mánadagur 13. februar 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 31 - 13. februar 2006
Stjørnan fekk bara
9 mál seinastu 47
minuttirnar av
steypafinaluni.
Manuela Stan Jensen
tók mest sum alt,
sum varð tveitt eftir
henni, og so gjørdist
tað Neistin, sum í
ár streyk avstað við
steypasigrinum
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Tað man vera langt síðani,
at steypafinalan hevur verið
somikið málfátæk, sum
hon var tað leygardagin.
Bara 32 mál í 60 minuttir
er ikki tað, sum føroysku
kvinnuhondbóltur hevur
vant seg við seinnu árini.
Og so slettis ikki Stjørnan,
sum í fleiri ár hevur verið
eksponentur fyri kvikan og
undirhaldandi hondbólt.
Fáur mundi ivast í, at
Stjørnan var greiður favoritt
ur at vinna finaluna, og fyrstu
løtuna var heldur ikki nakað
sum helst, sum bendi á, at
tær skuldu fáa trupulleikar
av nøkrum slag.
Báðir partar tóktust hava
stórar trupulleikar við at
fáa spælið at hanga saman.
Teknisku mistøkini vóru
nógv í tali, soleiðis at bólt
urin ferð eftir ferð varð tveitt
ur burtur.
Neistin fekk tó mótbrekk
una at kenna, tá tær tíð
liga í dystinum fingu
tvær útvísignar á rað. Við
tveimum spælarum í yvirtali
lupu favorittarnir upp á 5-
1, og so var spenningurin
nærum burturi.
Verjan og Manu
At Neistin kortini kom aftur
í dystin, stóðst serliga av
tveimum lutum.
Fyrst og fremst, so fingu
tær verjuna at rigga. Mitt
fyri sluppu spælararnir hjá
Stjørnuni mest sum als ikki
ígjøgnum, og við Manuelu
Stan Jensen í málinum eru
leysir vongspælarar ikki so
vandamiklir, sum tær van
liga eru.
Og so gjørdi tað minni,
at sjálvt spælið á vøllinum
annars var so sum so. Spaku
liga togaði Neistin seg upp
eftir. Frá at vera fýra mál
aftanfyri, vunnu tær seg
trý mál framum, og tó at
Stjørnan fekk javnað aftur,
so tóktust tær bláu vera sálar
liga omaná, tá farið var til
hálvleiks.
Manu og Manu
Og í seinna hálvleiki hildu
tær alla tíðina fast. Kanska
var dysturin ikki so framúr
góður, sum roknast kann við
av eini steypafinalu. Men
meira enn sjálvt spælið, so
verður tað uttan iva avrikið
hjá Manuelu Stan Jensen,
sum verður standandi í minn
inum eftir dystin.
Snøgt sagt, so var talan um
fantastiskt málmansspæl.
Líka mikið, hvat og hvussu
Stjørnan royndi, so pilkaði
hon tær niður. Sjálvsálitið
á reyðu spælarunum mundi
eisini minka alt meira, sum
dysturin leið. Og at tær
reyðu ikki fingu nakað mál
Stjørnan-Neistin 14-18 (9-10):
Manuela pilkaði stjørnurn
Alina Olaru var enn einaferð týdningarmesti spælarin hjá Stjørnuni. Men hon varð hildin í sera stuttum tjóðuri av sterku Neista-
verjuni
Áskoðararnir tustu á vøllin, tá seinasta bríkslið hevði ljóðað. Fyri fyrstu ferð í átta ár hava Neista-kvinnurnar vunnið gull
So hvørt sum bjargingarnar hjá Manuelu øktust í tali, gjørdist
frøin á Neista-plássunum alt sjónligari