Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-13, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. februar 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 31 - 13. februar 2006 25 nar niður Við einum avriki, sum nærum kann tryggja henni heitið sum ársins spælari, var Manuela Stan Jensen størsti vinnarin av øllum leygardagin Vinnari Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var eingin ivi um, hvør var stóri spælarin í kvinnufinaluni. Manuela Stan Jensen hevði við fram­ úrskarandi mál­mans­spæli hildið Stjørnuni burtur frá stóra steypinum, og eingin ivi um, at tað var hana, sum miðlarnir vildu hava orðið á eftir dystin. Sjálv hevði Manu tó ikki tann stóra hugin at gera nógv burtur úr sær sjálvari. Men efftir at hava fingið ein lufttúr frá liðfeløgunum, mátti nakað av tíð setast av kortini. Fáorðað greiiddi hon frá, at hon sjálvandi var fegin um sigurin. – Vit trúu uppá, at hetta skuldi lata seg gera, og vit stríddust alla tíðina fyri hes­ um. Men tað sá tó svart út til tíðir. Hvat hugsaði tú, tá tit bara tríggjar minuttir fyri dystarlok vórðu skerdar við tveimum spælarum? – Eg hati at tapa. Og tí kundu vit ikki missa takið so seint í dystinum. Tað mátti bara ikki henda, so vit máttu bara allar stríðast enn meira. Og tað riggaði tíbetur, segði ein flennandi málverji at enda. Smílið var stórt, tá Kára á Dunga sum liðskipari skuldi upp eftir fyrsta steypinum til Neista-kvinnurnar í átta ár Vinnari Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fagnaðurin var øgiligur, tá seinastu sekundini av kvinnufinaluni vóru farin. Blái herurin av áskoðarum tusti inn á vøllin, og meðan væl kendu Queen tónarnir rungaðu í høllini, tóktust Neista-kvinnurnar bara njóta løtuna. Fyri fyrstu ferð síðani 1998 hevði liðið aftur gullmerki um hálsin. Og tað var sjálvandi ein bæði fegin og errin Kára á Dunga, sum vit fingu orðið á, beint áðrenn hon skuldi á pallin eftir steypinum. – Vit søgdu tað við okkum sjálvar, at í dag skuldi tað henda. Stjørnan skuldi ikki sleppa avstað við steypinum aftur í ár. Og tí kempaður vit so fyri allar 60 minuttirnar. Hvør var orsøkin til, at tað loksins eydnaðist tykkum at basa Stjørnuni? – Verjan. Fyrst og fremst verjan, og so tað, at vit trúðu upp á møguleikan. Og so sjálvandi eisini Manu. Hon spælir ein fantastiskan dyst, har hon pilkar alt sjálvsálitið úr spælarunum hjá teimum. Spælið hjá okkum er kanska ikki nakað at reypa av, og bæði liðini gera hópin av tekn­ iskum feilum. Men vit royna alla tíðina at halda fast, og tað ger munin at enda. Og so var annars lagt upp til veitslu hjá Neistanum. Felagið fyllir nú 75 ár, og tað skuldi sjálvandi markerast við manér. – Vit skulu bara hugna okk­um. Nú eru vit endiliga á toppinum aftur, og tað skal feirast, segði ein stórsmílandi Kára, áðrenn hon fór á pallin eftir steypinum, sum nú lok­ sins aftur verður at finna í Neista-hølunum. Vit vildu vinna Tað skuldi haldast Manuela Stan hevði sum so ongar ætlanir um at spæla hondbólt aftur í ár. At hon so kortini valdi at taka eitt ár afturat, munnu tey í Neistanum stórliga fagnast um Mynd: Álvur seinasta korterið staðfestir eisini málmansavrikið. Týdningarmesta bjarging­ in av øllum var kanska tann, sum hon hevði einar tríggjar minuttir fyri leiklok. Við tveimum misnýttum brotskøstum hevði Neistin ikki tikið av, tá tær eitt skifti vóru tvær í yvirtali, og nú hevði Stjørnan feingið ein seinasta møguleika. Tað eydn­aðist teimum eisini at spæla Neista-verjuna tunna, men meira enn tað sama hendi ikki. Einar tvær ferðir sparkaði Manu bara bólt­arnar upp undir loftið, tá leysar mót­støðu­kvinnur royndu seg. Og tá fyrst Ása á Neystabø og síðani Mildrið Jacobsen sendu seinastu bólt­ arnar í kassan, var leyst og liðugt. Bláa fjøldin kundu tysja á vøllin, tá seinasta ýlið ljóðaði. Fyri fyrstu ferð í átta ár kom eitt gullmerki aftur til Neista-kvinnurnar. Deydligur bonkur Hjá Stjørnuni var vónbrotið sjálvandi stórt, nú tað ikki eydnaðist at taka steypið til ognar, soleiðis sum tær høvdu sett sær fyri. Tað skal einki takast frá stríðsviljanum og liðavrik­ in­um hjá Neistanum. Og serstakliga fantastiska mál­ mansavrikið frá Manuelu. Men samstundis var tað eis­ini merkisvert, hvussu fá vápn Stjørnan hevði at venda gongdini við. Fyrst og fremst, so fullu vantandi útskiftingarnar í eygað. Tað vóru mest sum somu spælarar, sum spældu allar 60 minuttirnar, og tá er avmarkað, hvussu nógv nýggj hugskot kundu koma inn á vøllin. Kanska skal tað ikki lítast blaðungum spæl­arum upp í hendi at venda dystinum. Men vórðu hesar nýttar í størri mun, so kundi tað givið teimum meira royndu nakað meira av hvíld og nakað minni av frustratiónum. Seinastu løtuna stóð í øllum førum greitt, at krútið var uppi. Enn ikki við seks móti fýra megnaðu tær veruliga at skræða Neista-verjuna sund­ ur. FM-spenningur Eitt er, at Neistin nú er steypa­vinnari. Annað er, at FM-spenningurin nú tykist vera nakað nógv størri, enn hann áður hevur verið í ár. Frá flestu síðum hevur alla tíðina verið roknað við, at Stjørnan eigur sterkasta lið­ ið. Tað hava tær kanska eisini, men styrkin er ikki størri enn so, at eisini tær kunnu takast. Hvørt talan bara var um ein einstakan kiksara, ella um finalan sýndi tekin um eitt valdsskifti, er enn ov tíðliga at siga nakað um. Ein ábending fæst tó longu komandi viku­skifti. Tá skal Stjørnan á heima­vølli taka ímóti nýklaktu steypa­vinn­ arunum úr Neistanum, og hesa ferð er favoritt-leik­ luturin í øllum førum ikki eins greiður. Ein góð verja, ótrúligt málmansspæl og stríðsvilji. Tað var uppskriftin hjá Neista-kvinnunum, sum nú aftur eru á toppinum Mynd: Álvur Stjørnan-Neistin 14-18 (9-10) Málskjúttar Stjørnan: Alina Olaru 6 (4), Joan M. Djordjevic 5(1), Bára Skaale Klakstein 1, Anna Kristian Samson 1, Una Olsen 1 Neistin: Nicoleta Radu Hansen 8(3), Ása á Neystabø 3, Katrin á Neystabø 2, Annika Thomsen 2, Mildrið Jacobsen 1, Birita Wardum 1, Unn Kragesteen 1 Brotskøst: Stjørnan 7, Neistin 5 Útvísingar: Stjørnan 6, Neistin 8 Diskvalifikatión: Stjørnan 1 (3X2 minuttir) Dómarar: Heri Petersen & Dánjal Samuelsen. Høvdu sum so eina greiða linju, men tóktust í løtum mest sum ov spentir upp á uppgávuna. Nakað sum eitt nú gjørdist sjónligt, tá teir fleiri ferðir bríkslaðu ov tíðliga, heldur enn at lata fyrimunsregluna galda. FAKTA UM DYSTIN