Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-13, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. februar 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 31 - 13. februar 2006 Súni uttanfyri í Oslo Súni Olsen spældi ikki við, tá ið AaB sunnudagin fekk javnleik ímóti Lyn í Royal League. Súni spældi ein sera góðan dyst mitt í síðstu viku, men hóast góða avrikið hevði venjarin hesaferð valt tann vanliga høgra bakkin, Allan Olesen, fram um Súna. Dysturin ímóti Lyn, sum varð spældur í Oslo, endaði málleysur, og tað vóru teir í AaB nøgdir við. Coventry tapti stórt Føroysk landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen spældi seinasta hálva tíman av dystinum ímillum Coventry og Watford leyg­ ar­dagin. Støðan var 2-0 til Watford, tá ið Claus kom á vøllin, men tað gjørdist enn verri fyri Claus og teir, tí Watford vann heili 4-0. Coventry spælir í Championship, sum er næstbesta enska deildin, og har liggur liðið í niðaru hálvu av stigatalvuni. Jón Rói fær frið í 10 dagar Læknin hjá AaB sigur, at Jón Rói Jacobsen fer at koma skjótt fyri seg aftur, eftir at hann fekk ein løst í knæið á venjingarlegu í Turklandi. – Jón Rói kann taka tað róligt. Krossbandið held­ur, men hann hevur fingið ein snudd í knæið, sum skal fáa frið fyri fyrst, sigur læknin Søren Kaalund. – Nú skal Jón Rói halda frí í einar 10 dagar, og so fara vit at hyggja nærri eftir skaðnum og hvussu hann skal venja uppaftur. Tað nýtist ikki at taka langa tíð hjá honum at koma fyr seg aftur, sigur hann við heimasíðuna hjá AaB. Frem tapti Jónas Tór Næss spældi við frá byrjan, tá ið danska 1. deildarliðið Frem spældi venjingardyst ímóti Trelle­ borg um vikuskiftið. Frem fekk bestu byrjanina, tí teir løgdu seg fram um 1-0 longu eftir fimm min­utt­ir. Men Trelleborg mann­aði seg upp og vann dyst­in 2-1. Málmaðurin Gunn­ar Nielsen var ikki á vøllinum, men um­framt Jónas kom eisini verjuspælarin Atli Greg­ersen inn í seinna hálv­leiki. KR í Spania Íslendska felagið KR er farið til Spania at venja og spæla dystir næstu tíð­ ina. Felagið hjá Rógva Jac­obsen skal verða við í La Manga Cup, og tríggir dystir eru á skránni í fyrstu syftu. Mánadagin skuldi KR spæla ímóti norska felagnum Trom­ sø, hósdagin ímóti Kry­lya Sovetov, og næsta mána­ dag ímóti Brann. 19. februar fer føroyska fótbóltslandsliðið til USA á venjingarlegu, og tá skal Rógvi við. Hann kann tí ikki verða við í øllum dyst­unum hjá KR á La Manga. Øll fáa trý stig Fótbóltssambandið hev­ ur endurskoðað kapp­ing­ arreglurnar fyri yngri deildir, og ymsar til­lag­ing­ ar eru gjørdar. Í fleiri av yngru deildunum hevur vinnandi liðið fingið tvey stig fyri dystin, men hetta skal broytast, so at øll lið, sum vinna ein dyst, fáa trý stig. Tað skal loysa seg at vinna, sigur FSF. Harafturat broyt­ir FSF eisini talið á útskiftarum í teimum yngstu deildunum, so at øll lið í øllum aldri kunnu hava fimm skiftisspælarar á liðnum til ein dyst. Hetta var eitt av málunum, sum vóru frammi á fundinum um ungdómsfótbólt, sum FSF skipaði fyri leygar­ dagin. Unglingar útvísast eina løtu Fótbóltssambandið ætlar at royna eina nýggja revs­ing fyri gul kort í unglingadeildini í fót­ bólti. Fær ein spælari eitt gult kort í einum lands­kappingar- ella steypa­dysti skal hann av vøllinum í 10 minuttir. Hesa løtuna má liðið hjá honum so klára seg við einum spælara færri á vøllinum. Hetta er ein skipan, sum verður brúkt í øðrum londum, og royndirnar eru góðar. FSF hevur umhugsað at lata hesa skipan galda fyri allar ungdómsdeildir, men feløgini vilja fyrsta royna skipanina í unglingadeildini. Tað gula kortið verður tí ikki skrásett á nakran hátt, men fær ein spælari tvey gul kort í sama dysti, so er tað at rokna sum eitt reytt kort, og so er revsingin út­vísing og leikbann. – Vit hava stórar trupulleikar, sigur venjarin hjá Toda Jónsson í Start. Sunnudagin tapti Start heilti 4-0 ímóti Hammarby. Todi var ikki við á liðnum hjá Start Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Start fekk av at vita, tá ið felagið spældi í Royal League sunnudagin. Start spældi á útivølli ímóti Hammarby og tapti eyðmýkjandi 4-0. Todi Jónsson og fleiri aðrir spælarar vóru ikki við í dystinum vegna skaðar. – Vit mugu bara viður­ kenna, at vit hava stórar trupulleikar í løtuni, og tað mugu vit gera nakað við, sigur venjarin Tom Nordlie við Fedrelandsvennen. Tá ið blaðið royndi at fáa venjaran hjá Start at siga meira um støðuna hjá liðn­ um, vildi hann einki siga, og blaðið heldur, at venjarin tóktist verða undir tr‡sti eftir dystin. – Síðani kappingin endaði í fjørheyst hava vit ikki borið okkum at, sum eitt topplið eigur at gera. Tað er ógjørligt at vinna eina dyst, um tú letur tvey ella trý mál fara inn við deyðbóltum hvørjaferð, sigur venjarin. Mugu práta um støðuna Tað eru slakir tveir mánaðir, til norska landskappingin byrjar aftur, og tí er tíðin hjá Nordlie og hansara liði knøpp fyri at fáa vent gongdini. – Tað tykist, sum at spæl­ararnir ikki eru nóg ídnir og aggressivir, sigur spælarin Fredrik Strømstad, og hann fær viðhald frá lið­ formanninum Bård Borg­er­ sen: – Í fjør fóru vit á vøllin til hvønn dyst fyri at vinna og knúsa mótstøðuna. Nú hugsa vit meira um at einki mál skal fara inn hjá okkum, sigur hann. Fredrik Størmstad heldur, at spælararnir skulu taka eitt prát um støðuna, men hann mælir frá at tosa um nakra veruliga kreppu á liðnum. Start fekk avsmurning Ukraina rýmdi heim uttan at skriva undir avtaluna, sum hini seks londini í okkara bólki í EM- undankappingini vórðu blivin samd um. Sambært upp­ skot­inum spæla Før­oyar seks lands­ dystir í heyst, og heimadystirnir í ár verða ímóti Fraklandi, Ukraina og Georgia Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Føroyar leggja fyri við úti­dysti ímóti Litava tann 16. august í ár, og undan­ kappingin endar í Ukraina tann 21. november 2007. Í síðstu viku vóru umboð fyri Fótbóltssambandið á fundi í Paris, har tosað varð um, hvussu næsta und­ankappingin í fótbólti skal spælast. Føroyar og øll hini londini í okkara bólki hittust fyri at leggja eina skrá fyri dystirnar, og hóast samráðingarnar vóru sera truplar, komu seks av teimum sjey londunum í okkara bólk til eina niðurstøðu. Bert Ukraina vildi ikki skrivað undir avtaluna, og tað komst av, at umboðini fyri Ukraina, sum vórðu á fundinum, helst ikki høvdu mandatið til at gera samráðingarnar lidnar. Á middegi mánadagin skuldu londini svarað enda­ liga, um tey góðtaka upp­ skot­ið, sum londini gjørdu í Paris. Totti næsta ár Uppskotið, sum Føroyar, Frak­ land, Italia, Skotland, Litava og Georgia eru blivin samd um, verður eftir øllum at døma gjøgnumført, og sambært tí skulu Føroyar spæla seks landsdystir í heyst og seks landsdystir næsta ár. Kappingin byrjar við ein­ um útidysti í Litava hálv­an august, og síðani koma trígg­ ir heimadystir á rað. Fyrst kemur Frakland á vitjan, nakr­ar dagar seinni Ukraina, og síðani Georgia. 11. oktober skulu Føroyar spæla í Italia, og landsliðsárið endar ikki fyrr enn hálvan november, tá ið Føroyar spæla í Skotlandi. Stórur spenningur er iva­­leyst um, nær italsku stjørnurnar koma til Føroya at spæla, og sambært upp­ skot­inum, koma Totti og hans­ara harkalið til Føroya tann 6. juni næsta ár. Tveir dystir í november Bæði í ár og næsta ár skal føroyska landsliðið spæla landsdystir í november. Van­ liga roynir FSF at sleppa undan hesum, men tað var ógjørligt hesaferð. 15. november í ár spæla Føroyar í Skotlandi, og 21. november næsta ár spæla Føroyar í Ukraina. Harafturat liggur ein landsdystur 28. mars næsta ár. 10 av teimum 12 dyst­ un­um, sum Føroyar skulu spæla, liggja frá august til november, meðan bert tveir dystir eru um várið. Orsøkin til hetta er, at tey stóru londini vilja ikki spæla landsdystir í til dømis juni mánaði, og tí falla teir flestu dystirnir um heystið. Um uppskotið, sum seks av teimum sjey londunum, eru blivin samd um, verður til endaligu dystarskránni fæst at vita, eftir at londini skuldu geva endaligt svar um middagsleitið mánadagin. Henry og Schevchenko til Føroya í september Seks av teimum sjey londunum í okkara EM-bólki eru blivin samd um hesa dystarskránna fyri komandi undankapping. Bara Ukraina hevur ikki skrivað undir avtaluna, sum sær soleiðis út: 2006 16. august Litava-Føroyar 02. september Føroyar-Frakland 06. september Føroyar-Ukraina 07. oktober Føroyar-Georgia 11. oktober Italia-Føroyar 15. november Skotland-Føroyar 2007 28. mars Georgia-Føroyar 06. juni Føroyar-Italia 22. august Føroyar-Litava 08. september Føroyar-Skotland 12. oktober Frakland-Føroyar 21. november Ukraina-Føroyar FAKTA Sambært uppskotinum um komandi EM-undan­kapp­ing­ ina í fótbólti skulu Føroyar spæla ímóti Fraklandi og Ukra­ina á heimavølli longu í september, meðan Italia kemur á vitjan í juni næsta ár