Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. februar 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 31 - 13. februar 2006 – Vit fingu tað váttað, sum vit hildu, at vit frammanundan vistu – at stórur meiriluti er millum leirvíkingar fyri fjøruloysnini við tunli, sigur stigtakarin til borgarafundin í Leirvík, Filip Hansen Borgarafundur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Myndir: Vilmund Jacobsen Fríggjakvøldið var vælmøttur borgarfundur í Leirvík, sum Filip Hansen tók stig til. Hetta var ein stuðulsfund­­ur til bygdarráðið, sum einmælt mælir til, at vegaføringin úr Norðoyatunlinum verður loyst við vegi og tunli oman fyri havnalagið. Hetta metir bygdarráðið vera bestu loysn­ ina, og á fundinum kom fram, at henda loysnin hevur nógv størstu undirtøkuna millum bygdarfólkið í Leirvík. Uppundir endan á borg­ ara­fundinum høvdu leirvík­ ingar høvi at atkvøða um fjøruloysnina við tunli – og loysnina, sum Landsverk mælir til við vegi omanfyri bygdina og niðanfyri bygd­ arhúsið. Úrslitið gjørdist, at 165 fólk vóru fyri tunli, 17 fyri vegnum omanfyri bygd­ ina – og 5 atkvøður vóru blank­ar. Borgarafundurin var skipaður við pallborði, har allir sjey bygdarráðslimirnir í Leirvíkar kommunu høvdu eina stutta framløgu í part – og síðan høvdu hini trý, sum sótu við pallborðið, Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, Svein Krist­ iansen, stjóri í NCC, Føroyar og Rúna Sivertsen, formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, eina framløgu. Tað var Filip Hansen, sum beyð vælkomin og vísti á, at hann hevði tikið stig til fundin fyri at stuðla bygdarráðnum í Leirvík í mál­inum at náa loysnini, sum leirvíkingar halda vera ta frægastu. Eftir framløgurnar høvdu fólk høvið at seta spurn­ ingar. Tað var útvarpsmaðurin, Jón Brian Hvidtfeldt, sum stýrdi fundinum, og tað gjørdi hann við hepnari hond. Hóast framløgurnar hjá bygdarráðslimunum vóru stuttar, fingu fundarfólkini eina rættiliga greiða ábend­ ing um, hvat bygdarráðið ynskir – og hví bygdarráðið ynskir fjøruloysnina við tunli. Flestu bygdarráðslimirnir harmaðust um, at lands­stýr­ ismaðurin ætlar at útseta málið til loysn av vega­ føringini í Leirvík, soleiðis at tað ikki verður lagt fram sambært ætlanini. Heitt varð á lands­stýris­ mannin, sum ikki var til steðar á borgarafundinum, um ikki at útseta framløguna, men at leggja málið fram til ásettu tíðina, 15. februar. Eftir fyrispurningar og svar úr salinum, fingu allir pallborðsluttakararnir høvi til at taka saman um. Filip Hansen, sum tók stig til fundin, heldur, at borg­ arafundurin var sera væl eydn­aður. – Vit fingu tað váttað, sum vit hildu, at vit framm­ an­undan vistu – at stórur meiriluti er millum leir­vík­ ingar fyri fjøruloysnini við tunli. Á borgarafundinum høvdu fleiri sitandi politikarar orðið, bæði samgongu- og andstøðupolitikarar. Flestu harmaðust um og funnust at ólukkuligu støð­uni, sum leirvíkingar eru í, nú Norðoyatunnilin letur um um nakrar vikur – uttan, at nøkur avgerð enn fyriliggur um, hvussu vegaføringin til og úr tunlinum verður. Tað, sum fólk meta sum tað allar ringasta av øllum, er, at politiska avgerðin um, hvussu málið skal loysast, enn ikki er tikin, og nú lands­stýrismaðurin, Bjarni Djurholm, rør uppundir at útseta avgerðina, eru fólk um at missa mótið. Filip Hansen fegnast eftir fundin um útsagnirnar hjá politikarunum. Hann vísir á, at millum samgongupolitikararnar, sum vóru við á fundinum, søgdu javnaðartingmaðurin, Andreas Petersen og sam­ bandstingmaðurin, Alfred Olsen, seg vera fyri at stuðla leirvíkingum. Aftrat teimum høvdu eisini Karsten Hansen og Tórbjørn Jacobsen úr Tjóðveldisflokkinum orðið, og teir søgdu seg eisini taka undir við, at leirvíkingar fáa ta loysn, teir ynskja. Kári P. Højgaard úr Sjálv­ stýrisflokkinum og Bill Justinussen úr Miðflokkin­ um søgdu seg eisini taka undir við hesum. Teir, sum ikki vóru so heitir fyri aðrari loysn enn henni, sum Landsverk mæl­ir til, vóru í fyrsta lagi Kjartan Joensen, tingmaður Fólkafloksins í Leirvík og Jógvan á Lakjuni, lands­stýr­ ismaður fyri Fólka­flokkin. Filip sigur seg fegnast um, at politikararnir góvu til kennar sína støðu á borg­ arafundinum. – Eg haldi eisini, at tað var gott, at Kjartan Joensen gav sína støðu til kennar, meðan leirvíkingar høvdu høvi at hoyra, hvat hann heldur um málið, sigur stigtakarin til fundin. Á borgarafundinum kunn­ aði Svein Kristiansen, stjóri í NCC, Føroyar, um tilboðið, sum teir saman við J & K Petersen, hava havt frammi um verkætlanina, sum leir­ víkingar ynskja. Oyvindur Brimnes, stjóri í Landsverki, segði seg eft­ir hesa kunning vita eitt sind­ ur meira um, hvussu verk­ ætlanin, sum NCC og J & K Petersen siga seg kunna fremja fyri einar 87 miljónir krónur, hongur saman. – Eg haldi, at borgara­ fund­urin gekk yvir allan ”for­væntning”, sum Filip tekur til. Hann sigur seg hava skilt á bygdarráðslimunum eftir fundin, at tey eisini eru sera væl nøgd við fundin. – Vit høvdu ein góðan, siði­ligan og sera væl møttan borgarafund um hetta mál, sum fyllir so nógv hjá øllum leirvíkingum. Eg haldi, at Jón Brian Hvidtfeldt dugdi sera væl at stýra fundinum á ein ógvuliga neutralan og skilagóðan hátt, sigur Filip Hansen, stigtakari til borg­ arafundin í Leirvík fríggja­ kvøldið. Borgarafundur í Leirvík: Stórur meiriluti fyri fjørul – Nú Norðoyatunnilin letur upp um minni enn tríggjar mánaðir, er ferðslutrygdin í Leirvík hótt – og leir­ víkingar hava orsøk at óttast. Latið ikki hetta gleði­liga frambrot í samferðslukervinum gerast ein sorgar­leik­ ur, segði formaðurin í Ráðnum fyri Ferðslu­ trygd Borgarafundur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á borgarafundinum í bygd­arhúsinum í Leirvík vísti Rúna Sivertsen á, at ferðslutrygd er eitt samspæl millum myndugleikar og ferðandi. Hon fýltist á, at føroyingar eru so aftarliga, tá ið ræður um ferðslupolitiska økið. Í áhugaverdari framløgu vísti hon á nøkur ítøkilig dømi um, hvat gerast kann fyri at minka um ítøkiligu ferðsluvandarnar, sum koma at standast av, at øll ferðslan úr og til Norðoyatunnilin kemur at ganga eftir bygda­ vegum í Leirvík í tíð­ini, áðrenn nakar annar ferða­ møguleiki er. Hon segði, at 1) Landsverk og Leirvíkar kommuna mugu tryggja vegirnar mest møguligt, 2) at neyðugt er at gera forðingar í tann mun, tað ber til, 3) at bileigarar mugu syrgja fyri, at bilar verða rætt parkeraðir, 4) at løgreglan ger átøk, serliga í byrjanini, 5) at skúli og barnagarðar upplýsa og læra børnini um øktu ferðsluvandarnar og 6) at foreldur støðug mugu áminna og ávarða børnini um vandarnar. – Tað nyttar ikki at krevja av myndugleikunum, um tey ferðandi ikki eisini gera tað, sum rætt er í ferðsluni. Formaðurin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd legði stór­ an dent á, hvussu týdningar­ mik­ið tað er, at bilar ikki verða parkeraðir soleiðis, at teir eru til ampa fyri ferðslu­ trygdina. – Eg vil staðiliga heita á øll, sum fara at ferðast gjøg­num Leirvíksbygd, um at vísa størsta varsemi, so hetta gleðiliga frambrot í sam­ferðslukervinum, nú Norð­oyatunnilin letur upp um nakrar vikur, ikki verður ein sorgarleikur, segði Rúna Sivertsen. Ferðslu­ trygdin í Leirvík er hótt Á fundinum kunn­aði Svein Kristiansen, stjóri í NCC, um verkætlanina við fjøruvegi og tunli – Eg eri sera væl nøgdur við borgarafundin, sigur stigtakarin, Filip Hansen