mánadagur 13. februar 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 31 - 13. februar 2006
27
Hóast hann ikki vildi
tosa um kompleks,
so staðfesti Áki G.
Olsen, at stranding
um dámar ógvuliga
væl at vinna á
vestmenningunum
tapari
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fyri áskoðaran til steypa
finaluna hjá monnum
tóktist tað greitt, at vest
menningar als ikki vóru
klárir til dystin. At teir
onkursvegna hava tapt fyri
StÍF somikið ofta, at teir
ikki longur trúgva upp á
møguleikan.
Og tá vit eftir tapið fingu
orðið á Áka G. Olsen, var
hetta ein staðfesting, sum
hann illa fekk skákað sær
undan.
– Eg fái illa nokta
fyri, at tað er so. Í øllum
førum eru teir nógv meira
tendraðir, enn vit eru, og
vit fáa ongantíð takið á
dystinum. Vit fáa sjálvandi
nøkur mál aftur, men tað
fært tú aloftast. Tað var í
øllum førum ikki so, at vit
vóru serliga nær nøkrum
sigri nakrantíð.
Nakað annað, sum eisini
eyðkennir dystirnar hjá
tykkum móti StÍF, er, at
Marian altíð tykist hava ein
góðan dag móti tykkum.
Eru tit onkursvegna bangnir
fyri honum?
– Tað var í øllum førum
eisini ein munur millum
liðini í dag. Vit fáa ikki
bóltin fram við honum, og
22 mál eru í øllum førum
alt ov lítið. Eg veit ikki,
um tú skalt tosa um nakað
kompleks í so máta, men
vit kunnu so bara staðfesta,
at teimum dámar ógvuliga
væl at vinna á okkum, segði
Áki G. Olsen at enda.
Áki G. Olsen helt ikki, at VÍF nakran tíð fekk nakað veruligt
tak á dystinum leygardagin
Mynd: Álvur
Teir eru klárari
Hóast fleiri finalu
sigrar, so sigur Mari
an Cirloganescu seg
enn ikki vera troyttan
av heitinum sum
steypavinnari
Vinnari
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hann var aftur hesa ferð í
fokus. Marian Cirloganescu
var enn eina ferð ein av
týdningarmestu spælarunum
í eini steypafinalu. Fleiri
ferðir vóru tað bjargingar
frá honum, sum hildu fjar
støðuna til VÍF í lagi, og
hann var eisini skjótur at
staðfesta, at honum dámdi
væl at spæla móti VÍF.
– Eg royni sjálvandi altíð
at gera mítt besta, men tað
nú ikki hvørja ferð, at tað
riggar. Men tað er sjálvandi
stuttligt at spæla ein góðan
dyst móti VÍF. Ikki minst, tá
talan er um eina finalu.
Men hvussu ber tað til,
at tað nærum altíð riggar
hjá tær móti VÍF. Eru teir
kanska við at verða bangnir
fyri tær?
– Eg rokni ikki við, at teir
eru bangnir fyri mær. Teir
hava væl virðing fyri mær,
eins og eg havi virðing fyri
teimum. Men kanska dámar
mær stílin hjá teimum. Eg
plagi at hava gott tak á, um
tú sært burtur frá Harald,
sum altíð skorar nógv mál
móti mær.
– Men tað stutta av tí langa
er, at tú altíð skalt fyrireika
teg væl. Tað gjørdu vit allir
hesaferð, og tað gav eisini
úrslit. Vit arbeiddu allir
sera væl sum ein eind, og
tað haldi eg var avgerandi,
staðfesti Marian at enda.
4-22 (13-7):
eiga steypið
StÍF-VÍF 24-22 (13-7)
Málskjúttar
StÍF: Alexandur Johansen 11(4), Bent Djurhuus 5,
Leivur Justinussen 3, Borgar Danielsen 2, Pauli G.
Hansen 2, Bárður Danielsen 1
VÍF: Áki Olsen 5, Harald Bjørgvin 5, Regin Joensen 4,
Agnar Joensen 3, Sámal Joensen 2, Ingi Olsen 2, John
Zachariassen 1
Brotskøst: StÍF 5, VÍF 1
Útvísingar: StÍF 2, VÍF 4
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen.
Høvdu ongar nevniverdugar trupulleikar av einum
dysti, sum ongantíð gjørdist so intensur, sum roknast
kundi við.
FAKTA
Fagnaðurin var ovurstóru og væl
skilligur. Triða árið á rað er StÍF
steypavinnari. Og við sigrinum hesa ferð
vunnu teir steypið til ognar
Mynd: Álvur
Kanska tí strandingarnir nú
eisini spældu meira kontroll
erað.
Tað tóktist tó ganga striltið
at fáa samband við mótstøðuna
aftur, men seinasta korterið
tóktist tó gongd at koma á.
Frá 18-11 broyttist talvan til
21-18, og nakað av spenningi
hómaðist nú í áskoðarafjøldini.
Eisini teirri hjá StÍF, sum
annars hevði larmað og sungið
allan dystin á tamb.
Men alt tóktist kortini rapa,
tá bonkurin hjá VÍF framdi eitt
mistak. Útskifting varð framd,
uttan at spælari var komin út,
og so mátti Regin Joensen út á
beinkin at sita í tveir minuttir.
Ein støða, sum StÍF kanska
ikki revsaði so øgiliga hart,
men sum meira ella minni
punkteraði seinastu vónina hjá
VÍF. Og tá júst innskifti Pauli
G. Hansen tók sakina í egnar
hendur, hóast hann mest skuldi
nýtast í verjupartinum, var
leyst og liðugt. Við tveimum
málum á rað staðfesti hann,
at steypið enn einaferð skuldi
setast á borðið til ársveitsluna
hjá StÍF. Ein ársveitsla,
sum við beráddum huga
er dagfest neyvt sama dag,
sum steypafinalurnar verða
spældar.
Finaluliðið
Strandingarnir kundu har
afturímóti staðfesta, at teir
fram um øll onnur lið í land
inum mugu roknast sum
satt finalulið. Ein eginleiki,
sum nú hevur ført tríggjar
steypasigrar á rað við sær.
Og sum kanska eisini kann
føra meira enn hetta við sær,
tá kappingarárið er liðgt.
Í øllum førum hevur liðið
framvegis møguleika at
spæla seg í FM-finaluna,
har teir í løtuni kappast við
VÍF og Kyndil um annað
plássið á talvuni. Og megna
teir at spæla seg upp millum
tey bæði fremstu, so er væl
sannlíkt, at teir eisini standa
við øllum, tá kappingarárið
er av. Eisini hóast hagtølini
fyri føroyskan manshondbólt
staðfesta, at tað er sera trupult
hjá einum liði at vinna sær
greipuna. Ein staðfesting,
sum kanska man vera størsta
troystin hjá VÍF, sum nú bara
hevur FM-stríðið at hugsa
um.
Ein góður vani
Venjingin skuldi verið í lagi. Við tryggari
hond varð sjampanjan skonkt upp í
steypið, sum nú er ogn hjá Marian og
hinum spælarunum hjá StÍF
Mynd: Álvur