Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-02-13, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. februar 2006síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 31 - 13. februar 2006 Í nógvar mátar tókt­ ist steypafinalan hjá monnum vera av­gjørd, longu áðrenn hon byrjaði. Sálarliga yvirvágin hjá StÍF var sjónlig frá fyrsta bríksli, og tí vunnu teir ein merkiliga lættan sigur Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var sjónligt á øllum brøgd­ um, at strandingar høvdu ætl­ að sær steypafinaluna aftur í ár. StÍF hevur seinnu árini verið mest sum fastur partur av finaludystinum um Coca- Cola steypið. Og við einum sigri leygardagin, kundu teir taka ognarrættin til steypið við triða sigrinum á rað. Og tað var sjáldan nakar ivi um, at hetta skuldi verða útfallið av finaluni. Frá fyrsta bríksli tóktust strandingarnir at vera omaná. Nervar sást púrt einki til, tá teir settu fulla ferð á móti mótstøðumonnunum, sum í nógvar mátar tóktust nærum handlingslamnir. Strandingar aftur ímóti diskaðu upp við flottum detaljum, sum bara gjørdu tað enn meira greitt, at hvønn vegin sálarliga yvirvágin lá. Longu eftir fáum minuttum valdi VÍF-venjarin at senda Áka Olsen á vøllin. Ivaleyst var leikluturin hjá Áka ætl­ að­ur sum eyka trumfur móti dystarenda, um tørvur skuldi verið á hesum, men har stóð øllum greitt, at okkurt stig mátti takast sum skjótast. Sum so gjørdi Áki eisini sína skyldu, og seinastu 50 minuttirnar taldist hann avgjørt millum bestu spælararnar hjá vest­menningunum. Men steðgað strandingunum fekk hann kortini ikki. Longu eftir fyrsta korterinum var eitt hampuligt glopp íkomið, og tann munin megnaðu vestmenningar ongantíð at vinna aftur. Ikki minst tí Marian Cirloganescu enn einaferð dróg spæl sítt upp á eitt støði, har fáir føroyskir málverjarar megna at fylgja við. Eitt støði, sum hann tyk­ ist raka hvørja ferð strand­ ingarnir spæla móti VÍF. Dýrt mistak Tað var ikki fyrr enn eftir steðg­in, at vestmenningarnir veruliga fóru at gera um seg. Hóast kropsliga møðin var stór eftir 60 strævnar minuttir, so var tað ein sera væl upplagdur Alexandur Johansen, sum vit fingu orðið á eftir steypasigurin Vinnari Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo – Vit byrjaðu óluksáliga væl. Teir fylgdu við okkum til tað stóð 2-2, men so fóru vit avstað. Og tað gevur sjálvandi betri frið yvir spælið hjá okkum. Men er tað kanska ikki eisini so, at tit eru so vísir í sigrinum, tá tit spæla eina slíka finalu, at allur ótti fyri at tapa er burtur. – Tað er nokk rætt. Gjøgnum alla vikuna hava vit fyrireikað okkum til dystin, og vit hava ongan tíð ivast í, at vit skuldu vinna. Sjálvandi er ein finala bara ein dystur. Og tá kann alt henda. Men har er nokk eisini nakað av sálarfrøði við kortini. Hevur tú ikki høvdið við tær, so tapir tú ein slíkan dyst. Tað haldi eg, at vit høvdu í dag, og eg haldi eisini, at vit allar 60 minuttirnar hava neyðuga yvirskotið, sum skal til. Sjálvur var Alexandur kanska tann fyrsti at prógva, hvussu kaldir strand­ingarnir vóru, tá hann longu til 5-2 kom við einum frekum lobbi upp um VÍF-málverjan. Nakað sum spælarar annars plaga at bíða við, til dysturin er mest sum avgjørdur. Spurd­ur um hetta staðfesti spælarin enn einaferð, at ein steypafinala er nakað, sum strandingarnir trívast í. – Nú hava vit verið her so ofta. Eg skal ikki standa her og reypa, men at spæla ein slíkan dyst er næstan sum at spæla á heimavølli hjá okkum. Tað gevur okk­ um tann friðin, sum skal til. – Og so kann eg ikki lata vera við at frøast um, at vit nú eiga steypið til ognar. Tað vil altíð vera nakað ser­ ligt, tá so er. Hetta steypið verður verandi á Skála, og tað hevur sjálvandi stóran týdning fyri felagið, haldi eg. – Eg skal ikki standa her og reypa, men at spæla ein slíkan dyst er næstan sum at spæla á heimavølli hjá okkum, helt Alexandur Johansen eftir dystin Mynd: Álvur Ongar nervar StÍF-VÍF 24 Strandingar Áki Olsen staðfesti, at hann kann fáa ovurstóran t‡dning fyri VÍF. Men heldur ikki hann megnaði hesa ferð at venda ringu gondini, sum VÍF hevur móti StÍF Mynd: Álvur