mánadagur 13. februar 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 31 - 13. februar 2006
23
Toppdysturin í
Havn endaði við
teprum sigri til vest
mannaliðið. Teir eru
nú hálvt stig fremstir
undan seinasta
umfari. Eisini er sera
spennandi í botn
inum
Talv
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Tað kann ikki verða meira
spennandi. Hetta minnir ikki
sørt um fótbóltskappingina í
fjør, tá einki var avgjørt und
an seinasta umfari í dystinum
um gullið, eins og fleiri lið
stríddist í botninum.
Vestmenningar
hava
spakuliga etið seg inn á
havnarmenn. Eitt skiftið
vóru havnarmenn tvey stig
fremstir, men seinastu fýra
umførini hava vent gongd
ini.
Hetta vikuskiftið var dup
ultumfar á skránni og tískil
var nógv uppá spæl hjá øll
um seks liðunum. Alt var og
er enn púra opið í toppi og
í botni.
Samson legði Helga
Spenningurin var í hæddini
tá oddaliðini settust við
talvborðið í hølum Havnar
Telvingafelags í 8. umfari
leygardagin. Skjótt sást, at
vestmenningurin á triðja
borði, Samson Højgaard,
hevði greiðan fyrimun ímóti
stjørnuni Helga D. Ziska.
Helgi hevði telvað óneyvt
og Samson revsaði hetta á
bestan hátt og hevði longu í
miðspælinum ein rók meira.
Hóast Helgi treiskaðist, var
eingin ivi um úrslitið. Tey
mongu sum høvdu væntað
eitt trygt stig til Havnina á
3. borði, fóru so dyggiliga
skeiv.
Martin Poulsen hevði
fyrr í talvinum ímóti John
Rødgaard havt fyrimun, men
mátti geva seg eyka nógv
fyri at halda javnvágina í
einum torførum endatalvi.
Hetta eydnaðist honum.
Talvið á 2. borði var
rættiliga javnt. Við trimum
finnum fleiri, leikti Carl Eli
N. Samuelsen fyrst skeivt í
herviligu tíðarneyðini, fyri
síðani fullkomiliga at kol
lapsa. Olaf letur ikki slíkan
møguleika fara og vann hann
tí stutt eftir. Jákup á Rógvu
Andreasen vann við góðum
teknikki á Andrias Ziska.
Ein óføra flottur sigur til
vestmenningar. Fyri fyrstu
ferð í kappingini lógu teir
nú einsamallir fremstir. VT
22,5 og HT 21,5.
Í Kollafirði vann útiliðið
Klaksvík 2 tepran 2,5
– 1,5 sigur. Rani Nolsøe
avgjørdi dystin við sínum
sigri á Torbjørn Thomsen.
Hini trý talvini endaðu við
javnleiki.
Klaksvík 1 og Hvalvík
leiktu 2-2. Øll talvini endaðu
við javnleiki. Ikki stórvegis
broyttist í botnstríðnum eftir
8. umfar.
9. umfar
Dysturin millum Vestmanna
og Klaksvík 1 kundi eins
væl endað við javnleiki,
men oftani hava oddalið
eyka í sær. Í einum rætti
liga javnum endatalvi, eydn
aðist tað Jákup á R. Andrea
sen at vinna á Tummas
Martini Sólsker. 2,5-1,5 til
Vestmanna.
Framanundan
høvdu
John Rødgaard og Ólavur
Simonsen leikt javnt. Carl
Eli vann trygt sítt talv ímóti
Finnbjørn Vang, meðan
Wille Olsen bjargaði klaks
víkingum eitt kærkomið stig,
tá hann vann á Samson.
Fegnir vórðu vestmenningar
tá Jákup avgjørdi dystin. Jákup
hevur sanniliga verið raskur á
4. borði. Hann hevur nevnliga
vunnið øll síni seks talv hann
hevur telvað á 1. liði.
Havnarmenn
minka um munin
Við 3-1 sigrinum á Klaksvík
2 minkaðu havnarmenn um
munin. Nú er bert hálvt stig
upp til oddaliðið úr Vest
manna. Steintór Rasmussen
vann sum skilst eitt sera gott
talv ímóti Olaf Berg. Martin
vann eitt drúgvt talv á Rana
og hinar uppgerðirnar vunnu
havnarmenn eisini sum vænt
að.
Hóast greiða sigurin, eru
havnarmenn valla nøgdir.
Klaksvíksliðini eru nú jøvn
aftast. Eingin dreymastøða
hjá sigursvanda felagnum.
Hvalvíkingar vunnu 3-1 á
kollfirðingum. Við sigrinum
hava hvalvíkingar loksins
reist seg frá aftasta plássi.
Men tryggir eru teir als ikki.
Tað eru eingi av fýra teimum
aftastu liðunum.
Seinasta umfar verður
4. mars, tá allir dystirnir í
øllum deildunum verða telv
aðir undir somu lon í Vest
manna. Vestmenningar møta
kollfirðingum í 10. og sein
asta umfari, havnarmenn
skulu royna seg ímóti Klaks
vík 1, meðan Hvalvik og
Klaksvík 2 leika triðja dystin
í 1. deild.
NM fyri unglingar verður
komandi vikuskiftið í Finn
landi. Vit fara í komandi
talvteigi at hyggja at og
eftirmeta úrslitini hjá okkara
besta ungdómi.
Sandavágsgarpar
Hugaligt er at sígga, at sanda
vágsmenn veruliga hava brynj
að seg út hetta kappingarárið.
Teir hava longu við nærum
100 prosent vissu tryggjað
sær uppflyting úr 2. deild og
í 3. deild eru teir eisini trygt
fremstir. Og góði stimin endar
ikki her, tí í unglingabólkinum
eru teir í finaluni ímóti Róki.
Fyrri finaludysturin endaði 2-
2. Seinni og avgerandi finalu
dysturin verður 04. mars.
Sunnudagin var
steypakapping í
amboðsfimleiki í
høllini á Stórheyggi í
Havn. Hetta var tann
næsta av trimum
steypakappingum.
Hesaferð kappaðust
fimleikararnir á
gólvinum
FIMLEIKUR
Lív Reinert Kjeld
liv@sosialurin.fo
Sunnudagin var tann næsta av
trimum steypakappingum hjá
Føroya Fimleikasambandi
á skránni. Hesaferð var
tað Havnar Fimleikafelag,
sum skipaði fyri. Umleið
20 fimleikarar frá Havnar
Fimleikafelag, Ljósinum,
Støkk og Klaksvíkar Fim
leikafelag kappaðust á gólv
inum.
Fimleikararnir kappaðust
eins og seinast í fýra bólkum;
kvinnur, kvinnuunglingar,
menn og mansunglingar.
Kappingin gekk skjótt og væl,
og var sera spennandi. Fim
leikararnir menna seg í hvørj
um, og kappingin harðnar
teirra millum. Tað sæst, at
síðan lopgólvið var keypt
fyri nøkrum árum síðani,
eru amboðsfimleikararnir
í Føroyum farnir nógv stig
fram.
Seinasta steypakappingin
í amboðsfimleiki á hesum
sinni verður komandi leyg
ardag í fimleikahøllini í
Glyvra Skúla. Tá fara kvinn
ur og kvinnuunglingar at
kappast á bitanum, meðan
menn og mansunglingar
skulu kapast í ringunum. Fim
leikafelagið Støkk verður
vertur fyri hesi seinastu
kappingini.
Vestmenningar skutin
frammanfyri
Talvúrslit og -støður
8. umfar
Havnin-Vestmanna
1,5-2,5
Martin Poulsen-John Rødgaard
0,5-0,5
Olaf Berg-Carl Eli Nolsøe Samuelsen
1-0
Helgi D. Ziska-Sasmon Højgaard
0-1
Andrias Ziska-Jákup á Rógvi Andreasen
0-1
Kollafjørður-Klaksvík2
1,5-25
Torbjørn Thomsen-Rani Nolsøe
0-1
Grettir Djurhuus-Steintór Rasmussen
0,5-0,5
Hanus Joensen-Rani Baldursson
0,5-0,5
Karl Louis Johansen-Rógvi Dragaberg
0,5-0,5
Klaksvík1-Hvalvík
2-2
Ólavur Simonsen-Haldur Suni Johansen
0,5-0,5
Finnbjørn Vang-Finnbjørn Zachariassen
0,5-0,5
Wille Olsen-Martin Brekká
0,5-0,5
Tummas Martin Sólsker-Sámal Christiansen
0,5-0,5
9. umfar
Hvalvík-Kollafjørður
3-1
Haldur Suni Johansen-Hans Kristian Simonsen
0-1
Finnbjørn Zachariassen-Torbjørn Thomsen
1-0
Martin Brekká-Karl Louis Johansen
1-0
Gunnar Joensen-Jón Olsen
1-0
Vestmanna-Klaksvík1
2,5-1,5
John Rødgaard-Ólavur Simonsen
0,5-0,5
Carl Eli Nolsøe Samuelsen-Finnbjørn Vang
1-0
Samson Højgaard-Wille Olsen
0-1
Jákup á Rógvi Andreasen-Tummas Martin Sólsker
1-0
Klaksvík2-Havnin
1-3
Rani Nolsøe-Martin Poulsen
0-1
Steintór Rasmussen-Olaf Berg
1-0
Rani Baldursson-Helgi D. Ziska
0-1
Rógvi Dragaberg-Andrias Ziska
0-1
Støðan eftir 9. umfar
1 Vestmanna
25,0
2 Havnin
24,5
3 Kollafjørður
15,5
4 Hvalvík
15,0
5 Klaksvík2
14,0
6 Klaksvík1
14,0
Spennandi steypakapping í amboðsfimleiki
Úrslitini sunnudagin vóru hesi:
Kvinnur:
Nr. 1
Elinborg T. Durhuus, Ljósið
7,6 stig
Nr. 2
Anita Knudsen, Støkk
7,3 stig
Nr. 2
Monika Poulsen, Støkk
7,3 stig
Kvinnuunglingar:
Nr. 1
Kristina Toftegaard, Støkk
9,3 stig
Nr. 2
Silja Højgaard, Støkk
9,2 stig
Nr. 3
Natasha Barbara Olsen, Ljósið
7,2 stig
Menn:
Nr. 1
Øssur D. Eiriksfoss, HF
8,45 stig
Nr. 2
Høgni R. Øster, HF
7,75 stig
Nr. 3
Rósing Dam, HF
7,6 stig
Mansunglingar:
Nr. 1
Olivur D. Eiriksfoss, HF
7,75 stig
Nr. 2
Jákup Debus Hansen, Støkk
6,5 stig
Nr. 2
Jóni Christiansen, HF
6,5 stig
Havnar Fimleikafelag vann øll heiðursmerkini hjá monnunum. Øssur D. Eiriksfoss vann, Høgni
R. Øster endaði á øðrum plássi, og á triðja plássinum var Rósing Dam