týsdagur 14. februar 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 32 - 14. februar 2006
7
Tjóðveldisflokkurin
hevur lagt tvey
uppskot fyri
tingið, ið skulu
bøta um støðuna
hjá einsamallum
uppihaldarum í
Føroyum
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Sambært Tjóðveldisflokk
inum eru uppskotini ein
liður í, at flokkurin politiskt
vil raðfesta sosialu korini hjá
samfelagsbólkum, ið detta
burturímíllum í sosial- og
fíggjarpolitikki landsins og
í samfelagsgongdini sum
heild. Flokkuirn sigur, at tal
an er um sosialar bólkar, ið fáa
øktar fíggjarligar byrður av
fíggjar- og búskaparpolitikki
landss týrisins, og ikki eru
millum tey, ið kunnu taka
lut í nýggjum lánitilboðum,
avdráttarskáum, partabræva
íløgum og mongum øðrum
tilboðum, sum floyma í
almenna miðlaheiminum í
løtuni.
Og flokkurin nevnir:
familjur við lágum inntøk
um kring landið (ið hava
reallønarlækking í løtuni),
pensjónistar, ið bert hava
fólkapensjónina at dúva
uppá, fólk við lægstu fyri
tíðarpensjón, fólk við skerd
um førleika og familjur og
einstaklingar í sosialum
trupulleikum sum heild.
Ein av hesum gloymdu
bólkum, sum er í vanda
fyri at gerast enn meira
marginaliseraður, er uttan
iva einsamallir uppihaldarar,
sigur flokkurin.
Dubultan
barnafrádrátt
Annað uppskotið er ein
broyting í skattalógini,
sum ger, at einsamallir
uppihaldarar fáa skulu
fáa
dupultan
barna
frádrátt. Broytingin í lógar
uppskotinum ljóðar, at
5.500 kr. verður broytt til
11.000 kr. fyri einsamallir
upphaldarar.
Finnur
Helmsdal,
løgtingsmaður og upp
skotss tillari, sigur í við
merkingunum til uppskotið,
at: Sum dømi kann nevnast,
at einsamallur uppihaldari
við tveimum børnum undir
18 ár fer at hava kr. 11.000
afturat, eftir at skattur er
goldin. Um inntøkan er
180.000 kr. árliga, svarar
hetta til eina hækking í real
lønini á 8%.
Vit spurdu Finn Helmsdal,
hvuss u hann definerar ein
stakan uppihaldara, og
sostatt hvuss u nógvan pen
ing talan er um, men hesum
kundi hann ikki svara
– júst tí at hugtakið »stakur
uppihaldari« ikki er greitt í
Føroyum.
Kanna livikor
Hitt uppskotið, sum Tjóð
veldisflokkurin leggur
fram í dag, snýr seg um at
gera eina livikorskanning av
einsamøllum uppihaldarum
og at koma við ítøkiligum
uppskotum um at bøta um
sosi alu og fíggjarligu støðuna
hjá støku uppihaldarunum.
Í uppskotinum verður
heitt á landss týrið um at
seta í verk eina kanning av
livikorunum hjá einsamøll
um uppihaldarum í Føroyum
- eitt nú tá ræður um fastar
útreiðslur, nýtslumøguleik
ar, útbúgvingarmøguleikar,
sosial netverk, forsyrgj
araskyldur og møguleikar
hjá børnunum sum heild.
Harumframt verður skot
ið upp neyðugar lógar
broytingar og tiltøk at bøta
um fíggjarligu og sosi alu
møguleikarnar hjá teimum
familjum, ið eru fyri van
býti
Í viðmerkingunum til
uppskotið, sigur Tjóðveld
isflokkurin, at ongi hagtøl
eru um sosialu støðuna í
Føroyum.
– Tey vantandi sosialu
hagtølini í Føroyum gera,
at tað er nærum ógjørligt
at siga nakað greitt um
sosi alu og fíggjarligu støð
una hjá einsamøllum uppi
haldarum.
Og flokkurin vísir til grein
í Sosialinum 3. februar 2006,
har greitt verður frá um ein
bólk av lesandi á RUC, sum
hevur gjørt eina kvalitativa
kanning av støðuni hjá sjey
einsamøllum mammum í
Tórshavn. Teirra niðurstøða
er greið: At hesar familju
liva undir fátækramarkinum,
hava vónleys bústaðarútlit,
fáa ónøktandi málsviðgerð
frá sosialu myndugleikunum
og eru undir sálarligum
trýsti, orsakað av sosialu
støðuni. Víst verður eisini á,
at familjan hjá kvinnunum
er sera týdningarmikið
sosialt trygdarnet.
Og flokkurin nevnir, at
ein sjálvboðin arbeiðsbólkur
hevur skotið upp at stovna
serliga ráðgeving fyri einsa
mallar uppihaldarar út frá
royndum, ið siga, at tørvurin
er alstórur.
Kvantitativ kanning
Sambært tíðindaskrivinum
frá tjóðveldisflokkinum er
skeivt at tosa um ein eins
háttaðan sosialan bólk.
Inntøkugrundarlagið er
sjálvsagt ymiskt eins og
aldur, útbúgvingarstøða,
netverk, barnatal, bú
staðarmøguleikar, bústaður
í landinum og sosi al støða
annars.
Ein slík kanning eigur
tí at vera kvantitativ, og at
fevna um hesar spurningar:
Hvuss u nógv fólk er talan
um, aldurs- og kynsbýtið,
hvar tey búgva, hvuss u
tey kunnu bólkast sosialt
- t.e.hvørji støðu eru tey í
fíggjarliga og hvuss u eru
tey býtt á inntøkubólkar.
Harumframt eigur at vera
kannað, hvat er eftir at liva
fyri hjá familjunum hjá
einsamøllum uppihaldara
í ymsum inntøkubólkum,
tá fastar og neyðturviligar
útreiðslur eru goldnar,
umframt hvørji tilboð og
rættindi tey fáa frá almennum
skipanum.
Kjarnufamiljan
Í tíðindaskrivinum sigur
Tjóðveldisflokkurin, at
dagsins samfelag byggir
í nærum øllum lutum
á kjarnufamiljuna (við
tveimum foreldrum, børnum
og stórum familjunetverki)
sum karmurin um inntøku,
bústað, sosiala støðu, trivn
aði, samleika og menning
hins einstaka.
Allir møguleikar í sam
felagnum tykjast verða
beinleiðis samanskrúvaðir
til familjur við tveimum
uppihaldarum og fleiri inn
tøkum.
– Møguleikarnir at fíggja
egnan bústað og fáa
lagaliga
fígging
frá
peningastovnunum eru
aloftast
treytaðir
av
tveimum inntøkum
– Møguleikarnir at átaka
sær eyka arbeiði ella at
útbúgva seg/eftirutbúgva
seg eru treytaðir av at
vera fleiri uppihaldarar
hjá børnunum
– Møguleikarnir at tak
lut í sosialum lívi og
mentanartilboðum í ger
andisdegnum eru treytað
ir av at verða fleiri um
børnini
Kortini eru krøvini til
familjur við einsamøllum
uppihaldara nett tey somu,
sum til kjarnufamiljuna. Eitt
nú:
- at skapa eitt heim og
tryggleika til børnini
- at uppala børnini
- at taka lut og stuðla í
skúlalívi og frítíðarlívi
barnanna
- at útvega børnunum mat,
klæði og materiellar
hentleikar
- at fíggja frítíðarlív og
framtíðarmøguleikar hjá
sær sjálvum og børnum
Umframt at sosiallóggávan
í Føroyum ongantíð hevur
fingið veruliga politiska
raðfesting, kann staðfestast,
at familjurættarliga lóg
gávan í Føroyum er vón
leyst afturúrsigld. Áset
ingar um barnapening,
uppihaldspening og rættindi
hjá børnunum til bæði for
eldur eru mál, sum eru
danskt málsøki og tykjast
verða heilt fremmandur lut
ur í føroyskum politikki.
Í dag byrjaði
aðalorðaskifti í
Løgtinginum um
uppskot um vinnu
politikk, sum
Vinnumálaráðið
hevur orðað í sam
bandi við Visión
2015
VISIÓN 2015
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Livistøðið í Føroyum skal
hækka, Føroyar skulu
verða millum fremstu
lond í OECD í 2015,
føroyski
búskapurin
skal vera sjálvberandi,
og vælferðarsamfelagið
útbygt.
Hesi føgru orðini eru
grundarlagið undir aðal
orðaskiftinum, sum Løg
tingið setti sjøtul á í dag.
Men eitt eru føgur orð,
sum saman verða kallað
Visión 2015. Eitt annað
er at seta út í kortið,
hvuss u vit røkka hesum
endamálum. Støðið undir
aðalorðaskiftinum í dag
er nevniliga eitt uppskot
til vinnupolitikk, sum
Vinnumálaráðið seinasta
hálvtannað árið hevur
orðað. Uppskotið er ein
partur í arbeiðnum at
útgreina visiónina, og skal
vera støði undir tí meira
ítøkiliga arbeiðnum. Heitið
á uppskotinum er »Visjón
2015 – Vinnupolitikkur –At
gera tað vit duga best«.
Vinnumálaráðið stað
fest ir í uppskotinum, at
skal visiónin røkkast, er
neyðugt at fokusera á teir
samfelagstættirnar, sum
hava ávirkan á búskapin
og kunnu stuðla vøkstri.
Sjálvur hevði Bjarni
Djurholm, vinnumála
ráðharri, ikki møguleika til
at gera viðmerkingar til Sosi
alin í dag, men í fororðinum
til uppskotið, staðfestir
hann m.a. at »stundum
verður
alheimsgerðin
søgd at hava skaðilig árin á
búskaparligu og vinnuligu
umstøðurnar, men við rætta
vinnupolitikkinum kann
meiri alheimsgerð hava
við sær størri fyrimunir
enn vansar fyri føroyska
borgaran«.
Landss týrismaðurin
leggur
dent
á,
at
vinnupolitikkurin
hjá
Landss týrinum skal byggja
á marknaðarbúskap við
vælvirkandi kapping á
marknaðum, har politiski
myndugleikin leggur karm
arnar. Hetta er hoyrt fyrr,
men nýggi vinnupolitikk
urin vísir á, at ávís viður
skifti mugu broytast, áðrenn
marknaðarbúskapurin kann
virka til fulnar í Føroyum.
Serliga týðandi er, at
produktivitetur og nýskapan
økjast. Her skal tann so
nevndi bygnaðarpolit
ikkurin, sum er partur av
nýggja vinnupolitikkinum,
tryggja vælvirkandi markn
aðir, og harafturat skulu
tillagingarevnini hjá starvs
fólkum verða so góð sum
gjørligt.
Í ískoyti til nýggja
vinnupolitikkin er eisini
frágreiðing og tilmæli um
stovnsetan av granskara
park. Mælt verður til at fara
undir gransking í biotøkni
og
biokunning,
sum
ávikavist eru nýtsla av
biotøkniligum hættum í
sambandi við matvøru
framleiðslu, manna- og
djóraheilsu, og nýtsla av
kunningartøkni
innan
tey biotøkniligu økini.
Granskaraparkin
skal
útvega váðafúsan kapital
úr Føroyum og útlondum
og skal skipast sum alment
partafelag.
Í uppskotinum verður
mælt til at játtaði 7 mió.
kr. til forkanning og
prosjektering av parkini,
og í trý ár skulu játtast
ávikavist 28, 24 og 18 mió.
kr. til bygging.
Í fyrstu atløgu skal
rakstur játtast 4 tey fyrstu
árini, og síðan skal meting
gerast. Um almenn játtan
framvegis er neyðug, skulu
4 mió. kr. játtast fyrsta
árið, og næstu árini verður
árliga játtanin 3 mió. kr.
um árið.
Annars skal gransk ara
parkin fíggjast uttanífrá.
Dupultan barnafrádrátt til einsamallar
uppihaldarar og livikorskanning
At gera tað vit duga best
Finnur Helmsdal úr Tjóð
veldisflokkinum er millum
uppskotstillararnar
Hesi mál skulu tinglimir viðgera úr upp
skotinum hjá Vinnumálaráðnum
• Arbeiðsmarknaður
• Útbúgving
• Skatta- og avgjaldspolitikkur
• Tryggingarmarknaður
• Generell vinnulóggáva
• Einskiljing av almennum fyritøkum
• Náttúrutilfeingi
• Matvøruøki
• Vøru- og tænastumarknaður
• Samferðslukervi
• Gransking og vitanarspjaðing
• Íverksetan
• KST-nýtsla
• At marknaðarføra Føroyar uttanlands
FAKTA