týsdagur 14. februar 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 32 - 14. februar 2006
5
– Tað eru bara í
Havn at tey gremja
seg um trot á hand
verkarum, men
samstundis royna
tey av øllum alvi at
forða handverkarum
av bygd at koma til
Havnar at arbeiða,
sigur stjórin á El-
Service á Skála
Handverkara-trot
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– At tað er stórt trot á hand
verkarum í Havn, skilji eg
væl. Men har sleppur heldur
ongin annar framat.
John Eli Olsen, stjóri
á El- Service á Skála, er
alt annað enn samdur, tá
ið handverksmeistarar og
Vinnuhúsið rópa neyðarróp,
tí tað er so ringt at fáa hand
verkarar.
Í Sosialinum í gjár
søgdu bæði Vinnuhúsið og
handverksmeistarar, at tað er
so stórt trot á handverkarum,
at tað fer at gera bíðitíðina
eftir at fáa nakað gjørt, mun
andi longri, samstundis sum
tað fer at vera nógv dýrari at
byggja hús.
– Øll, sum gremja seg um
trot á handverkarum eru fólk,
sum hava fyritøkur í Havn,
sigur John Eli Olsen.
– Men samstundis mugu
vit staðfesta, at meistarar og
handverkarar á bygd sleppa
ikki framat at arbeiða í
Havn.
Hann sipar til, at tað eru
ómetaliga fá arbeiði í Havn
ini, sum verða bjóðað út.
– Og tey arbeiði, sum Tórs
havnar Kommuna bjóðar
út, bjóðar hon bara út til
handverksmeistarar í Havn,
so har sleppa bygdafólk ikki
uppí.
Hann sigur, at tað er bara
at hyggja í bløðini, so gong
ur sjón fyri søgn, at arbeiði
í Havnini verða ikki bjóðað
út, ella tey verða bjóðað
soleiðis út, at bara meistarar
í Havn sleppa at bjóða.
Hann leggur afturat, at
tað er vanligt, at kommunur
bjóða síni arbeiði út innanfyri
kommunumark fyri at fáa
skattakrónur inn aftur.
– Men at tað er stórt trot á
handverkarum í Havn, skilji
eg væl, tí tað er bara har, at
nakað virksemið er, sigur
John Eli Olsen.
Annars heldur hann, at
tað er løgið, at byggifeløg í
Havnini bjóðað upp á ymisk
arbeiði, uttan at hava fólk til
at gera tað.
– Tað høvdu vit ikki gjørt.
Hava vit ikki fólk at gera eitt
arbeiði, bjóða vit heldur ikki
upp á tað.
Hann vísir annrs ár, at
støðan úti á bygd kann als
ikki metast við støðuna í
Havn, tí kring landið er als
ikki so nógv virksemi.
– Tosa vit um stór el-
arbeiði hesa seinastu tíðina,
er tað bara Hovstunnilin,
Norðoyatunnilin, skúlin á
Toftum, og kanska okkurt
afturat, sum er bjóðað út.
– Annars er alt virksemi
í Havnini og har verður alt
arbeiði hildið innanfyri ein
stongdan ring, so at bara
byggifeløg og handverks
meistarar í Havn sleppa
framat.
– Tað stóra trotið, ið summi
kæra seg um, er sostatt ein
havnartrupulleiki burturav,
leggur hann afturat.
Tvinga bygdarmenn
til Havnar
Men John Eli Olsen sigur,
at samstundis gera arbeiðs
takarar í Havn, alt teir kunnu,
fyri at forða handverkarum
á bygd at koma til Havnar
at arbeiða- uttan so at teir
arbeiða hjá onkrum meistara
í Havn.
Sostatt verður neyðugt
hjá handverkarum á bygd at
finna aðrar møguleikar og
ein av hesum møguleikum
er at fara uttanlands at
arbeiða.
– Men tað, sum hendir nú,
er, at byggifeløg og hand
verksmeistarar í Havn royna
at leggja trýst á politikarar
í eini roynd at fáa teir at
forða handverkarum at fara
uttanlands at arbeiða.
– Endamálið við tí er at
royna at tvinga handverk
arar á bygd til Havnar at
arbeiða. Men tað skal verða
so, at teir skulu arbeiða
hjá byggifeløgum og hand
verksmeistarum í Havn, tí
byggifeløg og meistarar á
bygd sleppa ikki upp í part.
– Sostatt skal møguleikin
hjá handverkarum á bygd at
fara uttanlands at arbeiða,
forkomast fyri løtuvinning
hjá byggifeløgum og hand
verksmeistarum í Havnini,
sum hava bjóðað upp á
arbeiði, sum teir í veruleik
anum ikki hava fólk til, sigur
stjórin í El-Service.
Hann sigur, at tá ið arbeiði
verða boðin út, tekur El-
Service seg ofta í samstarv
við onnur, so at tey kunnu
bjóða saman upp á eitt
arbeiði.
– Byggifeløg og hand
verksmeistarar í Havn brúka
ikki tað at fara í samstarv við
onnur, so at tey kunnu bjóða
saman upp á eitt arbeiði.
– Teir bjóða sjálvi og royna
so at taka fólk frá øðrum
fyritøkum, ella tey royna
at forkoma møguleikanum
hjá handerkarum at arbeiða
uttanlands, so teir verða tving
aðir til Havnar at arbeiða hjá
feløgunum har.
Sleppa framtíðini
fyri løtuvinning
Hinvegin ávarar John Eli
Olsen ímóti at skerja møgu
leikarnar hjá føroyskum
handverkarum at arbeiða
uttanlands.
– Og serliga lítið dámar
honum hetta, tá ið veruliga
endamálið við at forða
handverkarum at arbeiða
uttanlands, ikki er annað
enn at útvega byggifeløgum
og handverksmeistarum í
Havn ein løtuvinning við at
útvega teimum arbeiðsmegi,
so at teir hava bjóðað upp á
arbeiði, teir í veruleikanum
ikki hava fólk til.
– Hetta er ein sera hættis
lig gongd, tí skulu vit hugsa
frameftir og vera við í altjóða
gerðini, hevur tað avgerðandi
týdning, at vit ikki sleppa
marknaðinum, vit hava bygd
upp uttanlands.
– Verða føroyskir hand
verkarar uttanlands tiknir
heim, bara fyri at røkja
áhugamálini hjá byggife
løgum og handverksmeist
arum í Havn, er hetta tað
sama sum at spæla sær av við
stórar framtíðarmøguleikar.
– Eru vit fyrst farnir av tí
útlendska marknaðinum, so
eru vit burtur í allar ævir, tí
tað er vónleyst at koma inn
aftur á marknaðin.
– Og eg haldi ikki, at tað er
Bygdarfólk ofrast
fyri løtuvinning í Havn
– Tað kann ikki vera rætt at handverkarar á bygd skulu missa møguleikan at sleppa uttanlands at arbeiða , bara fyri at byggifeløg og handverksmeistarar í Havn
skulu fáa ein løtuvinning, heldur John Eli Olsen, stjóri á El-Service á Skála
Øll, sum gremja seg um trot á
handverkarum eru fólk, sum hava
fyritøkur í Havn. Men samstundis
mugu vit staðfesta, at meistarar og
handverkarar á bygd sleppa ikki
framat at arbeiða í Havn.
”
Tað er løgið, at byggifeløg í Havnini
bjóðað upp á ymisk arbeiði, uttan at
hava fólk til at gera tað
”
– Tað stóra trotið á handverkarum
er ein havnartrupulleiki burturav,
men handverkarar á bygd noyðast
av landinum fyri at fáa arbeiði
”
Framhald á næstu síðu