Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-13, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. februar 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 31 - 13. februar 2006 21 Undan steypafinaluni hjá monnum mill­ um VÍF og StÍF leyg­ardagin, høvdu vit her á blaðnum gjørt avtalu við dómararnar báðar, Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen, at vit fylgdu teimum undan og eftir finaluna Hondbólts­ dómarar Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Flestu fólk hugsa neyvan um, hvussu nógv tíð eitt hond­bóltsdómarapar nýtir til hetta virksemi. Tí gjørdu vit avtalu við teir báðar altjóðu dómararnar hjá okkum, Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen, at vit kundu fylgja teimum leygardagin, so at fólk kunnu fáa eitt inn­ lit í, hvussu nógva tíð teir báðir brúka til eina uppgávu, so sum steypafinaluna. Hittast tíðliga á degnum Finaludysturin, ið teir báðir skuldu døma, var ikki settur at byrja fyrr enn klokkan 17 seinnapartin leygardagin, men hetta merkti tó ikki, at fyrireikingarnar hjá byrjaðu klokkan 16. Longu fyrrapartin leygar­ dagin hittust teir báðir í SMS, har teir í felag fingu sær ein kaffimunn og tosaðu um uppgávuna, ið lá fyri framman. Síðani var farið aftur til hús at hvíla seg, áðrenn teir báðir nakað seinni skuldu hittast heima hjá Andreasi á veg til finaluna. Klokkan gott tvey seinna­ partin segði Eyðun fam­ ilj­uni farvæl, og leiðin gekk oman í miðbýin til Andreas. Steðgurin heima hjá Andreasi var stuttur, og síðani var farið til gongu nið­an í høllina í góðari tíð, soleiðis at teir báðir eisini sóu kvinnufinaluna, sum var leikt undan mansfinaluni. Tá ið komið var niðan í høllina, gekk leiðin beint inn í dómararúmið, har teir báðir ynsktu Dánjali Samuelsen og Hera Petersen, ið dømdu kvinnufinaluna, góða eydnu við uppgávuni. Góð kensla Tá ið seinni hálvleikur av kvinnufinaluni var hálv­ runnin, fóru teir báðir og lótu seg í dómaraklæðini, og so var ikki nógv annað at gera enn at bíða. Hóast mansfinalan var sett at byrja klokkan 17, so var klokkan gott korter yvir fimm, áðrenn hon bleiv bríkslað í gongd. Stutt fyri klokkan seks er hálvleikur, og tá ið vit báðir myndamaðurin fylgja teimum inn í dómararúmið í steðginum, sæst á øllum brøgdum, at teir eru stak væl nøgdir við gongdina higartil. – Tú hevur sum dómari altíð ein kenslu av, hvussu tað hevur gingist, og sjálvir halda vit, at tað hevur gingið serstakliga væl í fyrra hálv­ leiki, so kenslan er góð, siga teir báðir í steðginum. Stutti steðgurin verður annars brúktur til at tosa um, hvat man skal verða serliga ansin við í seinna hálvleiki, og um gongdina í dystinum annars. Ein góðan hálvan tíma seinni er alt liðugt, og StÍF er steypavinnari. At avrikið hjá teimum báðum hevur verið gott, er lítið at ivast í, tí eftir dystin koma fleiri umboð fyri báðar partar yvir til Andreas og Eyðun og takka teimum fyri dystin, og allir eru á einum máli um, at dømingin var serstakliga góð. Tað sama fáa teir báðir at vita, tá ið teir nakað seinni eru á fundi saman við starvsfeløgunum, sum hava eygleitt dømingina, og klokkan umleið hálvgum átta er alt liðugt fyri teirra viðkomandi. Góðar fimm tím­ar eftir, at Eyðun fór frá húsum. So tað at døma á hægsta stigi í føroyskum hondbólti, krevur nógva tíð, um tú altso tekur uppgávuna í álvara. Navn: Andreas F. Hansen Aldur: 39 ár Starv: Virkisleiðari og formaður í Ráfiskakeyparafelagnum Hjúnastøða: Giftur við Súsannu (Ussu), og tey eiga døtrarnar Báru og Súnu Dómararoyndir: Andreas dømdi í fleiri ár saman við Dia Midjord, tá ið hann sjálvur spældi. Síðani 2004 hava hann og Eyðun dømt fast saman. FAKTA UM ANDREAS Navn: Eyðun L. Samuelsen Aldur: 31 ár Starv: Krambakallur Hjúnastøða: Giftur við Hildur, og tey eiga eitt ára gamla Áka Dómararoyndir: Fór av álvara undir at døma í bestu deildini í 2002. Tá dømdi Eyðun saman við Hannis Wardum FAKTA UM EYÐUN Tá ið er komið er nakað út í seinna hálvleik av steypafinaluni hjá kvinnum, verður farið innar í dómararúmið at gera seg klárar til uppgávuna, ið liggur fyri framman Nú er liðugt at hita upp, og Andreas og Eyðun eru klárir at bríksla steypafinaluna hjá monnum 2006 í gongd. So er mansfinalan komin hálvan vegin, og teir báðir, Eyðun og Andreas, sita í dómararúminum og tosa um, hvussu fyrri hálvleikur hevur gingið. Sjálvir eru teir stak væl nøgdir við avrikið higartil Dysturin er lokin, og Andreas og Eyðun eru sjálvir ógvuliga væl nøgdir við teirra egna avrik, og eisini eru teir ógvuliga fegnir um, at bæði liðini í finaluni sýndu fyrimyndarligan atburð Teir flestu av hinum dómarunum í bestu deildunum hava verið og hugt at finaluni, og saman við teimum verður dømingin evaluerað, og tá ið tað er liðugt, takka Andreas og Eyðun fyri seg runum 17:58 18:43 19:03