mánadagur 13. februar 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 31 - 13. februar 2006
So hendi tað endiliga,
at Chelsea tapti ein
dyst. Eftir at hava
bíðað í trettan umfør
gingu ynskini hjá
kappingarneytunum
út. Spurningurin er
tó, um tað ikki er ov
seint. Manchester
United er tólv stig
aftanfyri Chelsea, og
tólv umfør eru eftir at
leika
Premier League
Stefan í Skorini
Sir Alex Ferguson nýtti
beinanvegin høvi at prika
Mourinho eftir stórtapið hjá
Chelsea fyri Middlesbrough.
Ferguson ávaraði Mourinho
um, at tað eyðkenda reypið
hjá Mourinho fór at bíta seg
sjálvt í halan.
– Vit eru vanir við, at
Mourinho argar okkum.
Vit eru greiðir yvir, at hetta
liggur í hansara náttúru. Men
hansara tørn fer møguliga
at koma ein dag, segði ein
vónríkur Ferguson eftir sig
urin á Portsmouth.
– Tað er væl møguligt, at
Chelsea fer at vinna meist
araheitið longu tann 9. apríl,
sum Mourinho hevur spátt.
Men so leingi vit hava nakrar
dystir eftir at leika, kann
alt henda, legði Ferguson
afturat.
Chelsea fór í svart
Chelsea tapti um vikuskiftið
fyri aðru ferð í hesum kapp
ingarárinum. Tað var kanska
ikki so óvæntað, at oddaliðið
tapti fyri júst Middlesbrough,
tí teir hava jú vunnið stórt á
Manchester United í heyst.
Hinvegin kom tað óivað
óvart á tey flestu, at júst
Middlesbrough skuldi koppa
Chelsea hendan dagin.
Middlesbrough er tað liðið,
ið hevur latið næstflest mál
inn, og samstundis er Chelsea
tað liðið, ið hevur latið fæst
mál inn. Middlesbrough
tapti eisini 4-0 seinasta
vikuskiftið fyri Aston Villa.
Tí var einki, sum bendi á,
at botnliðið skuldi fara við
sigrinum.
Brasiliumaðurin Fabio
Rochemback legði heima
liðið framum longu eftir
tveir minuttir, og Stewart
Downing økti til 2-0 stutt
fyri steðgin. Ilt var at fáa
eyga á, hvat av liðunum
var oddaliðið, og hvat var
botnlið.
Í seinna hálvleiki sló
Yakubu sigurin fastan, tá
hann fyrst snýtti John Terry
og síðani sendi framvið
Cech í málinum.
United í hopla
Manchester United hevur
endiliga fingið gongd á
málmaskinuna, og ímóti
Portsmouth lá væl fyri
frammanfyri málinum. Í sein
astu fýra dystunum hevur
United funnið netmeskarnar
trettan ferðir, og tað boðar
frá einum vandamiklum
álopi.
Manchester United hevði
heldur ongar trupulleikar
ímóti næstniðasta liðnum
í deildini, tá teir vitjaðu
Portsmouth leygardagin.
Ruud van Nistelrooy
er toppskjútti í Premier
League, og leygardagin
legði hann so eitt mál aft
urat savninum. Christiano
Ronaldo sær eisini út til
at hava funnið formin, og
hann skoraði tvey mál fyri
steðgin. Portsmouth pyntaði
um úrslitið í endanum, men
tað hevði bert kosmetiskan
týdning.
Tann heilt stóri spurning
urin er nú, um United kann
hála tólv stig innaftur í tólv
teimum seinastu umfør
unum. United er í einum
góðum stima fyri tíðina, og
tí kundi hugsast at menn
Fergusons fara at gera ein
vørr, nú kappingin er farin
at halla. Tað er tó ikki ser
liga sannlíkt, at Chelsea
fullkomiliga fer at missa
áralagið í teimum seinastu
dystunum.
Endiliga bragdaði
hjá Liverpool
Eftir fýra landskappingar
dystir uttan sigur, fekk
Liverpool endiliga fult í
útidystinum ímóti Fulham.
Einasti málskjútti í dystinum
var finski verjuleikarin Sami
Hyypia. Liverpool spældi
ikki serliga væl, men tað
eydnaðist tó at hála ein sigur
í land.
Stóri trupulleikin hjá Liver
pool er, at hópurin er geldur
fyri vandamiklar áleyparar.
Eingin av teimum trimum
áleyparunum hevur megnað
at sláa ígjøgnum, og tað var
eisini orsøkin til, at Benitez
skrivaði sáttmála við gomlu
hetjuna Robbie Fowler.
Benitez hevur eisini alment
givið til kennar, at hann als ikki
er nøgdur við áleypararnar í
felagnum. Hetta má metast
sum eitt greitt misálit á teir
tríggjar Crouch, Morientes
og Cissé.
Dysturin um 4. plássið
Fýra tey ovastu liðini sleppa
til Champions League kom
andi ár, og tí er sjálvsagt
umráðandi at enda millum
fýra tey ovastu.
Higartil í ár hevur bar
dagin staðið millum arva
fíggindarnar Tottenham og
Arsenal um fjórða plássið.
Fyri fyrstu ferð í mong ár
hevur Tottenham blandað
seg í stríðið um tey lukrativu
plássini
í
Champions
League.
Tottenham hevði um
vikuskiftið eitt gylt høvi
at leggja sjógv ímillum
seg og Arsenal, men tað
miseydnaðist í evstu løtu.
Arsenal spældi leygardagin
javnt 1-1 á heimavølli
ímóti Bolton, sum annars
var frammanfyri til síðsta
minutt. Kevin Nolan legði
Bolton framum heilt tíðliga
í dystinum, men Gilberto
javnaði stutt fyri leiklok og
bjargaði tí eina stiginum.
Tottenham hinvegin lat
sigurin gleppa av hondum
í evstu løtu. Robbie Keane
hevði lagt Spurs framum í
fyrra hálvleiki í dystinum
ímóti botnliðnum Sund
erland. Tveir minuttir fyri
leiklok var Paul Stalteri ikki
nóg árvakin, tá hann lat Daryl
Murphy sníkja seg ímillum,
og hann javnaði til endaligu
støðuna 1-1. Jermaine
Jenas hevði møguleika at
tryggjað Tottenham sigurin
eftir hetta, men hann brendi
skammiliga.
Tískil eru framvegis fýra
stig millum Tottenham og
Arsenal, sum eisini hevur
ein dyst til góðar.
So hendi tað
endiliga
Stuart Downing er ovurvegin eftir at hava skorað móti Chelsea. Og tað mundu eisini vera
onnur enn tey, sum halda við Middlesbrough, sum fegnaðust um harðliga tiltrongda sigurin hjá
felagnum
Mynd: Reuters
Premier League úrslit
Leygardagin
Wigan-Liverpool
0-1
Arsenal-Bolton
1-1
Aston Villa-Newcastle
1-2
Everton-Blackburn
1-0
Fulham-WBA
6-1
Middlesbrough-Chelsea
3-0
Portsmouth-Manchester U
1-3
Sunnudagin
Sunderland-Tottenham
1-1
Manchester City-Charlton
3-2
Enska Premier League
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1 Chelsea
26
21 - 3 - 2
52
16
36
66
2 Man. Utd.
26
16 - 6 - 4
52
27
25
54
3 Liverpool
25
14 - 6 - 5
31
17
14
48
4 Tottenham
26
12 - 9 - 5
35
22
13
45
5 Arsenal
25
12 - 5 - 8
39
20
19
41
6 Bolton
24
10 - 9 - 5
30
23
7
39
7 Wigan
26
12 - 3 - 11
30
32
-2
39
8 West Ham
25
11 - 5 - 9
36
34
2
38
9 Man. City
26
11 - 4 - 11
36
30
6
37
10 Blackburn
25
11 - 4 - 10
31
31
0
37
11 Everton
26
11 - 3 - 12
19
32
-13
36
12 Charlton
25
10 - 3 - 12
32
37
-5
33
13 Fulham
26
9 - 5 - 12
36
37
-1
32
14 Newcastle
25
9 - 5 - 11
24
29
-5
32
15 Aston Villa 26
7 - 9 - 10
32
35
-3
30
16 Middlesbr.
25
7 - 7 - 11
33
44
-11
28
17 WBA
26
7 - 5 - 14
24
38
-14
26
18 Birmingh.
24
5 - 5 - 14
21
34
-13
20
19 Portsmouth 26
4 - 6 - 16
18
45
-27
18
20 Sunderland 25
2 - 4 - 19
18
46
-28
10
Føroyskir leikarar: Ingi Højsted (Birmingham)Enska League
Championship
v
t
d
v - j - t
mál
mál
+/-
stig
1 Reading
33
25 - 7 - 1
72
19
53
82
2 Sheff Utd.
33
21 - 7 - 5
59
32
27
70
3 Watford
33
17 - 10 - 6
61
38
23
61
4 Leeds
32
17 - 8 - 7
44
25
19
59
5 Preston
32
13 - 15 - 4
44
23
21
54
6 Crystal P.
32
15 - 8 - 9
45
31
14
53
7 Cardiff
33
13 - 9 - 11
45
38
7
48
8 Wolverh.
32
10 - 14 - 8
35
28
7
44
9 Luton
33
13 - 5 - 15
48
49
-1
44
10 Ipswich
33
11 - 11 - 11
38
46
-8
44
11 Burnley
33
12 - 7 - 14
41
42
-1
43
12 QPR
33
11 - 9 - 13
37
46
-9
42
13 Coventry
33
10 - 11 - 12
44
49
-5
41
14 Norwich
33
11 - 7 - 15
37
47
-10
40
15 Plymouth
32
9 - 12 - 11
29
37
-8
39
16 Stoke
32
12 - 3 - 17
35
47
-12
39
17 Hull
33
9 - 10 - 14
36
41
-5
37
18 Southampt. 33
7 - 15 - 11
30
36
-6
36
19 Leicester
33
8 - 11 - 14
35
43
-8
35
20 Derby
33
6 - 16 - 11
40
48
-8
34
21 Sheff Wed
33
8 - 10 - 15
25
39
-14
34
22 Brighton
33
5 - 14 - 14
31
51
-20
29
23 Millwall
33
5 - 12 - 16
23
45
-22
27
24 Crewe
33
4 - 11 - 18
38
72
-34
23
Føroyskir leikarar: Claus Bech Jørgensen (Coventry)