sama úrslit,
skrivar Aftenposten.
Í Ukraina halda mong,
at Russland ger seg inn á
landsins fullveldi, tí
russar hava ilt við at
góðtaka, at Ukraina hev-
ur valt at flyta seg nærri
Vesturevropa heldur enn
Russlandi. Gamla ukr-
ainska stýrið hevði sera
gott samband við Mosk-
va, meðan stýrið hjá
Viktor Jusjtskenko, for-
seta hevur valt at reka
ein sjálvsstøðugan utt-
anríkispolitikk. Tí kenna
nógvir russar tað, sum at
Ukraina
hevur
vent
teimum bakið.
Á
nýggjárinum
stongdi Russland gass-
veitingina til Ukraina,
sum svaraði aftur við at
krevja meiri leigu fyri
russisku herflotastøðir-
nar við Svartahavið, og
tað fekk øði í russisku
leiðsluna, skrivar Aften-
posten. Tað bøtti ikki um
hýrin í Kreml, at U-
kraina samstundis ogn-
artók fleiri vitar fram
við Svartahavinum, og
nú hava russar svarað
aftur við at steðga øllum
kjøtinnflutningi
úr
Ukraina.
- Ukraina og Russland
er farin undir eitt kalt
kríggj, skrivaði ukrain-
ska tíðarritið Korres-
pondent í síðstu viku.
Krevja Thaksin frá
Umleið
50.000
fólk
gingu sunnudagin krav-
gongu í teilendska høv-
uðsstaðnum Bangkok,
har tey kravdu, at Thak-
sin Shinawatra, forsætis-
ráðharri, skal leggja frá
sær. Hetta var onnur
kravgongan í eina viku,
og fyrireikararnir hava
boðað frá einari afturat
tann 26. februar.
Thaksin Shinawatra
varð afturvaldur til for-
sætisráðharra við stór-
um meiriluta fyri einum
ári síðani, men nú er
vent í holuni. Fólk eru
sera misnøgd við, at
stjórnin megnar ikki at
forða áhaldandi ófriði
har suðuri í landinum,
men tann størsta mis-
nøgdin kemst av, at for-
sætisráðharrin
og
skyldfólk hansara hava
fingið nógvar pengar
burtur úr at selja eina
stóra fyritøku av landi-
num. Sambært fjølmiðl-
unum fingu forsætisráð-
harrin
og
skyldfólk
hansara einar 11,3 milli-
ardir krónur burtur úr
søluni, og so var pen-
ingurin skattafríur.
Sjálvure hevur Thak-
sin Shinawatra sagt, at
hann fer ikki at leggja
frá sær, uttan so at kong-
ur biður hann fara frá, og
tað er ikki serliga hugs-
andi, skrivar Reuters úr
Bangkok.
Færri ung
festa sær í
Ein norsk kanning vísir,
at altsamt færri ungfólk
roykja. Bara fimm pro-
sent av teimum 13 til 15
ára gomlu í Noregi
roykja hvønn dag, og tað
er helvtina færri enn fyri
bara fimm árum síðani.
Hagtølini siga eisini, at
talið á ungum, sum
roykja, hevur ikki verið
so lítið síðani 1975, tá
tann fyrsta kanningin
bleiv gjørd.
Stjórin í norska heils-
ustýrinum, Bjørn-Inge
Larsen, sigur, at tað
hevur gingið betur í
Noregi enn aðrastaðni at
fáa tey ungu at venda
sigarettunum bakið, og
hann ivast ikki í, at tað
eru áhaldandi upplýs-
ingartiltøk, sum hava
givið úrslit. Í fleiri ár
vístu tølini, at norskir
ungdómar royktu verri
enn teirra javnaldrar
teimum flestu londunum
í Evropa, men soleiðis er
ikki longur. Tey ungu
hava snøgt sagt vent
nikotininum bakið, sigur
stjórin í heilsustýrinum.
Gongin ímillum tey
ungu merkir eisini, at
talið á roykjarum minkar
sum
heild.
Vanliga
verður sagt, at fólk, sum
ikki eru byrjað at roykja,
tá tey eru vorðin 20,
sleppa undan pláguni. Í
dag eru tað bara sjey
prosent av teimum 20
ára gomlu í Noregi, sum
roykja, og talið fer helst
at minka.
Svangir hávar
Sunnudagin
gjørdu
myndugleikarnir í land-
nyrðingspartinum av Av-
stralia av at steingja
fleiri
væl
umtóktar
strendur, eftir at menn
hava sæð nógvan háv
stutt úr landi.
Myndugleikarnir siga,
at menn hava talt minst
hundrað hávar, sum eru
komnir inn ímóti landi at
leita eftir føði. Tí kann
tað vera vandamikið hjá
fólki at svimja har, og tí
eru fleiri strendur nú
stongdar.
Í síðsta mánað doyði
ein
21
ára
gomul
avstralsk kvinna, eftir at
tríggir
hávar
høvdu
lopið á hana.
Bretar í øðini um Irak-myndir
Tær skelkandi myndirnar úr
Irak fara at herða trýstið á
Tony Blair, forsætisráðharra
um at taka hermenninar úr
Irak.
Hamas býður Ísrael frið