týsdagur 14. februar 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 32 - 14. februar 2006
Fólkatalið í Suðuroy
er tað lægsta síðani
1920’uni. Í november
í fjør var talið komið
niður á 4.962. Tá
kreppan var upp á tað
versta í nítiárunum var
kom fólkatalið niður
á 4.973 fólk, skrivar
Suðurrás HYPERLINK
”http://www.sudurras.
fo” www.sudurras.fo
FÓLKATAL
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Sambært tølum frá Hagstovu
Føroya var fólkatalið í Suð
uroynni í november 2005
komið niður á 4.962 fólk,
ein minking á 75 fólk í mun
til við ársbyrjan 2005. Í pro
sentum er talan um eina
minking uppá gott og væl
1,5%, sum er ein minking
uppá meiri enn 1 % størri
enn minkingin var í Føroyum
sum heild teir fyrstu 11 mán
aðirnar í fjør.
Um hugt verður yvir eitt
longri tíðarskeið, so hevur
fólkatalið í Suðuroynni
ikki verið so lágt í nýggjari
tíð. Í kreppuárunum fyrst í
1990unum minkaði fólka
talið í Suðuroynni heilt nógv
– frá umleið 5.900 fólkum
í 1980unum til færri enn
5.000 fólk í 1999 – og kom
fólkatalið í ár 2000 niður á
4.973 fólk. Eftir hetta vaks
fólkatalið aftur nakað og var
fólkatalið í 2002 komið uppá
5.134 fólk.
Síðan hetta er fólkatalið
støðugt minkað og er fólka
talið altso nú komið niður á
4.962 fólk – og hevur fólka
talið í Suðuroynni ikki verið
so lágt síðan í 1920unum.
Í 1953, tá flest fólk búðu í
Suðuroynni, búðu 6.314 fólk
í oynni.
Limir Starvsmannafe
lagsins sleppa kortini
at velja, um Heini
Joensen skal vera
formaður ella um
Gunnleivur Dalsgarð
skal halda fram
FAKFELAG
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Nevndin í Starvsmannafe
lagnum hevur avgjørt at
ógilda avgerðina um, at
Heini Joensen ikki er val
bærur til formansval Starvs
mannafelagnsins.
Henda avgerð er tikin,
eftir at ivi varð sáddur um
avgerðina, sum nevndin
hevði tikið um, at Heini
Joensen sambært viðtøkum
felagsins ikki var valbærur,
tí hann var í starvi hjá Starvs
mannafelagnum.
Nevndini sigur, at hon er
gjørd kunnug um, at fólk í
starvi hjá Starvsmannafelag
num áður hevur stillað upp
og varð valt í nevnd felag
sins.
Sostatt eru tvey valevni,
ið stilla upp til starvið sum
formaður í Starvsmanna
felagnum, nevniliga Heini
Joensen og Gunnleivur Dals
garð.
– Jacob Vestergaard
hevur skotið upp
at lata Smyril sigla
tríggjar túrar um
dagin, og Jacob
Vestergaard verður
nú spurdur, um
hann ætlar at gera
so, sum Jacob Vester
gaard sjálvur hevur
skotið upp, sigur
Hergeir Nielsen, løg
tingsmaður
SMYRIL
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
– Samferðslan er av avgerandi
týdningi fyri menningina og
búsetingarmynstrið úti um
landið.
Tað sigur Hergeir Nielsen,
løgtingsmaður Tjóðveld
isfloksins, sum hevur skotið
upp at økja túratalið hjá
Smyrli upp í tríggjar túrar
um dagin, og at tænastustigið
varð samsvarandi fortreyt
unum fyri stødd, ferð og
siglingstíð.
Hetta uppskot fekk bara
átta atkvøður úr Tjóðveldis
flokkinum og fall.
Ein meiriluti í rættarnevnd
ini mælti løgtinginum frá at
taka undir við uppskotin
um.
Meirilutin staðfesti, at
landsstýrismaðurin og leiðsl
an á Strandfaraskipum Land
sins saman við avvarðandi
pørtum arbeiddu við at
finna eina nøktandi loysn
fyri ferðafólk og vinnuna í
Suðuroynni.
– Frá Jacobi Vestergaard
fekk nevndin handað fyri
lestur, sum Bjarni Morten
sen, hevði hildið um sam
ferðsluna og týdningin av
hægri túratali um Suður
oyarfjørð. Eisini mælti sami
Jacob Vestergaard vegna
samferðslubólkin í Suður
oynni til, at túratalið varð
økt upp í tríggjar túrar um
dagin, og at hetta varð lýst
beinanvegin, so nytta fekst
burturúr skipinum komandi
summar, sigur Hergeir Niel
sen.
– Sóknast verður nú eftir
hesi loysn, sum Jacob Vest
ergaard hevur stríðst fyri, og
hvussu Jacob Vestergaard
ætlar sær at nøkta tilmælið
frá Jacob Vestergaard, vísir
Hergeir Nielsen á.
Hann vísir eisini á, at upp
lýst varð um dagarnar, at
fólkatalið í Vágum er økt við
4,5% síðani Vágatunnilin
kom, meðan fólkatalið í
Suðuroy er fallið við 1,5%
um somu tíð.
Fólkatalið í Suðuroynni er
nú 4.962 fólk, og er hetta tað
lægsta talið í nýggjari tíð.
Suðuroyingar fækkast
Heini sleppur kortini at stilla upp
Jacob skal svara, um Jacob lurtar eftir Jacob…
rætt at vit skulu spæla okkum
av við møguleikarnar at
arbeiða uttanlands í allar ævir
fyri at geva byggifeløgum og
handverksmeistarum í Havn
ein løtuvinning.
Annars vísir John Eli
Olsen á, at tá ið føroyingar
fara uttanlands at arbeiða,
er tað útflutningur og tað er
útflutningi, vit altíð sóknast
eftir í hesum alsamt meiri
alheimsgjørda heimi.
Eisini El-Service á Skála
ætlar sær í næstum til Noregs
at arbeiða í oljuvinnuni.
– Men tað er ikki bara fyri
at leiga handverkarar út til
oljuvinnuna. Tá ið vit fara
uttanlands, fara vit sum ein
fyritøka og endamálið er
at útvega okkum vitan um
arbeiði í oljuvinnuni.
– Tað meta vit sum eina
íløgu í framtíðina hjá okk
ara fyritøku, leggur hann
afturat.
Sostatt heldur hann, at
ístaðin fyri at leggja forðing
ar í vegin, eiga vit at royna at
fáa fleiri føroyskar fyritøkur
á útlendska marknaðin, tí tað
er útflutningur og skapar og
tað skapar inntøkur til sam
felagið.
Kappast ikki á
jøvnum føti
Annars heldur hann, at land
ið kundi gjørt meiri fyri
at tryggja føroyskum fyri
tøkum arbeiði.
Tað kundi landið gjørt
við at tryggja, at tað
vóru føroyskar fyritøkur,
sum sluppu at gera tey
almennu arbeiði, sum eru í
Føroyum.
Men tað ger landið ikki.
Í øðrum londum er tað
ikki vanligt, at lata útlendsk
ar fyritøkur sleppa framat
stórum, almennum arbeið
um, men tað gera føroy
ingar.
Men hann er eisini sann
førdur um, at kappingin frá
teimum útlendsku feløgun
um, er ikki heilt reiðilig.
– Eitt er, at tá ið útlendskar
fyritøkur bjóða upp á ar
beiði í Føroyum, hava tær
mangan okkurt slag av ES
útflutningsstuðuli í rygg
inum. Harafturat hava tær
ymsar møguleikar at mingu
lera við punktgjøldunum,
sum tey skulu betala av
vørum, tær innflyta til Før
oyar í sambandi við arbeiði,
tær skulu gera í Føroyum.
– Tað kann útlendska
fyritøkan gera við at skriva
virðið á tilfari nógv lægri
enn veruliga prísurin er.
Sostatt lækkar punkgjaldið
munandi.
– Hevur eitt virkið, sum
bjóðar uppá eitt arbeiði í Før
oyum, eisini eina fyritøku
uttanlands, sum selir tilfar,
ber væl til at skriva virðið
á einum ljósi til 50 krónur,
hóast veruligi prísurin er
500 krónur. Sostatt spara
tær stórar upphæddir í punk
gjøldum. Tað hava føroyskar
fyritøkur ongan møguleika
til.
John Eli Olsen sigur, at
hann fer ikki her at leggja
útlendskar fyritøkur undir at
fara lætt um punktgjøldini.
– Men møguleikin er
har. Í øllum førum fáa út
lendsku fyritøkurnar mang
an ES stuðul, sum kann
vera upp í 25% og sostatt
er kappingarstøðan hjá før
oysku fyritøkunum sera
vánalig.
Men eg haldi, at tað
almenna átti at verið so mik
ið at sær komið, at tað varð
veitti øll almenn arbeiði í
Føroyum, tí tað hevði eisini
kastað nógv av sær í skattum
og avgjøldum, leggur John
Eli Olsen afturat.
Framhald av síðu 5
Skulu handverkarar á bygd til Havnar
at arbeiða, verða teir tvingaðir
at arbeiða hjá byggifyitøkum og
handverksmeistarum í Havn. Annars
sleppa teir ikki upp í part
”
Tað almenna í Føroyum átti at
verið so mikið at sær komið, at
tað varðveitti øll almenn arbeiði í
Føroyum
”