Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-13, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. februar 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 31 - 13. februar 2006 15 oysn við tunli – Vit hava ongan ferðslu­trygdarpolitikk í Føroyum, og tað er orsøkin til skilaleysu støðuna, sum leir­ vík­­ing­­ar koma í, nú Norð­­oya­­tunnilin letur upp. Orðini eigur Rúna Sivert­sen, for­ mað­­ur í Ráðnum fyri Ferðslutrygd Borgarafundur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo – Høvdu vit havt ein samtykt­ an ferðslutrygdarpolitikk, hevði støðan, sum leir­vík­ ingar nú eru í, ikki komið fyri. Tað hevði nevniliga als ikki borið til at samtykt eina slíka verkætlan sum Norð­oyatunnilin - uttan so, at ein heildarloysn, har eis­ini koyringin gjøgnum Leirvíkarbygd, var við. Hetta segði formaðurin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, Rúna Sivertsen, á borg­ara­ fundi í Leirvík fríggja­kvøld­ ið. Hon finst annars hvass­ liga at politiska myndug­ leik­anum fyri ikki at taka ferðslutrygdina í nóg stórum álvara. – Eg veit væl, at tey, sum eru sett at arbeiða við ferðslu­­lógini í landsstýrin­ um, gera sítt besta. Men tað, sum eg finnist at, er, at rað­festingin av ferðslu­ trygdarpolitikkinum í Før­ oyum er so langt aftanfyri tað, sum vit síggja í okkara grannalondum. Rúna Sivertsen sigur, at um vit hyggja inn á heimasíður hjá stjórnarráðum í granna­ londunum, er eingin endi á øllum tí skrivaða tilfari, ið finst um ferðslupolitikk. Men, vísir hon á: – Á heimasíðuni hjá Vinnu­ málaráðunum, sum um­sitir okkara ferðslumál, er einki at finna um hvønn ferðslu­ politikk, landstýrið ætlar at føra, sigur hon. Formaðurin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd sigur, at granna­ lond okkara hava ”satsað” nógv á øllum økjum fyri at økja um ferðslutrygdina. – Hetta hevur givið úrslit, leggur hon dent á. Rúna Sivertsen vísir á, at í nógv ár hevur Svøríki ligið á odda, tá ið ræður um ferðslutrygd, og nú eru bæði Noreg og eisini Danmark væl á veg at fáa talið av deyðs- og álvarsligum ferðslu­van­ lukkum niður. – Men her hjá okkum verð­ur ikki gjørt nóg mikið, og hetta sæst tíverri aftur í synd­arligu og álvarsligu ferðslu­vanlukkunum, sum í Føroyum eru nógv fleiri í mun til fólkatalið enn í okk­ ara grannalondum. Formaðurin í Ráðnum fyri Ferðtrygd leggur áherðslu á, at tað er avgerandi neyð­ugt við fullum áhuga frá polit­ iskari síðu fyri at fáa lyft ferðslutrygdina í Føroyum upp hægsta stig. Føroyar eru eftirbátur Bæði samgongu-og andstøðu­politikarar søgdu seg vilja taka undir við loysnini, sum leirvíkingar ynskja sær Oyvindur Brimnes, stjóri í Landsverki og Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri í Leirvík