Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. februar 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 31 - 13. februar 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Í vikuskiftinum var lív í á kamping­ plássinum yviri við Strond í Havn. Talan var um fyrsta ”kampingtreffið” hjá felagnum Camping. fo , sum varð stovnað í fjør Camping Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Campistarnir møttu á camp­ ingplássinum yviri við Strond leygardagin í fínasta veðri. Fríggjakvøldið var av ringasta veðrið við vindi og nógvum regni, men leyg­ armorgunin sleit hann í og restina av vikuskiftinum var fínasta veður. Tilsamans 10 kamping­ vognar av ymiskum sløgum vóru á plássinum, og tey flestu yvirnáttaðu til sunnu­ dagin. Ivan Skorheim formaður í Camping.fo sigur, at hetta var fyrsti túrur hjá felagnum, og var hetta samstundis ein limafundur, har limirnir kundu tos­að saman um fe­lags ætl­anir, og um hvat tey ynskja at fáa burtur úr felag­num. Tiltakið var eisini fyri at prógva, at tað ber væl til at hava campingtreff um veturin. Spurdur um hetta er rætta tíðin til kamping, sigur Ivan, at flestu vognarnir eru so væl isoleraðir, at tað er sum at vera heima, heitt og fjálgt. Treffið eydnaðist sera væl, og familjurnar fingu eina góða uppliving og eitt hugna­ligt vikuskifti, sigur Ivan Skorheim. Sunnudagin 12. februar fylti Gunnar H. Gunnarsson í Havn 50 ár. Gunnar er føddur og upp­ vaksin í Havn. Hann tók HF- prógv í Hoydøl­um, áðrenn hann fór til Dan­markar at lesa til byggi­frøðing. Hann hevur nú í mong ár arbeitt sum byggifrøðingur hjá Árni Winther arkitekt­ um. Eitt skifti arbeiddi hann hjá Tórshavnar býráð. Gunnar hevur stóran áhuga fyri bygging og byggilist. Hann hevur ígjøgnum árini havt eftirlit við nógv­um bygningsverkum í sínum ar­beiði sum byggifrøð­­ing­ ur. Foreldrini hjá Gunnar eru Jenny, f. Mikkelsen, av Toftum (1924-1999), og Eigil Gunnarsson úr Vági. Gunnar er giftur Berit Jensen úr Havn, tey eiga børnini Egil, 18 ár, og Jónu, 16 ár. Føðingardagin var Gunnar burturstaddur. Dagurin í morgin 14. februar. Valentinus. Fleiri halgimenni bera hetta navnið. Í angulsaksiskum londum, serliga í Amerika, senda gentur og dreingir hvør øðrum gávur ella skrivligar ástarkvøður, valentines, á hesum degi. Navnið er latín og merkir raskur ella kraftarmikil. Jens Kristian Svabo doyði hendan dagin í 1824, 78 ára gamal. Camping.fo: Vetrarkamping yviri við Strond Í vikuskiftinum var campingtreff hjá felagnum Camping.fo á campingplássinum yviri við Strond Gunnar H. Gunnarsson 50 ár Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara góði pápi, verpápi, abbi, langabbi og bróðir John Johannesen (vanliga nevndur John á Berjarheygnum) Skála andaðist í heiminum hjá dóttrini, leygardagin 11. februar, 90 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Skála kirkju týsdagin 14. februar kl. 14.00. Familjunnar vegna Marna, Niels og børnini Tey, ið vilja minnast John kunnu lata Skála kirkju eina peningagávu, konta í Føroya Banka. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara elskaði maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi Hans Magnussen Tjørnuvík andaðist í heiminum 11. februar, 82 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Tjørnuvíkar kirkju týsdagin 14. februar kl. 14.00. Fyri tey avvarðandi Thora, Steinbjørn, Hensar, Arnbjørg og Tórhild v/ familju Tey, ið vilja senda blómur ella krans, kunnu í staðin lata Tjørnuvíkar kirkju eina peningagávu, konto í Føroya Sparikassa. Andlát og jarðarferðir Hans Magnussen, Tjørnu­vík, andaðist í heim­inum leygardagin, 82 ára gamal. Jarð­ ar­ferðin verður úr Tjørnuvíkar kirkju týs­ dag­in kl. 14. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, sum vilja minn­ ast Hans, kunnu lata kirkjuni í Tjørnuvík eina peningagávu. Konto í Føroya Sparikassa. John (Jonn) Johannes­en á Skála, vanliga nevndur John á Berjarheygnum, andaðist í heiminum hjá dótturini leygardagin 11. februar, 90 ára gamal. Farið verður úr heimin­um sunnudagin 12. februar kl. 15. Jarðarferðin verð­ ur úr Skála kirkju týs­ dagin 14. februar kl. 14. Tey, ið vilja minnast John, kunnu lata Skála kirkju eina peningagávu. Konto í Føroya Banka. Erlant Jacobsen á Argjaboða, ættaður úr Leirvík, andaðist fríggja­ dagin 10. februar á Landssjúkrahúsinum, 68 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum sunnudagin klokkan 16. Jarðarferðin verður úr Argja kirkju mánadagin kl. 13. Tey, sum vilja minnast Erlant kunnu lata Føroya Felag móti Krabbameini eina peningagávu. Konto í peningastovnunum. www.sosialurin.fo